Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyrrverandi fak­fel­ags­stríðs­kvinn­ an, Ing­e­borg Vinther, sum stjórnaði Før­oya Ar­beið­ar­a­felag í samfull 31 ár, finst í blað­num í dag hvassliga at fak­fel­øg­unum, sum hon heldur vera alt ov friðarlig  og sum als ikki geva poli­tisk­a valdinum mótspæl. Hon undrast á, at fakfeløgini ikki gera upp­reistur, nú samgongan er við at knúsa vælferðarsamfelagið sund­ur. Vit hava ferð eftir ferð á hesum stað spurt, hvar fakfeløgini eru. Jørg­en Nic­l­asen, sum framm­an­und­ an hev­ur frítt spæl í sam­gong­uni og í løg­ting­i­num tykist eisini hava frítt spæl frá fak­fel­øg­unum. Hó­ast tey hóttu við at seta hart ímóti hørð­ um í sam­bandi við flat­skatt­in og skatt­ing­ina av pensjónum, megn­aðu tey ikki so mikið sum at møta upp í løgtinginum, tá av­gerð­in varð tikin beint fyri jól. Tað vóru bara umboð fyri Havnar Ar­beiðs­mann­a­felag, sum høvdu bind­indi til at sita í tinginum og fylgja orð­a­skift­i­num á tamb og at­kvøð­u­greiðsl­uni, sum var aftaná. Hini fólk­ini – fak­fel­ags­fólk og fólk úr pol­it­isku ung­manna­fel­øg­u­num hjá Javn­að­ar­flokkinum o­g Tjóðveldinum – sum høvdu hugn­að sær við nógum gangi uttan fyri løg­ting­ið, vóru langt síðani farin til hús. Tað sum er so ófrættakent við hes­um er, at hetta júst er ímyndin av fak­fel­øg­u­num í dag. Vit spyrja tí, um tey ikki orka ella um tey ikki tíma at geva Jørgen Niclasen mót­spæl – men kunnu bara staðfesta, at hann tí hevur frítt spæl. Vit hava fyrr havt víðgongdar fólk­a­floks­pol­it­ik­arar á tingi. Ein var í­mynd­in av høgr­a­veing­i­num í Fólka­ flokk­i­num, stavnamaðurin nevnd­ ur, og mang­an hava fólk ógv­ast við hans­ara besøgnu og mangan manna­ hatsku útsagnir. Munurin á Jørg­eni Nicl­asen og honum er tó, at hjá stavn­ a­mann­inum sat tað bara oman fyri háls­vøl­in. Hann var ein politiskur und­ir­hald­ari, sum ongantíð hevði pol­it­isk á­lit­is­størv. Men hjá Jørgeni Niclasen sæst pol­i­tikk­urin aftur í gerðum, sum hann fær framt, tí hann hevur politiska vald­ið í sínu hulu hond – og við stuð­ul­smonnum sum løgmanni, Jen­isi av Rana og frá Kára Post fær hann framt sínar politisku ný­skip­an­ir. Men harfyri nýtast fakfeløgini ikki at falla í fátt  um tey altso ikki taka undir við politikkinum hjá Jørg­ en Niclasen og samgongu hans­ara. Gamla stríðskvinnan í Vági er ikki í iva: – Eg haldi, at tey skuldu gjørt bart. Tað kunnu tey gera við at fara í að­al­verk­fall til samgongan hevur lagt frá sær, ella í minsta lagi til hon sleppu­r øllum tiltøkum, sum a­v­mon­ t­era vælferðarsamfelagið. Ing­e­borg Vinther sigur eisini, at var hon virkin fak­fel­ags­fólk í dag, hevði hon lagt alla orku í at fing­ið øll fak­fel­øg­ini við upp á eitt aðal­verk­ fall. Vit bíða spent at vita, hvussu leikur fer... Ingeborg