Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Ferðavinna ongan áhuga Per Højgaard, journalistur og spinn­dokt­ari hjá Edmundi Jo­en­sen, fólka­tings­manni, før­ir fólk­a­tings­mann­in í ó­føri. Tað heldur í øllum før­um Sjúrður Skaale, hin fólka­ tings­mað­ur­in hjá okk­um. Hann hev­ur fleiri ferð­ir víst á, at eft­ir hansara tykki er einki høpi í tí, sum Per Høj­ gaard skriv­ar fyri Ed­mund Jo­en­sen. Á Facebook fyrr í vikuni skriv­ar Sjúrður Skaale so­ leið­is: »Eg tími ikki longur at kjak­ast við Ed­mund og hans­ara PR-mann – men for the re­cord: Eg kann vátta, at Ed­ mund Jo­en­ s e n ALD­R­I­N hev­ur ver­ið til stað­ ar, tá hetta mál er við­gjørt í donsk­um nevnd­um. EINKI skjal frá Ed­mundi er at finna um hetta mál hjá nakr­ari nevnd. Ed­mund hev­ur held­ ur ikki ver­ið í sam­band við »síni fólk« í Eu­r­op­a­parl­a­ mentinum. Og hann hevur ONGA á­virk­an havt á tað eftir mín­ um tykki nøktandi støð­u­tak­ an­ina hjá donsku stjórnini. Edmund (ella kanska ser­ liga PR-mað­ur­in) hava bara sent út tíð­ind­a­skriv. Tey hava verið ósonn, sjálv­mót­sig­andi og hava bara havt eitt end­ a­mál – og tað er parta­pol­i­ tikk­ur. Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað aftur: PR-maðurin før­ir Ed­mund í óføri!« Edmund Joensen skjýt­ur tó aft­ ur eftir S j ú r ð i Skaale á Fac­e­book: – Sjúrður Skaale er for­mal­ ist­isk­ur. Hongir seg í re­fe­rat frá nevnd­ar­fund­um. Hann vil flyta pappír úr ein­um bunka í ann­an. Tað er als ikki har, ið pol­i­tikk­ur á Christiansborg verð­ur rikin. Málini verða í stór­an mun avgjørd við ting­ ing­um tvørt­ur um floks­mørk, áðrenn tey koma fyri í nevnd­ um. Tað er í ting­ing­um, man fær ávirkan. So er tað hetta aft­ur­vend­ andi prát­ið um PR-menn, ið SS sum fyrr­ver­andi spinn­ dokt­ari hjá Høgna Hoy­dal og An­finni Kalls­berg fram­veg­is er so upp­tik­in av. Eri spentur uppá, um SS fer at greiða frá, at hann hev­ur ein fyrr­ver­andi kring­ varps­mann, ið eis­ini hev­ur skriv­að fyri Sos­i­al­in, á løn­ ar­lista sín­um niðri á Christ­ i­ans­borg. Tað er ein veruleiki, at SS hev­ur fleiri fólk at hjálpa sær við skriv­ing og persónligari pro­fi­ler­ing. Men, sum orð­ a­tak­i­ð sig­ur: Man eigur at vera var­in at kasta við gróti, tá man sjálv­ur býr í glashúsi. Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hóast nógv er broytt til tað betra síðstu árini í føroyskari vinnu, har fleiri mon­o­pol eru avtikin, so eru før­oy­ing­ar fram­veg­is í stór­an mun fjøtr­að­ir í mon­o­pol- og duo­pol­fell­ um. Á bankaøkinum ræður duo­ pol – sum fyri brúkaran er eins ringt og mon­o­pol. Sama skilið er á olju­markn­að­i­num, og á matvøru­ markn­að­i­num eru vit við at fáa mono­pol­støðu, tí hand­ils­lív­ið verð­ur kon­sen­trer­að á fá­um hond­ um. Hetta hend­ir alt við gald­andi markn­að­ar­mek­an­ism­um. Á flogferðsluøkinum ræður eis­ ini mon­o­pol­støða. Vit hava bert okk­ara egna tjóð­ar­flog­fel­ag, sum lands­stýr­ið eig­ur størsta part­in av. Pri­v­at­i­ser­ings­til­gongd­in, sum und­ an­farna lands­stýr­ið setti í gongd, tyk­ist end­a­liga verða steðg­að við borg­ar­ligu sam­gong­uni, sum tyk­ist einki vilja broyta – men held­ur at tjóð­ar­taka flog­fel­ag­ið