fríggjadagur 13. apríl 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 43 · 13. apríl 2012
4
VIKUSKIFTI
Hármóti
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað kann væl vera, at vit einans
eru umleið 48.000 fólk í Føroyum.
Men tað merkir ikki, at vit skulu
seta okkum afturá, og lata sum
um, at vit ikki kunnu blíva betri
alla tíð.
Tað er hugburðurin hjá 29 ára gomlu
Mariann Klein Ivansdóttir, sum í dag
eigur og rekur Royal Hárfríðkan í
Havn.
Einans 22 ára gomul byrjaði
Mariann sína egnu hárfríðkanarstovu,
tí aðrastaðni var eingin avbjóðing at
finna. Sum útlærd hárfríðkanarkvinna
fann Mariann skjótt útav, at skuldi hon
fáa avbjóðingar í gerandisdegnum, so
noyddist hon at byrja sína egnu fyri
tøku.
– Tað hendi einki á hárfríðkanar
marknaðinum í Føroyum, tá ið eg varð
útlærd. Eg kláraði ikki tankan um, at
einans lita botnar og klippa endar, tí eg
vildi hava, at tað skuldi henda meira,
og at eg alla tíðina kundi gerast betri
til mítt starv, sigur Mariann Klein
Ivansdóttir.
Hesin hugburður hevur eftir øllum
at døma vunnið Mariann nógvar kund
ar, tí í skrivandi stund er hon fult upp
tikin í fleiri vikur fram, og soleiðis er
alt árið á Royal Hárfríðkan.
Vit eru líka dugnalig sum hini
Tað kann helst tykjast í so djarvt at
byrja sína egnu fyritøku einans 22 ára
gomul, men við hjálp frá sjeikinum
Rúna og við einum stórum dreymi,
kundi fyritøkan hjá Mariann setast á
stovn.
– Eg hugsaði ikki um, at eg kanska
var ov ung. Men í dag dugi eg væl at
síggja, at eg kanska var í so ung, tá ið
eg byrjaði, greiður Mariann flennandi
frá.
Mariann ivaðist ikki í hennara
avgerð, tí eftir hennara tykki var hár
mótin í Føroyum alt ov lítið áhuga
verdur.
– Eg haldi, at vit føroyingar eisini
kunnu fylgja mótanum og vera ný
skapandi eins og fólk aðrastaðni, og
tað er júst hetta, sum altíð hevur verið
mítt mál, greiður Mariann frá.
Hon hevur sett sær fyri, at hennara
hárfríðkanarstova skal ganga á odda, tá
ið umræður móta, og tí hevur hon eisini
fingið fleiri stórar samstarvsfelagar
úti í heimi, sum til dømis Balmain,
sum framleiðir hár, sum verður kallað
»ekstensions«, og GHD, sum framleiðir
jørn av ymsum slag.
Mariann staðfestir, at hennara
dreymur ikki einans er at hava bestu
hárfríðkanastovuna í Føroyum, men tí
bestu í heiminum.
– Eg vil altíð uppnáa okkurt, sum er
størri. Eg vil hava, at mín hárfríðkanar
stova gerst betri og betri, og eg vil fylgja
mótanum, og vera nýskapandi hvønn
dag, staðfestir Mariann.
Hon sigur, at hon ikki einans vil
arbeiða í Føroyum, men at hon vil
prógva, at tað ber til at verða føroyingur,
og gera spennandi ting aðrastaðni í
heiminum.
– Hví skulu vit føroyingar ikki duga
líka væl sum ein, sum býr í Paris ella
Milano, spyr Mariann.
Mariann hevur eisini roynt seg
uttanfyri landoddarnar. Hon hevur gjørt
hárið hjá Tailendsku prinsessunum í
Paris Fashion Week, og haraftrat hevur
hon gjørt hár fyri kendar sniðgevar í
Danmark, tá ið Copenhagen Fashion
Week hevur verið á skránni.
– Eg havi skapt mær eitt gott netverk
uttanfyri Føroyar, og tað kemur mær
mangan til góðar, staðfestir Mariann.
Jantelógin fylgir við
Tað er ikki bara bara at hava so stórar
dreymar, og tað er ikki altíð, at fólk taka
væl ímóti ætlanunum hjá Mariann.
Hon staðfestir, at hon mangan upplivir
kritiskar røddir, men at henni dámar
væl at fáa konstruktivan kritikk.
– Tann einasti kritikkurin, sum eg
ikki tími at hoyra, er, tá ið fólk seta
spurnartekin við mínar ætlanir, og tá
ið fólk halda meg vera ov ambitiøsa.
Slíkur negativur kritikkur hjálpir mær
ikki víðari, og tí lurti eg ikki eftir tí.
Men konstruktivur kritikkur er altíð
vælkomin, staðfestir Mariann.
Eingin ivi er um, at í Royal Hár
fríðkan er nógv at gera. Har er eingin
munur á nær á árinum talan er um, tí
Royal Hárfríðkan hevur fult av kundum
hvønn dag.
– Eg vil náa út til allan heimin. Eg vil gera hár fyri øll tey kendu,
og eg nokti at goyma meg her í Føroyum, sigur Mariann Klein
Ivansdóttir, sum eigur Royal Hárfríðkan í Havn. Hennara mál er
at hava eina hárfríðkanarstovu, sum er á altjóða støði
Vil verða
heimsins best
Hvønn týdning hevur
hárið fyri útsjóndina?