mælir fakfeløgum at fara í aðalverkfall Annika Olsen, sum tapti stíð­ ið um valdið í Fólk­a­flokk­ inum til tann nú so sterka leiðaran Jørg­en Nicl­a­sen, hev­ur fing­ið sær tann vana altíð at koma aft­aná og siga, at hon kortini ikki er so ring sum hini. Hetta sóu vit undir verk­ fall­i­num, tá hon stakk Jørg­ en Nicl­a­sen í rygging við at vísa ped­a­gog­unum sam­huga – og við at siga alment, at tey sjálv­andi áttu at fáa virð­ing og løn­a­r­hækking. Vit sóu tað aftur við koyr­ i­peng­u­num ­hjá pol­i­tik­ar­u­ num. Eft­ir at henn­ara egna sam­gonga hevði felt upp­ skot­ið um at taka tær upp til 13.500 skatt­a­frí­u krón­ur­nar í koyr­i­peng­um frá lands­ stýr­is­fólki, kom hon við eini frá­boðan um, at pol­it­ikarar sjálv­andi ikki skulu skattast øðr­vísi enn onnur fólk. Og nú um vikuskiftið sig­ ur hon, at »tað verður ikki við henni sum lands­stýr­is­ kvinnu«, at pen­ sjón­ir­nar verða lækk­að­ar, nú Sam­bands­flok­kur­in ikki letst vilja hækka pen­sjóns­ald­ur­in so brád­liga, sum Fólk­a­ flokk­u­r­in. Tú tyktist so skilagóð, Ann­ika. Men tað virkar nóg so ó­búgv­ið alt­ íð at koma aftan­á og siga, at tú ikki mein­ar tað so illa kort­ini. Tú ert ein partur av sam­gon­uni hjá Jørgen Nicl­asen – og tú frem­ur hans­ara pol­i­tikk. Hevði tú verið øðrvísi, so hevði tú helst verið í onkr­um øðr­um flokki... Sum ketta úr høvdatrog... Stríðskvinna hartar fakfeløg Fyrrverandi løg­tings­mað­ ur­in hjá Tjóð­veld­inum­, Tór­ bjørn Jac­ob­sen, biður floks­ fel­ag­ar sínar lata vera við at bróta inn í heilagu suverenu rúm­inum hjá fólkinum – í kirkj­um og samkomum. Í tíðargrein her í blað­ num fríggjadagin sigur hann soleiðis: »Eitt annað mál, sum rætt­i­liga hevur kámað fyri pol­it­isku sólini hjá mong­ um, er høv­uðs­tem­a­ið á Floks­ting­i­num hjá mínum egna flokki. Broyt­ing­in av hjún­a­bands­lógini, so­leiðis, at tað politiska vald­ið skal trýsta rættin hjá teim­um samkyndu inn um sakralu grindirnar at víg­ast – á sama hátt sum tey het­er­o­ sex­u­ellu. – Nú eri eg ein av teim­ um, sum halda, at tey sam­ kyndu skulu eiga øll tey somu borgarligu rætt­indi sum øll onnur, men at ein flokkur, sum so dúg­liga hevur vart fyri, at á­trún­ að­ar­lig á­hug­a­mál sleppa fram at ávirkan í pol­it­isku skip­an­ini, tví­hildið um tann greiða, treyt­a­leysa og klokkuklára skiln­að­in­um, nú hvessir svørðið hin­veg­in, og brýtur inn í heilagu su­ ver­enu rúmini hjá fólkinum, tað er ovboðið. Vælsignaði veri tit, haldið fingrarnar burt­ur frá kirkjum og sam­ komum, – at stjórna sín­um egnu innanhýsis við­ur­skift­ um.« Fingrarnar burtur frá kirkjunum Sam­leiki og gas­tro­ nomi Johan Mortensen Tíðargrein á síðu 25 Dalton bandin og bókha­ld­ar­ arnir Gunnvør Balle kjak á síðu 23 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000