fríggjadagur 20. apríl 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Flestu aðalráðini hjá landsstý
rinum hava fingið sær roynd
ar journalistar at hjálpa sær
skriva tíðindaskriv og lesar
abrøv fyri landsstýrisfólkini.
So skuldu vit kanska hildið,
at alt er í fínasta ordan, tá tað
eru roynd tíðindafólk, sum
skriva
fyri
politikararnar.
Men soleiðis er tað bara slett
og yvirhøvur ikki.
Skilið er í veruleikanum
ongantíð so ringt sum nú,
tí fjølmiðlarnir fáa í heilum
mainipulerandi tíðindaskriv
úr aðalráðunum. Stundum
eru tað viðmerkingar frá
landsstýrisfólkum til okkurt,
sum hevur verið frammi í al
menna kjakinum í bløðum og
á portalum. Og rættiliga ofta
»fegnast« landsstýrisfólk um
okkurt, sum tey hava gjørt og
halda vera so gott, at øll onn
ur skulu vita, hvussu glað
tey er, og viðhvørt royna
tey at fáa fjølmiðlarnar
orðarætt at bera tíðindi víð
ari, so tey verða vinklað júst
soleiðis, sum landsstýrisfólkið
vil hava tað.
Eitt dømi um tað er »tíð
indaskriv« frá »stjórnarsam
skiparanum«
hjá
Karsten
Hansen um brilluískoyti til
pensjónistar og børn undir
16 ár. Har verður greitt frá,
at hesi nú fáa hægri ískoyti
til brillur. Men tíðindaskrivið
sigur einki um, at tey millum
16 og 67 ár verða við sviðusoð
og fáa nú einki.
Fíggjarmálaráðið
sendi fríggjakvøld
ið 13. apríl klokkan
23:14 út eitt tíðinda
skriv, sum verjir av
gerðina um at niðurleggja
eitt nú Landsbankan. Fyri
tað fyrsta er tað eitt løgið
tíðspunkt at senda út tíðind
askriv – og tað er ikki fyrstu
ferð – og tað er uttan iva
beinleiðis ætlað tí ókritiska
partinum av pressuni so sum
Vágaportalinum. Við at senda
út seint fríggjakvøld, so slepp
ur fíggjarmálaráðharrin und
an
næskum
spurningum
frá Kringvarpinum, Rás2 og
bløðunum.
Slík framferð er ikki bara
óheppin,
men
beinleiðis
óhugnalig, og løgmaður átti at
hugt í leiðreglurnar fyri góðan
fjølmiðlasið – og givið lands
stýrisfólkum og aðalstjórum
eitt eintak av reglunum, tí
spinndoktararnir í ráðunum
kenna eftir øllum at døma
ikki hesar leiðreglur.
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í »Eygamálinum« á síðu 18 í dagsins
blað førir Jan Otto Holm, sum virk
ar sum óheftur fíggjarráðgevi, fram
sera áhugaverd sjónarmið um,
hvussu neyðugt tað er at stimbra
búskapin, tá tað leikar hart á bú
skaparliga, so sum vit hava sæð tað
seinastu tíðina – bæði her á landi
og ikki minst úti í heimi, har støðan
nógva staðni er munandi verri enn í
okkara lítla búskapi.
Men tað tykir, sum onkur so feg
in vil gera sær dælt av støðuni – og
vil mála ein ávísan upp á veggin
sum skálkaskjól fyri at broyta væl
ferðsamfelagið til eitt annað sam
felag, sum ikki er samhaldsfast, og
har samfelagsvirðini í nógv størri
mun verða tillutað ávísum sam
felagsbólkum, og har ávisir bólkar
hava nógv betri atgongd til felags
virðini.
Ongantíð áður hava so nógv
lærd fólk funnist so nógv at rikna
fíggjarpolitikkinum, sum hjá hesum
landsstýrinum. Stóru broytingar
nar við flatskattinum og straks
skattingini av pensjónunum hava
fingið harðan kritikk, men tað rínur
ikki við, tí fíggjarmálaráðharrin og
fylgisneytar hansara, løgmaður,
Jenis av Rana og Kári Post halda
seg eyðvitað duga betur.
