Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Av tí at Posta er stongt miku­ dag­in, flagg­dag­in, verða eingi bløð borin út – hvørki til hald­arar ella leysasølu. Sos­ialurin kemur tí ikki út mikudagin. Næsta blaðið kemur út fríggj­ a­dag­in sum vanligt við Viku­skif­t­is­blað­num. Sosialurin mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Seinastu dagarnir hava vit upplivað tætt­ar og dram­at­ isk­ar ho­nd­bólts­fin­al­ur hjá monn­um. Og sunn­u­dag­in fall FM-av­gerð­in um­síð­ir. H71 vann triðja fin­al­u­dyst­in, og so eks­plod­er­aði alt í sig­ ur­srómi í høllini í Kollafirði. Suni Merk­i­s­tein og Jon­leif Só­lsker høvdu fína frásøgn frá spenn­andi dyst­inum, og júst sum dysturin var bríksl­að­ur av, og vit gleddu okk­um at fáa reaktiónir frá ov­ur­fegn­um – og vón­brotn­ um – spæl­ar­um, mátti Suni Merkistein snópisliga bróta frásøgnina av, tí hann skuldi seta aftur til Havnar, »har vit skulu hava tíðindi«, sum hann mál­bar seg. Men tað vóru ikki tíðindini, sum bíð­ aðu klokk­an 17.40 í Sort­u­ díki. Nei. Og nú er tað, at tað verður fullkomiliga ó­skilj­ andi. Ein endursending av røð­ini »Adam og Eva og øll hini« var á skránni. Ársins mest spenn­andi frásøgn varð kvett av, tí ein end­ur­send­ing skuldi send­ast ístaðin. Hvør tók hesa avgerð, vita vit ikki, men vit siga bara eitt – tað var ó­fati­liga pín­ligt og flóv­ is­ligt. Suni og hansara fólk vóru púra ósek, tí tey fingu bara boð­ini um at gevast. Onk­ur má hava tosað við stór­um bók­stav­um eftir hesa av­gerð, tí eftir fimm min­utt­i­r um Jo­hann­es Doyp­ara­n, varð sett aftur til Koll­a­fjarðar fyri at fáa reak­ti­ón­ir frá hond­ bólts­fin­alu­ni. Tá var tað ógv­ u­lig­asti róm­ur­i­n farin, men hó­ast alt fingu vit lurtarar nakr­ar reak­tió­n­ir – tíbetur! Tann, sum syrgdi fyri, at bróta hond­bólts­frá­søgn­ina av fyri at seta eina end­ur­ send­ing á, eig­ur ikki bara at hava reyð oyru í dag – hann átti eis­ini at havt reyða reyv, eft­ir at ver­ið flongdur! Tað er altíð gott at fáa rós fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði. Men tá tú sjálvur fert út alment og rósar tær sjálv­um – ella enn verri, at tú be­tal­ir fólki fyri at rósa tær sjálvum, tá verð­ ur bitin heldur beiskur. Men leygardagin sendi Sam­bands­ flokk­ur­in á Christiansborg út tíð­ind­ a­bræv, har kunngjørt verð­ur, at tað als ikki er Aksel V. Jo­hann­e­sen ella Sjúrður Skaale, sum hava æruna av, at Dan­mark ikki fer at atkvøða »ja« í ES-ráð­harra­ráð­num í makr­el­mál­i­ num, men at Ed­mund Joensen eigur alla ær­una. Sambært Edmundi Joensen, so hava hann og Vinstri flokkurin havt sam­ráðingar við donsku javn­að­ar­ stjórn­ina og hava avrátt, at danska stjórn­in skal atkvøða blankt. Tí var tað bara eitt politiskt bluff hjá Aks­e­li V. Johannesen, sum í løtuni er fólk­a­ tings­mað­ur ­fyri Sjúrð Skaale, tá hann í evr­o­pa­nevnd­ini í Fólka­ting­i­num fríggj­a­dag­in at­kvøddi í móti at geva stjórnini hesa heim­ild. Saman