Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 46 · 20. apríl 2012 2 VIKUSKIFTI Eg havi tørv á at fáa eitt vanligt lív aftur og eitt privatlív, eg kann verða kentur við. Landsstýrismaðurin Johan Dahl, sum gevst í politikki eftir hetta valskeiðið Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Guðrið Hansdóttir ger alt meira vart við seg uttanlands. Seinastu mánaðirnar hevur hon búð í Íslandi, har hon hevur gingið á tónleikaskúla, og hon hevur samstundis roynt at vunnið fram sum tónleikari – og tað hevur gingið sera væl. – Eg havi havt nógv fleiri fram­ førslur, enn eg hevði roknað við framman­undan, sigur Guðrið. Hon hevur spælt á nógvum spæli­ støðum í Íslandi, hennara tónleikur hevur eisini verið at hoyra í útvarpi, og Morgunblaðið hevur givið hennara sein­astu fløgu sera gott viðmæli. Á ferð Komandi mánaðin fer Guðrið at ferðast við sínum tónleiki í Europa. Hon hevur samstarv við týska plátufelagið Beste!Unterhaltung, sum hevur givið hennara fløgu út í Týsklandi, Sveis, Benelux og Finnlandi. Hetta samstarv hevur nú við sær, at Guðrið fer at spæla ymsastaðni í Týsklandi, Sveis og Finnlandi komandi tíðina. Fyrsta konsertin var í Munchen mikukvøldið, og Guðrið skal eisini spæla í Nurnberg, Weimar, Bayreuth og Gunzenhausen. Síðst í hesum mánðinum spælir hon nakrar konsertir í Sveis, og síðani gongur leiðin til Finn­ lands at hava sjey framførslur. Eftir hesa konsertferð fer Guðrið aftur til Íslands, har hon skal í upp­ tøkuhølini at arbeiða við sínari fjórðu útgávu, ið ætlandi skal koma út í vetur. Fólkið ræður í Føroyum Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Arnfríð Lützen / Mynd: Heinesen Myndir klumman Barbara Holm Føroyska songkvinnan er farin á eina mánaðarlanga konsertferð í Týsklandi, Sveis og Finlandi – og eftir tað fer hon aftur í studio at taka tónleik upp Guðrið sveimar kring Europa Síggi hesa myndina javnan ferðast runt á Facebook. Síggi hvønn dag fleiri føroyingar, sum kæra sína neyð og frustratiónir umvegis Facebook. Og hvønn dag eru viðmerkingar gjørdar á portalum, har týðilig tekin eru um, at fólkið er troytt av at vera stýrt, sum tað hevur verið seinastu tíðina. Hendan myndin sigur í veruleikanum rættiliga nógv um støðuna, sum vit í dag finna okkum í. Vit skelda á Facebook – men vit gera einki. Vit hoyra politikarar skelda inn á sína egnu samgongu – men teir gera einki. Vit síggja fakfeløgini skelda umvegis bløðini – men tey gera einki. Tað kann tykjast sera ørkymlandi at fylgja við gongdini í Føroyum. Tað er jú eitt lítið land, og ein skuldi trúð, at ein rødd hoyrist betri í Føroyum, enn hon ger í Danmark. Men hví ger eingin nakað? Jú, vit stovnseta eina rúgvu av Facebook bólkum og skriva nøkur lesarabrøv, men eg haldi tíðin hevur prógvað, at í Tinganesi leggja tey ikki í orð. Hví finnast tað ikki fólk ella fakfeløg, sum bart út langa nevan í borðið og siga, at nú er nokk! Vit tíma ikki meira! Vit finna okkum ikki í hesum! ? Antin má onkur gera okkurt, ella mugu tey ónøgdu skriva sum mest og minnast til hetta, tá ið krossurin skal setast. Men eg haldi, tey flestu kunnu staðfesta, at fleiri hava víst sína ónøgd, fleiri hava víst politikarunum, at tey trúgva teimum ikki longur, og at tey eru vónbrotin av teirra ætlanum – men hetta rínur ikki við. Teir leggja ikki í. Tí eru orð fátøk í hesum døgum. Vit kunnu jú bara traðka av plankanum – so dettur samgongan niður. Tí í Føroyum eru tað altso føroyingar sum ráða – enn... Sum onkur segði – Fólkið skal ikki ræðast ein leiðara, leiðarin skal ræðast fólkið! So segði hann... Guðrið Hansdóttir spælir komandi tíðina konsertir kring í trimum europeiskum londum