fríggjadagur 27. apríl 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tiðindi
Meirlutin í mentanarnevndini í Sunda kommunu mælir til at roykiforboðið,
sum er galdandi fyri almenn støð, eisini skal galda við leikvøllin við
Margáir. Hugsað verður serliga um, at talan er um eitt stað, ið leggur
dent á eitt heilsugott lív, og tískil hoyrir royking ikki heima har.
Starvsfólk um
hugsa at rýma
Missa vunnin
rættindi
Randi Jacobsen
Verður tað, sum landsstýrið
ætlar, at eisini pensjónir í
donskum
pensjónskassum
skulu skattast við inn-gjaldi,
kunnu donsku myndugleik
arnir koma at renna seg í
stórar trupulleikar við at fáa
skikkað starvsfólk.
Inntøkumissurin hjá løg
frøðingum og skrivstovufólki
verður so stórur, at vandi er
fyri, at fleiri donsk starvsfólk
flyta aftur til Danmarkar, og
hugurin at koma til Føroya at
arbeiða antin hjá politinum,
hjá ríkisumboðnum ella í
dómhúsinum verður lítil.
Hetta sigur Trine R. Han
sen, dómarifulltrúi. Hon er
álitisfólk hjá løgfrøðingunum Í
Dómhúsinum. Hon tekur undir
við tankanum, at øll mugu vera
við til at spara saman til sín
egna aldurdóm, og hon skilir
eisini trupulleikan við, at sam
felagnum tørvar pening nú.
Missa nógv
Trine Rønhof Hansen úttal-
ar seg tó bara vegna tey, sum
starvast hjá donsku myndug
leikunum í Føroyum og eru
limir í donskum pensjóns
kassum.
Løgfrøðingar, sum starv
ast í privatu vinnuni, hava
væl hægri inntøku enn vit,
sum starvast hjá statinum.
Men afturfyri hava vit sera
góða pensjón, ein pakka við
tryggum og góðum pensjón
um, sigur hon.
Tey hava roknað seg fram
til, at verða donsku pensjón
irnar skattaðar við inngjaldi,
missir hvør teirra millum
4000 og 5000 krónur um
mánaðin.
Trine Rønhof Hansen hev
ur búð í Føroyum í seks ár,
og familjan hevur ikki havt
nakra ætlan um at flyta til
Danmarkar. Maður hennara
er føroyingur.
Mær dámar sera væl at
búgva í Føroyum, men eg má
siga, at tankin hevur verið
uppi og vent at flyta. Her er
deiligt at vera, men tað er ov
høgur prísur at gjalda, um
tað skal kosta okkum ein
góðan aldurdóm.
Hon sigur, at hon hevur
hoyrt onnur danskt lønt í
Føroyum tosa um tað sama.
Trine Rønhof Hansen held
ur nógvar ósvaraðar spurn
ingar vera í pensjónsætlanini.
Hvussu
nú
um
skipanin
verður í verk, og fólk seinni
flyta? Verður inngoldna pen
sjónin tá verandi í Føroyum?
Hon ivast eisini í, um tað
er loyvt av myndugleikunum
at gera eina slíka lóg, tí pen
sjónin er ein partur av lønini,
sum fakfeløgini hava sam
ráðst seg fram til.
Tey, sum arbeiða hjá stat
inum og eru í sama lønar
flokki, hava rætt til somu løn.
Men eftir pensjónsætlanini
fara limirnir í Føroyum niður
í løn. Neyvan vil staturin
gjalda fólkunum í Føroyum
meira køn vegna skattingina
í Føroyum.
Neyðugt við donskum
løgfrøðingum
Sum er gongur rímiliga væl
at fáa danskar løgfrøðingar
at koma til Føroya at arbeiða
antin hjá politinum, ríkisum
boðnum ella dómhúsinum.
Summi vera verandi, og
onnur søkja til Føroya fyri
at fáa eina uppliving, tí tey
bíða eftir onkrum góðum
starvi ella fyri at fáa nakrar
royndir og kunnu tí brúka
tíðina í Føroyum sum lopfjøl
til nakað annað.
– Men eg ivist í, at tað
verður líka lætt at fáa løg
frøðingar til koma til Føroya,
um so nógv verður skorið av
pensjónini. Tað kann gerast
trupult at fáa fólk, sigur
Trine Rønhof Hansen.