við Aksel Jo­hann­e­sen at­kvøddu eisini bæði tey grøn­lendsku um­boðini ímóti. Hevði stjórnin ikki fingið stuðul frá Vinstra, so hevði málið fallið í nevnd­ini, og so mátti stjórnin biðið um nýggja heimild. Men tað tykist rættiliga løgið, at Vinstri og Edmund Joensen nú brád­ liga draga somu línu sum stjórnin. Edmund Jo­en­sen hevur ferð eftir ferð ver­ið eft­ir Sjúrði Skaale fyri at gera ov lítið og hart­að hann fyri at stuðla eini stjórn, sum vil boykotta Før­oyar. Men vit kunnu ikki trúgva øll­um, sum Edmund Joensen – og journ­a­ list­ur­in hjá honum á Christiansborg – siga, tí teir mótsiga sær sjálvum. Tann 13. jan­uar sendi Skriv­stov­an hjá Sam­bands­flokk­inum á Christ­i­ans­ borg út eitt tíðindabræv, har kunn­ gjørt varð, at øll andstøðan í Fólk­ a­ting­i­num er ímóti, at ES vil revsa Før­oyar. Í sama viðfangi varð boð­að frá, at Sambandsflokkurin hevði gjørt semju við Vinstra, Kon­serv­a­ tiva Fólkaflokkin, Liberalu Alli­ansu og Danska Fólkaflokkin um, at ES ikki skal seta revsitiltøk í verk í­móti Føroyum. Orð­arætt segði Edmund Jo­en­sen, at tað er at fegnast um, at flokka­r­nir halda saman í hesum máli, ið hev­ur so stóran prinsipiellan og bú­skap­ar­ lig­an týdn­ing fyri Føroyar. Men hetta passaði als ikki. And­ støð­an vil revsa Føroyar hart, meðan Vinstri er í parti við stjórnini, sum vil eina millumloysn. Tað sær veruliga út til, at á­virk­an­in hjá Sjúrði Skaale hevur havt úr­s­lit. Eyðvitað hevur landsstýrið eis­ini gjørt sítt stóra arbeiði. Men tað tyk­ist heldur mót­ fall­ið, tá ein fólk­a­tings­maður skal nýta so nógva orku upp­á at seta hin fólkatingsmannin í ringt ljós. Vís teg sum ein mann, Edmund. Tak saman hendur við hinum fólka­ tings­mann­i­num til gagns fyri Før­oy­ ar. Tá verður ikki neyðugt við sjálv­ rósi! Við samstarvi var ikki neyð­ugt við sjálvrósi Edmund! Tollvaldið fang­ aði í morgun ein mann við 100 grammum av hassji Randi Jacobsen Tá ið Norrøna kom á Havn­ ina tíð­liga í morgun, og ferð­a­fólkið fór í land, hildu toll­ar­ar­nir trim­um fólk­um aft­ur, tí toll­ar­ar­nir høvdu illgruna um rús­evn­is­smugl­ ing. Politiið handtók tey trý fól­k­ini, og tollarar og pol­itist­ar fóru við einum av teim­um handtiknu á Lands­sjúkr­a­hús­ið at kanna mann­in innvortis. Kanningin gekk skjótt, og fun­n­in vórðu 100 gramm av hassji innvortis á mann­ i­num. Bara hesin maðurin er skuld­settur fyri smugl­ing­ ina. Hini vórðu handtikin, tí tey fylgd­ust við tí skuldsetta mann­inum, men vóru latin leys aftur. Tað verður einki grund­ lóg­ar­hoyr um hetta málið. Øll tey handtiknu vóru før­oy­i­ngar. Politiið heldur, at ætl­ anin var at selja tey 100 gramm­ini av hassji í Før­oy­ um. Krógvaði hassjið innvortis Sjálvrós ella politiskt spinn Flóvisligt Kringvarpið! Ball fyri eina millión í Havn Heðin Mortensen kjak á síðu 28 Kom­ mun­an skal skína Mortan RAsmussen kjak á síðu 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eingi bløð flaggdagin