aftur, so tað bara verður alment. Soleiðis hava vit nú ein eigara, Vinnu­mál­a­ráðið við Johan Dahl sum lands­stýr­is­manni, sum bæði eig­ur flog­fel­ag­ið, og sum ger av, um nak­ar slepp­ur at kapp­ast við flog­fel­ ag­ið. Og tann viljin er ikki til stað­ar. Lands­stýr­is­mað­ur­in hev­ur sagt, at skal nakar kappast við At­lants­flog, so skal tað vera »undir somu treyt­ um« sum At­lants­flog. Og tá hann hugs­ar um treyt­ir, so mein­ar hann við, at ein­hvør kapp­ing­ar­neyti hjá At­lants­flog skal tving­ast til at á­taka sær allar tær keð­i­ligu upp­gáv­ur­nar, sum At­lants­flog hev­ur. H e t t a tykist rætti­liga rang­vørt, men er eitt symp­t­om uppá, hvussu galið tað gong­ur við mon­o­poli, og tá vit hava ei­g­ar­ar – í hes­um føri pol­it­ik­ar­ar – sum dyrka sína mono­pol­støðu. Tað er neyvan leiðslan í At­lants­ flog, sum ræðist kapping. Og tað er so be­stemt ikki starvsfólkini hjá At­lants­flog, sum ræðast kapping. Eitt hvørt virki við dugna­lig­um og eld­hug­að­um starvs­fólk­um elsk­ ar kapp­ing. Men tann, sum ikki elsk­ar kapp­ing – tann, sum ræð­ist kapp­ing – er tann, sum vil hava all­an bit­an av køk­uni. Tað er eig­ar­in. Og eig­ar­in hjá At­lants­flog er lands­ stýr­ið – per­són­i­fis­er­að við Johan Dahl, sum eisini eigur flog­vøl­lin, og sum er tann sami, sum be­stemm­ar, um Atlantsflog fær nakra kapp­ing, so før­oy­ing­ar kunnu fáa bíligari ferðaseðlar, og sum so­leið­is eisini bestemmar, um før­ oyska ferð­a­vinnan hevur nakað at vænta sær, ella um føroysk flúgv­ing fram­ yv­ir skal grund­ast á at flyta før­ oy­ing­ar til Dan­land og La­land­i­a at hugna sær á kunstigum inn­an­dura bæð­i­strond­um við plast­ikk­pálm­um, ella um før­oysk flúgv­ing skal seta sær vis­i­ón­ir um at flyta fremm­and ferða­fólk til Før­oya, so ferða­vinn­an veru­liga kann ger­ast hitt bú­skap­ar­ liga bein­ið hjá før­oysku tjóð­ini. Ferðavinna mennist ikki við at flúgva føroyingar út í heim – Eg havi ongar pengar at kanna Eik Grunnin fyri! Tað er niðurstøðan hjá Johan Dahl, lands­stýr­is ­manni í vinnumálum, sum varð­ar av almennu skrá­set­ ing­ini, sum eigur at kanna slíkt. Tú kundi eins væl hild­ið, at tað var Erik Ball­ing, sum hevur skrivað manu­skript­ ið hjá vinnumála­ráð­harr­ a­num, í øllum før­um hev­ ur hann sama motto, sum Jensen, kriminalassistentur í Ol­sen-banden, hvørs nið­ ur­støða er, at: Det eneste pol­i­tiet kan gøre, når de virke­lig store for­bryd­ere kom­mer forbi, er at til­byde dem sin beskyttelse. Tey, sum hava veruligu á­byrgd­ina av skrædlinum hjá Eik Grunn­i­num og Eik Banka kunnu í so máta anda lætt­an, tí hetta mál­ið er alt for stórt til, at Johan D­ahl, lands­stýr­ið ella løg­ ting­ið tím­ir at gera nakað við tað. – So vit kunnu bara heilsa sum Ben­ny í Ol­sen- Ban­den: Skide­ gott Johan! Rekur politikk sum Olsen-banden Never waste a good crises Jóannes Eidesgaard Tíðargrein á síðu 19 Ágang­ ur móti børnum? Rani skaalum Kjak síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Tað einasta, Edmund Joensen og spinn­dokt­ari hansara, Per Højgaard, hava gjørt í makrelmálinum er at senda út ósonn og partapolitisk tíðindaskriv, sigur Sjúrður Skaale Per førir Edmund í óføri g