– Tað ber ikki til at líta á,
at føroyingar fara at søkja
hesi størv, tí landið er so
lítið, øll kenna øll, og torført
er sum føroyingur at sita og
viuðgera mál, ið mangan eru
eym.
Meira á síðu 14
Randi Jacobsen
Upppskotið um at skatta
pensjónir
við
inngjaldi
hevur verið til hoyringar
nógvastaðni.
Eisini
hjá
donsku pensjónskassunum,
sum løntakarar í Føroyum
eru limir í, og hjá teirra fak
feløgum.
Uppskotið
fær
ikki
blíða móttøku, hvørki frá
pensjónskassum ella fak
feløgum. Pensjónskassarnir
vísa á, at eftir uppskotinum
verða pensjónsviðurskiftini
sera fløkt, eisini tí alt ikki
kemur í gildi í senn.
Broytigarnar eru sera
umfatandi og eru eitt álv
arsligt inntriv í tey rætt
indi, sum starvsfólkini hava
vunnið sær í sáttmálasam
ráðingum, sigur CFU.
CFU nevnir, at verður
lógaruppskotið
samtykt,
sum tað nú sær út, kunnu
donsku arbeiðsgevararnir
fáa trupult við at fáa fólk
at fara til Føroya at arbeiða,
og at tey bara fara at steðga
stutta tíð.
Mælt verður tí til, at tey
starvsfólk, sum lønt eru
eftir donskum sáttmála,
ikki verða umfatað av skip
anini. Í øðrum lagi verður
mælt til, at tey, sum starvast
í Føroyum, tá ið lógin kemur
í gildi, verða frítikin.
Her verður lagt aftrat, at
donsku pensjónskassarnir
ikki fara at gera serskipanir
fyri starvsfólk í Føroyum,
tí teir hava lutfalsliga fáar
limir í Føroyum, og tað fer at
kosta ov nógv í umsiting.
Mugu gera undantøk
Ein undantaksregla er í
uppskotinum um, at fólk,
sum flyta til Føroya og
búgva her í minni enn 60
mánaðir, skulu vera undan
tikin skipanini.
Til hetta svarar CFU,
at tey starvsfólk, sum ikki
ætla sær at verða verandi í
Føroyum, tá ið tey fara frá
við eftirløn, eisini eiga at
verða frítikin at rinda skatt
av pensjónini við inngjaldi.
CFU vísir serliga á, at
tað má finnast ein loysn
fyri starvsfólkini í Dóm
húsinum í Føroyum, ið
sum oftast arbeiða í Før
oyum væl longur enn 60
mánaðir, og sum eru sett
í starv eftir sáttmála við
danska statin. Tað er heilt
órímiligt, at fólk skulu
koma illa fyri av pensjónini,
tá ið líkt er til, at tey ikki
vilja búgva í Føroyum sum
pensjonistar, sigur CFU
í
hoyringsskrivinum
til
Fíggjarmálaráðið.
CFU skrivar meira ella
minni beinleiðis í hoyr
ingssvarinum, at tað er sátt
málabrot og mangt annað
á henda hátt at skatta pen
sjónirnar við inngjaldi:
– CFU biðjur um, at áset
ingarnar í sáttmálunum
verða
hildnar,
íroknað
ásetingar um pensjónsgøld
til ávísar pensjónskassar.
CFU skal annars vísa til
ILO-konvensjón
98
um
rættin til at skipa seg í fak
felag og hava felags sam
ráðingar.
Um pensjónin hjá danskt løntum starvsfólkum í Føroyum verður skattað
sum ætlað, umhugsa í hvussu er nøkur at rýma, og neyvan verður
líka lætt sum nú at fáa løgfrøðingar til dómsvaldið, ríkisumboðið og
politiið í Føroyum. Tað sigur Trine Rønhof Hansen, dómarafulltrúi
At skatta pensjónir við inngjaldi
er eitt álvarsligt inntriv í vunnin
sáttmálarættindi. Tað sigur
Centralorganisationernes
Fællesudvalg, sum tekur sær
av trupulleikum hjá starvsfólki
hjá statinum. CFU mælir til,
at nýggja skipanin ikki fer at
galda fyri starvsfólk í tænastu
hjá statinum í Føroyum
Trine Rønhof Hansen heldur tað vera órímiligt at
danskt løntu starvsfólkini skulu missa so nógv