Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fundarsamtykt – landsfundur 2012 Samfelagsbúskapur og búskaparpolitikkur Sambandsflokkurin Hallið á fíggjarlógini skal fáast burtur í 2016. Neyðugt verður at leggja eina vakstrar- og produktivitetsstrategi fyri vinnuna. Vinnan skal rekast eftir marknaðartreytum og uttan rakstrarstuðul. Ríkisfelagsskapurin Sambandsflokkurin heldur fram við at menna samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at brúka allar møguleikar í sam­starvinum. Fiskivinnan Sambandsflokkurin tekur undir við, at: – Allur fiskur skal um føroyskan keikant fyri at skapa virðisøking í vinnuni. – Útlendskur ognarskapur í høvuðsvinnuni eigur at verða endurskoðaður. – Tilfeingisgjald verður lagt á makrelin í 2012. – Arbeitt verður við, at brúksgjøld verða løgd á rættindi, sum vit eiga bæði á nærog fjarleiðum og eitt brúksgjald verður eisini lagt á aldan laks. – Vinnan fær tryggar og støðugar karmar at virka undir – eisini aftaná 2018. Almannatænastur Tikið verður undir við at seta i verk eina nýggja pen­ sión­sskipan frá 1. januar 2013. Men broytingin í pen­sjóns­ aldrinum verður ikki sett í gildi í 2013. Heilsutænastur Virksemið og funktiónirnar á sjúkrahúsunum eiga at samskipast betri til gagns fyri tann, sum hevur tørv á hjálp og viðgerð – seta borgarin í fokus. Arbeiðast skal miðvíst við rehablitering/endurvenjing. Útbúgving Bygnaðarbroytingar verða framdar á fólkaskúlaøkinum fyri at effektivisera raksturin og menna fakliga umhvørvið í skúlunum. Arbeitt verður víðari við at endurskoða gymnasialu útbúgvingarnar og yrkisút­ búgv­ingarnar. Skipast skal miðnáms­ útbúgving fyri menningar­ tarnað og onnur við serligum tørvi og serliga tilrættalagdar útbúgvingar fyri hesar mál­ bólkar. Mentan Sambandsflokkurin ynskir at styrkja mentanararvin fyri at varðveita tað virðismikla í føroyskari mentan og sam­ leika. Harafturat ynskir flokk­urin at menna listina við at skapa góðar karmar fyri listafólk og harvið geva møguleikar fyri nýskapandi mentan og list í Føroyum. Sum part av arbeiðinum at styrkja okkara mentan og samleika, er peningur m.a. settur av til nýggjan Tjóðpall, sum farast kann undir at byggja í 2016. Umleggingar í almenna geiranum Neyðugt verður at fremja umleggingar og rationali­ser­ ingar í almenna geiranum og samtundis gera neyðugar íløgur. Harafturat verður neyð­ugt við samanleggingum av stovnum og betri sam­ skipan millum aðalráð og stovnar. Orkumenning Hildið verður fram at gera eina ítøkiliga langtíðarætlan fyri, hvussu íløgur í framtíðar orkuútbyggingar skulu gerast komandi 10 árini. Harafturat verður tikið undir við, at gjørd verður ein ætlan fyri, hvussu orkuøkið skal skipast, herundur um landsins leiklut í orkuútbyggingunum og um­skipanir av kommunala el-orkufelagnum SEV. Kommunusaman­legg­ ing og økis­menn­ing Tikið verður undir við til­ gongdini at leggja kommunur saman í størri búskaparliga og umsitingarliga burðardyggar eindir. Fólkavøkstur Tað verður neyðugt at skapa vinnuligt virksemi, opti­mera verandi vinnur, skapa attraktiv arbeiðspláss, skipa fleiri útbúgvingar og førleika­menning av ymiskum slag, tryggja alternativar bú­ staðar­møguleikar og annars raðfesta mentan og trivna. Ungdómspolitikkur Neyðugt er at geva før­oyska ungdóminum fleiri møgu­ leikar at nema sær hægri út- búgving í Føroy­um. Málið