Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Eg skilji ikki, at fakfeløgini eru so deydasligt og bara lata alt fara aftur við borðinum. Gamla stríðskvinnan, Inge­borg Vinther, orkar ikki at tiga longur. Eftir at hava verið for­ kvin­na í Føroya Arbeiðara­ felag í 31 ár, er hon vorðin ein ímynd­in av føroysku fak­ felags­rørsluni. Samstundis hava vit fingið eina samgongu, sum fak­feløgini hjá teimum lág- og miðalløntu, hava kappast um at taka frástøðu frá. Tað gav at bíta, tá ið flat­ skatt­urin varð settur í gildi og pensjónir vórðu skattaðar við inngjald. Tá løgdu fakfeløgini bragdliga fyri og mótmæltu ætlanini. Men mótmælini fjar­aðu burtur so líðandi og tá ið flat­ skatt­urin og pen­sjóns­skatt­ urin vórðu endaliga samtykt, hoyrd­ist onki til fakfeløgini long­ur. Men nógv fólk hava sakn­ að, at fakfeløgini gera meiri vart við seg fyri at fáa sam­ gongu­na at broyta kós. Hetta er óhoyrt Ein av teimum, sum undr­ ast stórliga, er júst Inge­ borg Vinther, sum stóð í fremstu røð í føroysku fak­ felags­rørsluni í yvir 30 ár áðr­enn hon legði frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðara­felag í fjør. Tá ið vit spurdu hana, hvat hon heldur um leik­lut­ in hjá fakfeløgunum, dylir hon ikki fyri, at hon er vón­ brot­in og at hon kundi hugsa sær, at tey gjørdu nógv meiri vart við seg. - Samgongan hevur sett fulla ferð á at knúsa alt okkara vælferðarsamfelag sund­ur, sum hon málber seg. Samgongan hevur givið teim­um vælløntu ein stóran skatta­lætta og fyri at fíggja hann skulu øll nú rinda skatt av tí, tey rinda til sína egnu pen­sjón. - Samstundis hevur sam­ gongan kravt, at starvsfólk ong­ar lønarhækkingar skulu fáa, tí tey skulu eitast at hava fingið skattalætta ígjøgnum flat­skattin. Hetta er ovboðið hjá gomlu fakfelagskvinnuni. - Tað er óhoyrt, at samgongan fer at blan­da skatta­lætta til tey væl­bjarg­ aðu upp á samráðingar um løn hjá vanliga løn­takara­ num. Skulu gera bart Ingeborg Vinther heldur, at í hesum sambandi áttu fak­ feløgini at gjørt bart og givið sam­gonguni greið boð um, at nú er hon farin yvir um mark. - Ein skattalætti til tey væl­bjargaðu hevur als onki við lønarsamráðingar hjá van­liga fólkinum at gera. Fyrrverandi forkvinnan í Før­oya Arbeiðarafelag sigur, at so leingi fakfeløgini tiga, og lata hetta um seg ganga, góð­taka tey samstundis politikkin hjá samgonguni. - Tað er hetta, sum er galið, stað­festir Ingeborg Vinther. Hon vísir eisini á, at tær at­finn­ingar­somu røddirnar, sum seta spurnartekin við poli­tikk­in hjá samgonguni, verða bara kvaldar. Ingeborg Vinther sipar til ætlanina at avtaka Lands­ bank­an, sum sjálvstøðugan stovn – og kanska Hag­stovu­ na við. - Hetta er so stórt brot á grund­leggjandi fólkaræðið, at tað er ikki orð fyri tí, og fólk­ið fylgir bara viljaleyst við. - Tað, sum fer fram í hes­ um døgum, er heilt óhugna­ ligt, leggur hon afturat. Aðalverkfall Ingeborg Vinther sigur, at hon saknar eitt veruligt út­ spæl frá fakfeløgunum. Áki Bertholdsen Eg haldi, at stundin er kom­in til at fakfeløgini taka upp samstarv við polit­isk­ar flokkar, sum eru sinnaðir at røk­j­a áhuga­málini hjá fak­feløg­ um. Tað heldur Ingeborg Vinther, sum var eitt av odda­fólkunum í føroysku fak­felags­rørsluni í yvir 30 ár, til hon legði frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðara­felag í fjør. Sostatt tekur hon undir við Sonju Jógvans­ dóttir, samskipara í Sam­ taki, sum rættiliga skeyt við skørpum eftir sam­ gongu­ni á aðal­fundi­num í Føroya Arbeiðara­felag herfyri. Hon helt, at stundin er kom­in til at fakfeløgini nú ger­ast meiri partapolitisk og fara í skipað samstarv við ávísar politiskar fak­ felags­vinarligar flokkar. Hetta er tekur Inge­ borg Vinther fult undir við. - Sum støðan er nú, sær út til, at tað er Fólka­flokk­ urin sum svingar takt­ stokkin og at hinir tríggir flokk­ar­nir bara dansa vilja­leys­ir við. Ingeborg Vinther held­ ur, at tað er í tøkum tíma, at fakfeløgini taka upp sam­starv upp við teir flokk­ar, sum vilja røkja áhuga­mál­ini hjá pen­sjón­ i­st­um, lág- og miðal­inn­ tøk­um. - Politikkurin, sum hend­an samgongan før­ir tænir bara einum enda­ máli og tað at er økja um stætt­ar­munin í sam­felag­ num, ljóðar heils­an­in sunnan úr Vági, har Ing­e­ borg Vinther býr. Tað, sum fer fram í hesum døgum, er heilt óhugnaligt Føroyingar mugu fara í aðalverkfall DEYDLIG FAKFELØG Tað stendur nógv á hjá Ingeborg Vinther í hesum døgum. Hon undrast á, at fakfeløgini ikki gera uppreistur, nú samgongan er við at knúsa vælferðarsamfelagið sundur, sum hon tekur til Fakfeløgini og politiskir flokkar mugu sam­starva SAMSTARV Fakfeløg og politiskir flokkar eiga at fara undir eitt samtarv, heldur Ingeborg Vinther, fyrrverandi fakfelagsleiðari í yvir 30 ár Ongin hevur hoyrt nakað líknandi