Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Effo-deildin 4. umfar Tað var dramatikkur á Svanga­ skarði, har grannaliðin á eystara armi á Skálafjørðinum hittust. Í síðstu løtu bríkslaði Petur Reinert fyri brotssparki til NSÍ. Støðan var 3-2 til heimaliðið, og hóast tað var rættuliga kalt í veðrinum, so var fót­ bólts­temperatururin høgur, tá ið veteranurin á vinstra vong­verja hjá NSÍ, Sjúrður Jacobsen, tók ábyrgdina á seg. Higartil í ár hevur Klæmint A. Olsen verið brotssparksskjútti hjá NSÍ, men hann var farin av vøllinum, og so tók veteranurin ábyrgdina á seg. Hans Jørgensen í B68 mál­ inum vann tvídystin ímóti NSÍ spælaranum. Tey reyðu kring vøllin fegnaðust, og tey gula harmaðust. At tey í heima­ leguni fegnaðust var lætt at skilja: NSÍ legði seg framum 2-0 fyrsta stóra hálva tíman. Klæmint A. Olsen var enn eina ferð vandamikil og í báðum før­um málskjútti. Í fyrra før­inum var hann á rætta staðnum í røttu løtuni, tá ið Árni Frederiksberg hevði sent innfyri, og í seinna førinum takkaði hann fyri, tá ið hann frá heimamonnunum fekk bóltin á silvurfati. Pauli Poulsen og hansara B68 menn høvdu ikki verið so greitt undir í spælinum, men sjálvandi var tað stórur skelkur at vera aftanfyri við tveimum málum. Fyri B68 var tað avgerandi, at tað dygst undan hvíldini eydnaðist at minka um munin, tá ið miðverjin Ndende, eftir frísparksinnlegg og út frá og innlegg frá André Olsen við høvd­inum setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið í lands­kappingini hjá B68 í ár, og eftir steðgin eydnaðist tað bæði at javna og at skora sigurs­málið. Í fyrra førinum varð sera eyðsýndi miðvallarin Remi Langgaard feldur í gjøgnum­broti. Liðformaðurin Jann Ingi Petersen umsetti brotssparkið til mál, og eitt korter undan leikloki átti hann næstsíðsta fótin á, tá ið hann legði út frá til miðvallaran Jústinus R. Hansen, sum av brotsteigarmarkinum skoraði sigursmálið. Málskjúttin fegnaðist ikki nakað serligt. Tað var kanska skilligt, tí harvið syrgdi hann fyri, at liðið, sum hann altíð hevur umboðað, fór av Svanga­ skarði við ongum. B68 venjarin var væl nøgdur við hugburðin og avrikið, sum hann helt vóru góð í 2. hálv­ leiki: – Í 1. hálvleiki var munurin fyrst og fremst Klæmint A. Olsen, sum var so sera raskur og vandamikil, sum vit kenna hann fyri at vera. Serliga í 2. hálvleiki spældu vit okkum til fleiri møguleikar, og tá er tað ikki langt til at skora mál. Eisini eitt herðaklapp til Hans Jørgensen fyri, at hann bjarg­ aði, tá ið teir í síðsta minutti fingu brotsspark, og harvið høvdu møguleika at koma aftur í aftur. Gongdin higartil í ár minnir ikki sørt um, hvussu tað gekk hjá tær og NSÍ í 2010? – Tá gekk tað striltið at fáa gongd á. Vit fingu eitt stig burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum, men so vunnu vit níggju ferðir á rað, og vit spældu fimtan dystir, áðrenn vit aftur taptu – ímóti B68! Vit endaðu á triðja plássi, so tað ber til at koma fyri seg aftur, eftir at byrjanin ikki hevur verið so góð, staðfestir B68 venjarin. joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Reyða legan fegnaðist, og teir bláu gjørdu skjótt av, tá ið Rói Jacobsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Hetta var lætt at skilja. Fulla úrtøkan ber við sær, at ÍF telist millum odda­lið­ ini eftir tríggjar sigrar og ein