Jan Otto Holm vísir í »Eygamáli
num« á, at tjóðarbúskapur er ikki
húsarhaldsbúskapur, og at tað er
grundleggjandi skeivt, tá politikarar
blanda hetta saman. Hann vísir á, at
í einum tjóðarbúskapi er alneyðugt,
at hallið stundum er stórt fyri at
halda samfelagshjólini gangandi.
Og at hetta førir við sær skuld er
ikki ein trupulleiki, og at tað í løtini
er neyðugt.
Tað tykir, at mangan verður ar
beitt fram eftir fummum. Danir
plaga at siga, at målet helliger mid
let, og tað er júst tað, sum mangan
tykist sum skjaldrarmerkið, heldur
enn at halda aftur, meðan hjólini
mala skjótt og seta meira almenna
ferð á, tá samfelagshjólini mala
seinni.
Tað er ørkymlandi, at visións
loysið er so stórt í nógvum av teim
um fráboðaðu sparitiltøkunum hjá
landsstýrinum, og tað kann koma
landsstýrinum aftur um brekku.
Fakfeløgini hava boðað frá hørð
um mótmælum – serliga eftir at
Ingeborg Vinther, her í blaðnum
mánadagin mælti til uppreistur
móti samgonguni.
Vit fáa so at síggja, hvussu leik
ur fer. Men tað hevði sømt seg av
landsstýrinum at verið meiri semju
søkjandi – og ikki at framt kollvelt
andi broytingar í óðum verkum við
smølum meiriluta.
Skal fólkið ikki missa álitið á
politisku skipanina, so má sam
gongan taka sær aðrar partar fyri
og draga eina línu. Boðini til pol
itisku skipanina eru tí einføld:
Stimbrið búskapin heldur enn at
køva hann!
Tjóðarbúskapur er ikki
húsarhaldsbúskapur...
Tá tað vóru Jógvan Arge og
Hilmar Jan Hansen sum út
varpaðu dystir, fekst tú alla
tíðina at vita, hvussu støð
an var. Men nú haltar, tí tað
kunnu ganga fleiri minuttir
ímillum, at teir siga frá, hvør
støðan er, og hvussu støðan
broytist, tá mál verða skor
að. Soleiðis var í fyrru mans
hondbóltsfinaluni
miku
kvøldið.
– Vælsignaðu tit bøtið um
hetta til seinnu finaluna!
Sigið støðuna!
Ein
blokkur og
annar
Jógvan Sundstein
Tíðargrein á síðu 19
List,
vísindi ella
ideologisk
herferð
Øssur kjølbro
Síða síðu 20
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Manipulerandi spinndoktarar
Greið boð: Styrkið búskapin
Í morgin
veðrið
sunnudagin
lufttrýstið
mánadagin
Veðrið í morgin:
Andøvsgul upp í ein strúk
av landnyrðingi, um kvøldið
upp í hvassan vind. Ælingur,
partvís vátakavi, men eisini
sólglottar og hitin millum 2
og 5 stig.
Veðrið sunnudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av
landnyrðingi og sólglottar,
men eisini okkurt ælið. Hitin
millum 3 og 6 stig.
Veðrið mánadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av
landnyrðingi og yvirhøvur
turt og sólglottar, Hitin
millum 2 og 5 stig.
7-12 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s
13-18 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s
2/5 °C
3/6 °C
2/5 °C
Veðrið týsdagin og
mikudagin:
Strúkur í vindi av
landnyrðingi, mikudagin upp
í hvassan vind. Lítið ella einki
avfall og hitin millum 2 og
6 stig.
Síðstu nátt:
Eitt lágtrýst, 987 hPa.
við Ongland fer spakuliga
norðureftir.
Komandi nátt:
Lágtrýstið við Vestur-Noreg
kemur spakuliga hendavegin
og grynnist.