Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Postboks 39 · FO-520 Leirvík · tel. 41 42 43 · irf@irf.fo · irf.fo Nú er lættari at sleppa av við hvíta posan IRF hevur fingið nýggjar bilar við tveimum lastarrúmum at heinta ruskposar við. Nýggju bilarnir kunnu tí taka gráa posa og hvíta posa samstundis. Tá hvíti posi er hóskandi fullur, setir tú hann til gráa posa, tann dagin grái posin verður heintaður. Tú fært 13 hvítar posar um árið. Allar innsavningarleiðir verða broyttar í hesum sambandi. Nýggjar innsavningarleiðir verða lýstar í bløðunum og liggja á heimasíðuni www.irf.fo. Í Suðuroy verður hvíti posi tó enn sum áður heintaður fjórðu hvørja viku.