– Tað hevur í veruleikanum næstan
alt at siga. Eg haldi, at hárið
er krúnan á vakurleikanum.
Hvat skal man hugsa um,
tá ið man ger hárið?
– Tú skalt heilt vist vera tilvitað
um hvønn stíl, tú hevur. Tú skal
finna tín stíl, soleiðis at hárið
kann hanga saman við klæðunum
og tí persóni, sum tú er. Tað er
týdningarmikið fyri at trívast, og at
tú lýsir upp, sum tann tú ert. Eisini
er neyðugt at hugsa um at samskifta
væl við hárfríðkanarkvinnuna, tí
annars kann tað henda, at man
ikki fær tað man vil hava.
Nær skulu gentur byrja at
hugsa um litin og klipping?
– Ungar gentur skulu altíð klippa
sær. Tað er neyðugt at klippa
endar soleiðis, at hárið ikki verður
fløkjut. Men at lita sær er ikki
so týdningarmikil, tí tað er tengt
at hvørjum, tú trívist við.
Kann ein kvinna vera kvinnulig
uttan at gera sær hárið?
– Tú kanst samanlíkna hetta við
eina mynd. Um tú hevur eina vakra
mynd, og ramman er ljót, so tekur
hon eisini tað vakra frá myndini.
Tað er tað saman við hárinum.
Hevur tú ljótt hár, so tekur tað
nógv av tínum vakurleika burtur.
Kunnu menn eisini lita sær?
– Ja, heilt vist. Men tað eru mørk fyri,
hvørjar litir menn kunnu nýta. Tað skal
vera hóskandi til húðarlitin, og skal
ikki vera ov ógvusligt. Men aftur her
er neyðug at hugsa um, hvør man er,
og hvat man vil avspegla við hárinum.
Kunnu øll klæða allar litir?
– Nei, slett ikki. Tað er ógvuliga
ymiskt, hvørjar litir fólk kunnu nýta.
Har haldi eg, at nógv fólk fara skeiv,
tá ið tey skulu velja sær ein lit. Men
tað ber ikki til at geva eitt yvirskipað
svar uppá, hvør klæðir hvat, tí tað
er ein ógvuliga stórur spurningur.
Men tað er eisini ein spurningur,
sum ein og hvør kann spyrja sína
hárfríðkanarkvinnu um. Summi
klæða heitar litir, meðan onnur skulu
hava so kaldar litir sum gjørligt.
Her er tað í stóran mun húðarliturin
og eygnaliturin, sum spæla inn.
Kunnu øll nýta ekstensions?
– Ikki øll. Um tú missur nógv hár,
kanst tú ikki nýta ekstensions.
Men tað eru so nógvir ymiskir
hættir at seta ekstensions fast
við í dag, so næstan alt ber til.
Hvør hárfrisura er inn í summar?
– Alt er loyvt aftur í ár, men
serstakliga livandi, natúrligt og
rokaligt hár er nógv at síggja,
meðan tað púra slættað hárið ikki
er nógv frammi. Haraftrat verða
sterkir litir nógv at síggja. Eitt nú
at koyra liting í endarnar, sum kann
vaskast úr aftur. Tað nevnist Color
Bug og er at kalla smyrsl fyri hárið.
Hetta ger, at tú hvønn dag kann
spæla tær við ymsum litum, og
soleiðis uppfríska hárið alla tíðina.
Hvat mást tú gera við
hárið hvønn dag?
– Greiða tað, og koyra turrshampoo
í. Mær dámar eisini so væl rokaligt
hár, so tá má eg hava vøruna hjá
Kevin Murphy, Hair og Resort í, tí
tað ger hárið rokaligt og stórt.
Hevur tú nøkur góð ráð til kvinnur,
sum ikki duga at seta hárið?
– Hárvørur! Tey flestu hugsa um, hví
hárið altíð er vakrast eftir at hava
verið hjá hárfríðkan, og tað er eitt
sera einfalt svar uppá tað – nevniliga
hárvørur. Tað ber illa til at fáa hárið
at sita vakurt uttan ymsar vørur, og tí
skal ein avgjørt ikki halda seg aftur.
Og í summar er tað í veruleikanum
rættiliga lætt at fylgja mótanum, tí
tað vakra og perfekta hárið er farið í
søguna, meðan tað rokaliga og skeiva
hárið er nógv at síggja. So tað er bara
at royna tær ymsu hárvørurnar, og
soleiðis fáa allar møguligar frisurur.
Hvat skal man ikki gera
við hárið í summar?
– At hava slitið og turt hár er avgjørt
ikki inn. Og so er tað altíð umráðandi
at ikki nýta ov nógvan hita til hárið, tí
tað oyðileggur tað. Eg plagi at siga, at
jørnini ikki skulu vera heitari enn 180
– 190 stig, men hevur tú ógvuliga
fínt hár, so er 140 – 150 stig markið.
Hvørjir litir eru inn í summar?
– Ljósareytt er nógv at síggja, eins
og reinir litir, saman við pastel
strípum eru nógv frammi.
Hvørjir litir skal man halda
seg frá i summar?
– Teimum tungu vetrarlitunum.
Hugsa lætt og hugsa um summar og
sterkir litir, so ert tú á góðari leið.
Hárið er krúnan á vakurleikanum