Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í 2007 vórðu sáttmálarnir hjá Almanna- og heilsu­ røktara­felagnum og Føroya Psykia­t­rifelag skrivaðir sam­an, og harvið byrjaði til­gongdin at leggja feløgini sam­an. - Tað varð hildið at vera rætt at leggja feløgini sam­ an, tí heilsu­røkt­ara­rn­ir vóru í tveimum ymisk­um feløg­ um, alt eftir hvar teir ar­ beid­du, sigur Maj­britt Mohr, sum er for­kvin­na í saman­ lagda felag­num, Heilsu­ røkt­ara­felagnum. Formliga samanleggingin fór fram á aðalfundi á Hotel Før­oyum leygardagin. Tá var aðalfundur, við­ tøkur­nar vórðu staðfestar, og felagið fekk nevnd. Frammanundan hava eyka­aðal­fundir verið í báð­ um feløgunum. Nevndin í Heilsu­røktara­ felag­num er: Maj­britt Mohr, forkvinna, Kerst­in Laksáfoss, Jóhanna Hen­ rik­sen, Sveinbjørn Olsen og Gun­vør Sigurðsson. Randi Jacobsen Eina ferð hevði Mortan Juste­sen á Morskranesi dun­ nu­farm, og væl gekk at selja dunnur. Tað skeiðið var­di i 10 ár, men so gavst hann. Fyrraárið byrjaði hann aft­ur, men hesa ferð við høn­ um. - Í fjør hevði eg 200 høn­ur, og nú eru tær um 400. Gong­ ur sum ætlað øki eg um talið, sig­ur Mortan Justesen. Høsnarhús hansara er eitt fyrrverandi seyðafjós norð­ an fyri Morskranes. Hønurnar liva frítt. Inni er matur og vatn, og tær kunnu fara inn og út, sum tær vilja. Einki við at hønurnar verpa á nakað band. Vanliga verpa tær um morgunin, tá ið ljóst er, og so fara tær út. Hønurnar verða tí ikki útslit­ nar. Hønurnar fáa full­korns­ fóður, sum inniheldur øllum vita­mninum, sum hønunum tørvar. Økið uttan um er óav­ mark­að. Mortan Justesen heldur, at hønurnar trívast væl, og tær fara út í øllum veðri. - Hetta er ein roynd hjá mær, men eg haldi, tað fer at mala runt hjá, sigur Mortan Justesen. Hann hevur verið runt í landinum og keypt sær høn­ur, og ætlan hansara er at gera kynsbótararbeiði fyri at fáa fleiri hønur við góða og rætta sinnalagnum. Tað tekur trý ættarlið at fáa rætta upp aftur. Í høsnarhúsinum norðan fyri Morskranes eru okkum um 18 hønur fyri hvønn hana. - Eg haldi ikki vit kunnu koma nærri náttúruni enn við hesum høsnabrúkinum, og hønurnar fáa ongan heili­ vág, sigur Mortan Justesen. Eggini selur hann í FK, og í prísi er hann førur fyri at kappast við donsk vist­ frøðilig egg. Fakfeløg løgd saman Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag hava nú endaliga lagt saman í Heilsurøktarafelagið Hønurnar liva fría lívið Tær 400 hønurnar hjá Mortani Justesen á Morskranesi verpa væl Eyðun Klakstein Útbyggingarætlanin fyri fótbóltsstadion er í trim­um byggistigum, og ítøkili­gar fyrireikingar verða longu gjørdar til fyrs­ta byggistigið. - Klaksvík hevur upp gjøg­num søguna havt nakr­ar sterkar traditiónir sum­ býur, sum hava eyð­kent og framvegis í dag eyðkenna býin og fólkið her. Ein av hes­um traditiónum er ítrótt­ur­in og ikki minst fót­bólt­urin. Vónandi er hetta byrj­ an­in til eina enn meira spennandi framtíð hjá fótbóltinum og ítrótti­ num sum heild her í Klaks­víkar Kommunu, sig­ur Gunvá við Keldu, borgar­stjóri. Fyrsta byggistig í ætla­ n­ini er at gera eitt nýtt ský­li sunnan fyri fót­ bólts­vøll­in, við síðuna av KÍ-høll­ini. Fjepparar hjá KÍ hava í eina tíð savna peng­ar til hetta skýlið. Annað byggistig er at gera skýli aftan fyri báðar endar­nar á vøllinum, og triðja byggistig er at samanbinda alla út­bygg­ ingina til eitt innilokað stad­ion við sløkum 2000 siti­pláss­um. Einki áramál er sett á verk­æt­lanina, og ætlanin verð­ur leystliga mett at kosta 40 milliónir krónur saman­l­agt. - Eg haldi, at hetta er ein sera góð og realistisk ætl­an fyri eini útbygging av fótbóltsøkinum í Klaks­vík. Fjepparafelagið hjá KÍ er farið undir at savna peng­ar til fyrsta byggistig, grunn­ar eru at søkja um peng­ar, og Klaksvíkar kommu­ na skal eisini verða ein viðspælari. Eg rokni við, at um eini sjey ár eru vit komin væl á­leið­is við hesi út­bygging, sigur Jógvan Skorheim, vara­borgar­ stjóri í Klaksvík. Stadionætlanin, sum arkitektafyritøkan Fugl­ ark hevur gjørt, varð løgd fram á kunnandi fundi í Býráðshøllini fríggja­ dagin. Nýggjar stadion­ ætlanir í Klaksvík Stadion Fótbóltsvøllurin í Klaksvík skal innilokast og hava sløk 2000 sitipláss. Tað er kjarnin í eini nýggjari útbyggingarætlan, sum er løgd fram Soleiðis sær endaliga projektið fyri stadion í Klaksvík út