fríggjadagur 13. apríl 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 43 · 13. apríl 2012
2
VIKUSKIFTI
Børn skulu læra longu í barnagarðinum,
at tað er ikki í lagi at sláa.
Elin Winther Poulsen, samskipari í heildarætlan
ímóti harðskapi í nærsambondum
Klæði
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Kotið ella frakkin hjá Rakel Helmsdal er
seymaður úr endurnýttum troyggjum.
Lisa Marie Correia úr Colorado í USA
seymar kotini og verða tey gjørd serliga
til hvønn einstakan kunda.
– Hetta er ein praktfullur frakki.
Havi ynskt mær hann sera leingi og
havi ivast nógv, tí hann er so dýrur.
Havi ongantíð keypt so dýrt plagg fyrr
(uttan føroysk klæðir), sigur Rakel um
sítt klædnakeyp.
Hon fann frakkan, tá hon leitaði á
netinum. Enlightened Platypus, sum
fyritøkan eitur, selur síni pløgg á Etsy.
com har nógv vakurt handarbeiði
verður selt.
– Tað er eitt so fantastiskt netverk
við so ótrúliga nógvum dugnaligum
fólkum. Etsy er ein verulig kapping til
mótahandlar, sum hava 100 plagg av
hvørjum, sigur Rakel.
Heldur tú at frakkin hjá tær kann
verða íblástur til føroyingar
at byrja at gera okkurt meira
av gomlum troyggjum?
– Sjálvandi burdu vit í Føroyum seymað
burutur úr gomlum troyggjum, og fólk
gera tað longu. Dania Danielsen hevði
í nógv ár skeið í kreativeri seyming,
har fólk seymaðu burturúr júst gomlum
troyggjum og øðrum.
Um áhugi er fyri at keypa eitt líkn
andi kot, sum tað hjá Rakel, ella bara
fyri at fáa íblástur, ber til at vitja hesa
heimasíðuna Etsy.com.
Hvala
kríggið
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Ragnar Ludvig / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Eyðun
Klakstein
Um tit vóru á Leynum seinasta vikuskifti, sóu tit kanska
okkurt reytt, sum snaraði runt niðri á sandinum. Tað var
Rakel Helmsdal í sínum nýggja reyða koti. Eitt kot, sum
hevur ferðast allan vegin úr Colorado til Føroya, og sum
er sum gjørt at snara runt í á einum føroyskum sandi
Dreymakot
á Leynasandi
Tað hevur verið friður um føroyska grinda
drápið, síðani Paul Watson og hansara
fólk fóru úr Føroyum í fjørsummar. Eingi
grindaboð vóru, meðan fólkini frá Sea
Shepherd sigldu millum oyggjarnar, og tí
kom tað ikki til samanbrestir millum føroy
ingar og umhvørvisfólk, sum felagsskapurin
annars legði upp til. Men hóast tað spældi
væl av í fjør, er ikki sloppið í ár. Langt frá!
Tað er friður, stilli, men tað er stilli
áðrenn stormin.
27. apríl sendir sjónvarpsrásin Animal
Planet fyrsta partin av nýggjari Whale Wars
røð, sum snýr seg um vitjanina hjá Sea
Shepherd í Føroyum. Whale Wars hevur
annars snúð seg um stríðið hjá Sea Shepherd
í Suðurhøvum, og røðin hevur havt nógvar
hyggjarar.
Nú verður grindadrápið – ella kanska
mangul upp á tað sama – miðdepilin í
fimm nýggjum pørtum av Whale Wars.
Sea Shepherd satsaði stórt upp á Føroyar,
tey fingu ikki blóðugu myndirnar og
samanbrestirnar, sum tey ynsktu sær,
men forumtalan av nýggju røðini gevur
ábendingar um tað, sum vit kunnu vænta
okkum av sendingunum. Tað verður klipt
kreativt og samansett dramatiskt. Sitat verða
tikin burtur úr samanhangi, musikkur leggur
upp til spenning og kenslur, og onkursvegna
skal sendirøðin liva upp til undanfarnu røðir,
hóast lítið og einki hendi í Føroyum.
Tí fara vit komandi tíðina at fáa frálæru í,
hvussu umhvørvisfelagsskapir brúka snildir
fyri at fáa sín boðskap fram, og skal eg gita –
uttan at vita – so fer tað ikki at fáa ov lítið.
Vit fara at standa spyrjandi, fara at
rysta við høvdinum, undrast og argast,
men vit fáa trupult við at afturvísa øllum
pástandum og framførslunum í sendirøðini.
Tað verður tungt hoyggj at bera, og halda
vit, at tað spældi væl av í fjørsummar, tí
umhvørvisfólkini ikki fingu tað, tey vildu
hava, so skulu vit bara síggja Whale Wars.
Tá fáa vit eina eirindaleysa áminning um,
at í reality sjónvarpið er sonevnda »reality«
veruleikin – líkamikið um tað er klipt og
manipulerað og dramatiserað við øllum
hugsandi snildum.
Fyrireikið tykkum – tað er nú, at veruliga
hvalakríggið hjá okkum byrjar!
So segði
hon...
Rakel Helmsdal í sínum dreymakoti!
Frakkarnir eru í alskyns
litum og støddum!
»I believe every
woman needs at least
one piece of clothing that
can lift her spirit just
by putting it on«