fríggjadagur 27. apríl 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Magnus Heinason hevur verið fyrsta makreltúrin í ár. Makrelur var
enn ikki komin norður móti oyggjunum. Tó var nakað av makreli komið
norður um markið inn í føroyskan sjógv, sambært nótaskipunum,
ið royndu eftir svartkjafti suður móti bretska markinum.
Ikki upp til Pedagog
felagið at avgera
Felagsskapir
vælkomnir
í skúlarnar
Leo Poulsen
Í síðstu viku greiddi Sonja
Jógvansdóttir,
nevndar
limur í LGBT, á Rás2 frá,
at felagið ætlaði sær eina
kunningarferð kring landið
at greiða miðnámsskúla- og
framhaldsskúlanæmingum
frá felagnum og kynslig
samleikanum hjá limunum.
Í hesum sambandi nevndi
hon eisini, at hendan kunning
átti at verið framd heilt niður
á barnagarðsstøði. Og Maud
Wang Hansen, forkvinna í
Pedagogfelagnum er samd
nakað av vegnum.
– Eg skilji væl, at slíkir fe
lagsskapir sum LGBT vilja
kunna og upplýsa meira um
seg sjálvi, og eg kann fylgja
teimum so langt, at vit í dag
hava so ymiskar familju
formar og ikki bara sum
fyrr, tá tað var ein pápi og
ein mamma í einari familju,
sigur Maud Wang Hansen.
Út frá hesum heldur hon,
at tað ikki er óviðkomandi
hjá barnagarðsbørnum at
læra, at familjur eru ymiskar
Serliga um børnini vísa
áhuga fyri at vita meira um
hesi viðurskifti ella kanska
sjálvi vaksa upp við tí.
– Eg haldi tað er gott, um
føroyskt tilfar kann fáast til
vega, men harfrá skal tað vera
upp til námsfrøðingarnar at
skipa tað sum ein part av
námsfrøðiliga
arbeiðinum,
sigur Maud Wang Hansen.
Hon sigur, at ein gomul
sjúkrasystir einaferð segði
henni, at vit skulu minnast
til, at í hvørjum skúlaflokki
í landinum situr minst ein
næmingur, sum seinni í lívin
um víkur frá vanliga kynsliga
samleikanum.
– Eg síggi tiltakið há LGBT
sum ein liður í at bróta niður
tabu, sum í alt ov mong ár
hava hildið okkum føst í at
tað er bert ein rættur máti at
liva sítt lív, sigur Maud Wang
Hansen.
Føroyskt tilfar
Tað hevði tí verið viðkomandi
kunning og upplýsing, serliga
í miðnámsskúlunum, tí tað
hevði verið við til at bróta
tabu.
– Nú verður upplýst, at
LGBT er í holt við at fram
leiða undirvísingartilfar á
føroyskum, ið viðgera før
oysk viðurskifti. Hetta kundi
verið viðkomandi, av tí at
seksualitetur er ein stórur
partur av okkara samleika
sigur Maud Wang Hansen.
Tað hevur verið stórur
dentur lagdur á, at námsfrøð
ingar og lærarar ikki máttu
kroysta sína egnu sann
føring, trúarliga ella polit
iskt, niður yvir børnini og tí
skal talan verða um almenna
kunning.
– Men henda almenna
kunning skal finnast á før
oyskum, og so skal tað verða
upp til námsfrøðingarnar
at leggja til rættis, um og
hvussu teir taka hetta við
í sítt námsfrøðiliga arbeiði
á stovnunum, sigur Maud
Wang Hansen.
Ikki prædikantar
Foreldrini eiga børnini og tað
er teirra ábyrgd at uppala og
upplýsa síni børn. Uppgávan
hjá námsfrøðingunum er
at kunna svara børnunum
uppá teirra forvitni og at
møta teimum har tey eru í
lívinum.
At talan kann gerast um,
at áhugafelagsskapir sleppa
inn í barnagarðar ella vøggu
stovur, heldur forkvinnan
í Pedagogfelagnum er ein
spurningur fyri leiðsluna at
avgera.
– Eg dugi at síggja, at tað
kann verða ein náttúrligur
partur av námsfrøðiliga ar
beiðinum, at taka felagsskapir
inn at greiða frá sínum
sannføringum. Eg síggi tó
ikki fyri mær at nakar bólkur
kemur inn í barnagarðarnar
at sannføra børnini um
nakra ávísa hugsan. Hetta
er fullkomiliga hvør sítt.
Tað vil altíð vera leiðslan á
staðnum, ella ovara leiðslan,
sum tekur støðu til hvørja
kunning starvsfólk hava tørv
á, og hvussu námsfrøðiliga
arbeiðið verður lagt til rættis,
sigur Maud Wang Hansen.