javn­ leik. Fuglfirðingar hava eftir fýra umfør ikki tapt, og KÍ hevur eftir fýra umfør ikki vunnið! Úrtøkan hjá KÍ er tvey stig eftir fýra torførar avbjóðingar, og tað er longu nú greitt, at tað fer ikki at roynast so væl ímóti ÍF í ár, sum tað gjørdi í fjør, tá ið KÍ vann allar tríggjar ferðirnar á fuglfirðingum. Tað var lítið veiggj í klaksvíking­ um, og í álopsspælinum vóru teir ógvuliga tunnir. Tað var sjáldan, at tað eydnaðist teimum at fáa skip­ að samanspæl í lag á fremsta trið­ inginum á vøllinum, og harvið sigur tað seg sjálvt, at tað næstan ikki kom fyri, at Jákup Mikkelsen í ÍF málinum varð settur undir trýst. Lítla løtu eftir, at ÍF hevði sett hol á, var Andy Olsen leysur í vinstru, men Jákup bjargaði meistarliga. Í fleiri ár hevur Frank Poulsen havt ilt við at vinna sær fast pláss millum teir fyrstu ellivu á ÍF lið­ num. Kortini hevur hann víst finan hugburð og arbeitt nógv og miðvíst bæði undir venjing, og tá ið hann hevur fingið møguleikan, og nú tykist tað sum um, at hann rættuliga hevur tikið av møguleikanum. Frank hevur verið við í øllum fýra landskappingardystunum og í steypadystinum ímóti EB/Streymi. Eina ferð er hann skiftur inn, og eina ferð er hann tikin út. Ímóti KÍ var Frank Poulsen alla tíðina á miðvøllinum, har hann spældi væl og krýndi avrikið við fínum máli, sum bar 1-0 ÍF leiðslu við sær. Ein annar av ÍF spælarunum, sum hevur verið rættuliga væl upp­ lagdur higartil í ár, er Karl Løkin. Hann átti sín lut í báðum málunum í 2-0 sigrinum. Í fyrra førinum átti hann send­ ingina í vinstra borð til Nenad Saric, sum sneiddi framvið verju­ spæl­aranum, áðrenn hann legði bóltin upp á tvørs, og tá var tað, at Frank Poulsen úr átjan metrum við rimmar skoti setti bóltin framvið gamla ÍF málverjanum Andras Gango, sum nú verjir KÍ málið. Lítla løtu undan steðginum varð KÍ stungið longri niður í sekkin. Karl Løkin sendi horna inn­fyri, og vinstri vongverjin, Jan Ó. Ellingsgaard, pannaði bóltin í KÍ málið. Eisini Jan Ó. Ellingsgaard er ein av fuglfirðingunum, sum hevur staðið seg væl í ár. Hetta var triðja ferðin á rað, at hann taldist millum málskjúttarnar! Eftir steðgin royndi KÍ at sprutta eina løtu. Men tað var skjótt, at tað aftur varð lítið bragdligt. Ov ofta miseydnaðust sendingarnar, spæl­ararnir fluttu seg ov lítið fyri hvørjum øðrum í framrættaða part­ inum, og sum tíðin leið, hevði einki forgjørt verið í tí, um tað heldur hevði verið heimaliðið, sum økti um leiðsluna, enn at teir bláu skoraðu og harvið aftur fingu spenning í. KÍ er triði aftast, og næstu vikur­ nar eru lyklauppgerðir á skránni, sum fara at hava stóran týdning fyri, um klaksvíkingar skulu sleppa úr botninum ella ikki. Leygardagin er TB í Klaksvík á skránni, og so eru tað NSÍ í Klaksvík, B68 á Toftum og FC Suðuroy í Klaksvík. Leygardagin verður toppdystur í Fløtugerði, tá ið grannarnir í Víkingi fara um Varmakeldueið at vitja fuglfirðingar! Mynd: www.nordlysid.fo ÍF hevur fingið takið á KÍ Fótbóltur Eingin tyngd og broddur var í álopsspælinum hjá klaksvíkingum ímóti ÍF, sum vit tryggum 2-0 sigri er partur av toppinum, meðan tað brennur undir KÍ B68 reisti seg úr øskuni Fótbóltur Toftamenn tryggjaðu sær fyrstu stigini, tá ið teir reistu seg, eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum ímóti NSÍ, sum í síðstu løtu misnýtti brotsspark