Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Kommunusamanlegging Sum kunngjørt av Innlendismálaráðnum verður vegl. fólka- atkvøða um kommunusamanlegging hósdagin 3. mai 2012. Valt verður soleiðis: 1. Fólk í Havn, Norðradali, Koltri, Hoyvík, á Hvítanesi og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi 2. Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum 4. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak 5. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði 6. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað 7 Fólk í Hesti velja í bygdarstovuni í Hesti 8. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy Atkvøðugreiðslan verður frá kl. 10.00-20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg. Tey, sum vegna sjúku ella av øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Snarskivuni, telefon 302010, til dagin fyri valið. Samstundis verður boðað frá, at valkort til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging eru send teimum, ið standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum. Valnevnd Tórshavnar býráðs tórshavnar kommuna