Hon vísir á, at aðalmálið
hjá námsfrøðingum er at
ala upp okkara børn til tol
semi og at gerast góðir sam
felagsborgarar.
– Eins og hetta er upp
gávan hjá lærarunum í skúl
unum, er tað uppgávan hjá
námsfrøðingunum í barna
gørðunum og vøggustov
unum, sigur Maud Wang
Hansen.
Leo Poulsen
– Eg veit ikki, um tað ljóðar
so skilagott at felagsskapir
fara út á barnagarðar at
greiða frá sínum sjónar
miðum, men annars haldi
eg, at tað er upp á sítt pláss,
at teir koma inn í skúlarnar,
sigur Herálvur Jacobsen.
Serliga í hesum føri, tá
tað snýr seg um LGBT held
ur formaðurin í Lærara
felagnum, at tað er ógvuliga
viðkomandi.
– Øll tosa um fólk við
øðrum kynsligum samleika
enn heteroseksuell, og tí er
tað betur, at upplýst verður
sakliga um hetta, sigur Her
álvur Jacobsen.
Fólkaskúlin
byggir
á
tolsemi og javnvirði, og
tí heldur hann, at tað er
upp á sítt pláss, at áhuga
felagsskapir sleppa inn í
fólkaskúlan at greiða frá
sínum áhugamálum.
– Lærarafelagið metir
avgjørt,
at
fólkaskúlin
skal vera opin fyri øllum
felagsskapum, men treytin
er sjálvandi, at teirra boð
skapur er opin og siðiligur,
sigur Herálvur Jacobsen.
Hann
heldur
kortini
ikki, at tað skal bera til hjá
hesum felagsskapum bara
at boða frá, at nú koma teir
at greiða frá teirra sjón
armiðum.
– Tað eigur sjálvandi at
gerast á tann hátt, at ein
lærari heitir á viðkomandi
felagsskap um at koma í
skúlan at hava eina fram
løgu um síni áhugamál, sig
ur Herálvur Jacobsen.
Lærarin leiða
Hann
er
samdur
við
skúlastjórunum
í
Eyst
urskúlanum
og
Komm
unuskúlanum, at tað er
uppgávan hjá lærarunum
at undirvísa í øllum læru
greinum.
– Men tað er upp til
læraran í eitt nú seksual
undirvísing
at
heita
á
áhugabólkar um at koma
inn at greiða frá teirra
sannføring, eins og væl og
kristnilærarar kunnu heita
á samkomur um at koma at
greiða frá teirra sannføring,
sigur Herávur Jacobsen.
Er tað viðkomandi fyri
undirvísingina, so heldur
formaðurin í Lærarafelag
num, at pláss skal vera fyri
øllum.
– Ein treyt er tó, at hetta
verður gjørt á ein sakligan
hátt, og at tað er viðkomandi
fyri undirvísingina. Tað
er heldur ikki so, at skúlin
stendur opin fyri einum og
hvørjum, sigur Herálvur
Jacobsen.
Men
grundleggjandi
heldur formaðurin í Lær
arafelagnum, at tað er í lagi,
at felagsskapir og áhuga
bólkar sleppa inn í fólka
skúlan til á ein sakligan og
siðiligan hátt at greiða frá,
hvørjum teir standa fyri.
– Vit skulu bara minnast
til og vera varðug við, at
tað er ein grundleggjandi
munur á at missionera og
at kunna og upplýsa, sigur
Herávur Jacobsen, formaður
í Lærarafelagnum.
Tá LGBT ynskir at greiða børnum heilt niður í barnagarðsaldur frá
teirra kynsliga samleika, so sær Maud Wang Hansen, forkvinna í
Pedagogfelagnum, ikki hetta sum upplagt ella nátúrligt. Heldur sær
forkvinnan fyri sær, at leiðslan til ein starvsfólkafund kundi víst
áhuga fyri hesi kunning. – Ein partur av námsfrøðiliga arbeiðnum
er at ala børnini upp til tolsemi og tað er ymiskt hvussu tað
verður lagt til rættis í námsfrøðiliga arbeiðinum, sigur hon
Tað er upp til skúlaleiðslurnar
at gera av, hvør felagsskapur
sleppur inn í skúlarnar at greiða
frá sínum sjónarmiðum, men í
prinsippinum eru øll vælkomin,
sigur Herálvur Jacobsen,
formaður í Lærarafelagnum
At talan kann gerast um, at áhugafelagsskapir sleppa inn í
barnagarðar ella vøggustovur, heldur forkvinnan í Pedagog
felagnum er ein spurningur fyri leiðsluna at avgera