fríggjadagur 20. apríl 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Fyri fyrstu ferð í 42 mánaðir kann staðfestast, at tað eru fleiri løntakarar
samanborið við sama mánaða árið fyri. Tað vóru 23.153 løntakarar í
januar 2012, sum er 18 fleiri enn í januar 2011. Vøksturin er 0.1%. Tann
lítla framgongdin er í fiski- og alivinnuni og í almennum tænastum.
Børnini flutt í høli
í grannalagnum
Randi Jacobsen
1. januar yvirtók Tórshavnar
kommuna dagstovnin Birki
lund á Hoyvíksvegnum, og
stutt eftir kom undan kavi,
at stovnurin var illa fongdur
við blámusoppi.
Tað hendi, eftir at Arbeiðs
eftirlitið hevði verið á vitjan,
biðið kommununa um at
gera kanning, sum varð gjørd
beinanvegin. Kanningin var
av inniluftini.
Vit staðfestu, at inniluftin
ikki var tann besta og at lata
trý rúm aftur beinanveg
in, sigur Harald Bjørgvin,
deildarleiðari á húsaumsit
ingini hjá Tórshavnar býráð.
Kanningarnar vístu, at
serliga í teimum trimum
rúmunum vóru virðini í
luftini oman fyri vandamark,
men luftin var heldur ikki ov
góð í øðrum rúmum.
Tí varð farið í hernað
móti soppinum við at vaska
upp og niður. Hetta var ikki
vanligt upp og niður vask,
men tríggjar ferðir meira
umfatandi.
Vaskið hjálpti í fleiri rúm
um, men í trimum rúmum
var ikki nóg mikið við vaski.
Tey rúmini krevja stórar
ábøtur.
Komið varð eisini eftir, at
fleiri lekar vóru í takinum, og
tað hevur likið í fleiri ár.
Samstundis
sum
allur
stovnurin varð soppavaskað
ur, vóru lekarnir eisini tettir.
Harald
Bjørgvin
sigur,
at hildin varð ein góður
kunnandi fundur fyri for
eldrum
og
starvsfólkum,
og á tí fundinum vóru eis
ini Arbeiðseftirlitið og Pál
Weihe, yvirlækni, sum greiddi
frá heilsuvandum.
Hesin fundur varð hildin,
áðrenn
vaskingin
fór
í
gongd.
Starvsfólkini og børnini
kundu ikki vera á stovninum,
meðan vaskað varð, men tað
eydnaðist at finna høli ikki
so langt frá Birkilund til
teirra.
Tá ið rúmini vóru liðugt
vaskað, var hurðin latin aftur
fyri at sleppa undan smitt
andi bakterium, áðrenn eftir
mátingarnar vóru gjørdar.
Tølini eru nógv batnað,
men stórar ábøtur mugu
gerast á tey trý rúmini.
Hvat tað fer at kosta, veit
Harald Bjørgvin ikki enn.
Herfyri
segði
Heðin
Mortensen, at um kostnað
urin fer um 10 mió. krónur,
eigur at verða umhugsað at
taka húsið niður og byggja
nýggjan stovn í staðin. Tey
orðini mugu standa fyri
borgarstjórans egnu rokning,
sigur Harald Bjørgvin.
Umsitingin fer í næstum
at gera eitt tilmæli um
stovnin, og hetta tilmælið
skal viðgerast í nevndum,
áðrenn tað eina ferð í næsta
mánaði verður lagt fyri
býráðið.
Harald Bjørgvin kann ikki
siga, hvat umsitingin fer at
mæla til, tí tilmælið er ikki
skrivað enn.
Hann rósar annars starvs
fólkunum í Birkilund fyri
forstáilsi og samstarvsvilja
í hesi støðuni, sum hevur
verið trupul.
Blámusoppur Í mai verður politisk støða tikin til, um dagstovnurin
Birkilund í Havn skal umvælast ella takast niður
Byggja
undir
Fossum
Í
sambandi
við
vegagerðina Undir
Fossum/Oman Eið
og Niðan Horn í
Klaksvík
eru
út
stykkjað
til
íalt
19
sethúsagrund
stykki. Tey flestu
grundstykkini eru
4-500 fermetrar til
støddar. Nú sæst
eisini, at byggivirk
semi er byrjað. Sølan
av hesum grund
stykkjum fer fram
eftir grundstykkja
listanum, sum fyri
hendan partin er
umleið
300
um
søkjarar. Tekniska
Umsiting býráðsins,
ið
umsitur
hesa
sølu, upplýsir, at í
løtuni eru umleið
tveir triðingar av
stykkjunum seldir.
Samstarv
við Ísland
Føroyska
og
ís
lendska fólkayvir
litið eru farin at
samstarva.
– Tøkniliga og
løgfrøðiliga er Ís
lendska landsfólka
yvirlitið á tí støði,
har føroyingar vóru
fyri góðum 10 árum
síðani. Vit kunnu
læra nógv av før
oyingum á hesum
øki, sigur Haukur
Ingibergsson stjóri
á Þjóðskrá Íslands
við Morgunblaðið.
Nýggja
lands
fólkayvirlitsskráin,
sum
Umhvørvis
stovan tók í nýtslu
á sumri í fjør, hevur
vakt ans í Íslandi, og
Føroyar hava verið
ígjøgnum júst somu
tilgongdina,
sum
stendur fyri framm
an í Íslandi, skrivar
Morgunblaðið.
1. januar yvirtók Tórshavnar kommuna dagstovnin Birkilund á Hoyvíksvegnum, og stutt eftir kom undan kavi, at stovnurin var illa fongdur við blámusoppi