er, at øll skulu hava møguleikan at fáa sær eina miðnámsútbúgving. Sam­ bands­flokkurin vil virka fyri, at minka um ungdóms­ arbeiðsloysið í Føroyum. Samtykt á Landsfundi Sambandsfloksins Tórshavn á summarmála 2012 Í seinastuni hava tvey sera áhuga­ verd tiltøk verið fyriskipað av Hotel Føroyum og gastronomiska stuðulsbólkinum hjá stjóranum Johannes Jensen. Seinast í februar, saman við Bónda­felagnum, varð skipað fyri smakking av turrum kjøti frá átta gørðum ella høgum. Eitt sera spennandi kvøld, har umleið 300 gestir sluppu at royna seg og varð besta kjøtið hesuferð av Eiði. Eigarin av haganum greiddi frá, at hetta var av seyði, sum hevði gingið í 600-700 metra hædd. Hann greiddi frá, at vøksturin har uppi var annarleiðis enn á lægri lendi. Kaldari er har eisini, so tað vil siga, at vit næstan tosa um arktiskan seyð! Sera áhugavert. Eftir smakk­ ingina var ein forvitnislig før­ oysk matskrá og afturvið vóru føroyskar bjórframleiðslur. Sam­ anumtikið eitt sera væleydnað kvøld, sum væntandi verður tikið upp aftur í 2014. Vikuskiftið eftir var fyri aðru ferð – í samstarvi við Havstovuna – høvi hjá fólki at royna toskin av Føroya Banka. Áarstova var nær­ um fullsett trý kvøld á rað, har ungir kokkar royndu síni kynstur við hesari framúr rávøruna og væl hepn­aðist. Útlendskir gestir og tíðindafólk vóru eisini við, og vóru tey imponerað av toskinum, kokkunum og tænarunum. Hesi bæði kvøldini sýna, hvussu gastronomiska rákið her á landi veruliga hevur tikið dyk á seg. Úr fjalli í fjøru og á grunn­ um okkara hava vit nógvar av heim­sins bestu rávørum. Eisini eru vit byrjað at fáa eitt yngri ættarlið av kokkum og tænarum, sum veruliga “brenna” fyri yrki sínum. Tað má verða áhugavert og attraktivt hjá ung­um fólki at fara í kokka og tæn­ara­læru. Tað er ongin ivi um, at vit kunnu menna okkara gastronomiska støði nógv meira og sum veruliga kann verða eitt munandi íkast til ferða­mannavinnuna. Tað er sjálvandi nógv enn, sum ikki er í lagi og sum bøtast má um. Eg kann nevna nøkur mál : • Matstovur eiga ikki at gjalda meira enn 10 % í MVG • Alt grønmeti skal vera MVG frítt • Avgjaldið í Rúsini uppá vín og øl skal lækka, avgjaldið er alt ov høgt og útvalið av tí sama ikki nøktandi. • Ferðakostnaðurin til Føroya eigur at lækka munandi. Tá Iceland Express á sinni gjørdi at tú slapp fyri ca. 1.000,- Ís­land og retur viðførdi hetta hásesong heila árið fyri ferða­ mannavinnuna og matstovunar og er Íslendsk gastronomi idag á altjóða støði. Øll hesi mál liggja hjá Vinnu­ mála­ráðnum og eg heiti staðiliga á Johan Dahl um at geva teimum all­an møguligan ans og prioritet, Fyri at at vit øll kunnu tosa um gastronomi og gleð­ina við at njóta eina góða máltíð og kanska eitt glas av ár­gangs­ víni saman við familju og kenningum, skal kostn­ að­urin verða sámu­lig­ ir. Fyrst­ani tá kunnu vit fara at tosa um eina gastro­nomiska kollvelting. Vit mugu heldur ikki gloyma, hvussu stóran týdning og spin off effect føroysk gastro­nomi kann hava fyri okkara fiskaút­flutning og vørumenning yvirhøvur. Heldur ikki at gloyma at verða sjálv­ bjargin við grønmeti, í løtuni inn­ flyta vit fyri góðar 50 mió árliga av útlendskum grønmeti. Kortini vil eg siga, at vit eru á rættari kós og gastromiska framtíð Føroya sær spennandi út. Samleiki og gastronomi Johan Mortensen Alt grønmeti skal vera MVG frítt