Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Samgongan fer at halda lyftið til pensjónistarnar Áki Bertholdsen – Eg havi boðað pen­sjón­ist­ unum frá, at vit halda tað, vit hava lovað. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almanna­ málum. Og tað merkir, at bæði fólkapensjónin og aðrar pen­ sjónir skulu hækka í ár. Fyrr hækkaðu pensjón­ ir­nar automatiskt 4% um árið fyri at byrgja upp fyri prísvøkstrinum í sam­fe­lag­ num. So varð hækkingin fyrst lækkað niður í 3% og síðani niður í 1%, men nú er øll hækkingin avtikin. Men samgongan hevur lovað pensjónistunum, at føra sáttmálasamráðingar til, at løn­irnar hækka, skulu pen­sjón­ir­nar hækka líka nógv. Í løgtinginum hava ting­ fólk ferð eftir ferð fregnast eftir, hvussu verður við hesi hækkingini, men higartil hevur landsstýriskvinnan ikki kunna givið eitt greitt svar. Halda lyftið Men hon sigur, at samgongan ætlar at halda hetta lyfti. – Eg havi boðað Lands­ fe­lag Pensjónistanna frá, at samgongan ætlar at halda lyftið, sigur hon við Sosialin. Hetta er tað, vit hava ver­ ið samd um í samgonguni og eg havi ikki fingið nakrar ábendingar um, at nakað er broytt. – Eg vænti, at øll sam­ gong­an tekur undir við, at pensjónirnar skulu hækka líka nógv, sum løn­i­r­nar hækka og tað er fram-vegis hetta, sum liggur í kort­un­ um. – Men vit hava samstundis boðað frá, at áðrenn nøkur hækking kann vera, mugu vit fáa greiði á, hvussu stórar lønarhækkingarnar vera. Á ólavsøku Annika Olsen ásannar, at hóast fleiri sáttmálar eru eftir at gera, eru samráðingarnar við tey stóru fakfeløgini lidnar, so nú fæst ein greið ábending um, hvussu stórar lænarhækkingarnar vera. Kortini torir hon ikki at siga enn, hvat endaliga úr­ slitið verður. Annika Olsen sigur kort­ ini, at uppskot um hetta má leggjast fyri Løgtingið í seinasta lagi beint eftir ólav­ søku. Men hon ásannar eisini, at hækkingin má vera galdandi afturvirkandi frá 1. januar í ár. Annika Olsen staðfestir, at tað kostar landskassanum fimm milliónir at hækka pensjónirnar eitt prosent. Spurningurin er so, hvað­ ani Annika Olsen finn­ur teir pengarnar í Al­manna­ málaráðnum, sum framm­ anundan er hart rakt av sparingum. – Tað er ein góður spurn­ ingur, sum tað ikki ber til at svara enn, sigur hon. Hon sigur, at ein møguleiki er at finna pengarnar í einum øðrum aðalráðið, bara útreiðslurnar hjá lands­ kass­anum sum heild, ikki hækka. aki@sosialurin.fo PENSJÓNIR Pensjónirnar skulu hækka akkurát sum lønirnar hækka, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna 38 krónur Hækkar fólka­pen­sjón­ in eitt prosent, merkir tað, at ein stakur fólka- pensjónistur, við ongari aðrari inntøku enn fólka­pensjónini, fer at fáa 38 krónur meiri í pen­sjón um mánaðin. Tað er bara viðbótin, sum hækkar, tí sjálv grund­upphæddin ligg­ ur føst. Tað hevur Ann­ika Olsen, lands­stýris­ kvinna, upplýst fyri Løg­ ting­inum, eina ferð­ina av mong­um, mál­ið um at hækka pen­sjón­ir­nar vóru til um­røðu. Í sama viðfangi upp­ lýsti hon, at barna­við­bót og hjálpar- og røkt­ar­ viðbót, hækka 16 krónur um mánaðin. Hetta fyri at nevna tvey dømi um, hvussu hetta fer at ávirka pen­ sjónirnar. So hon staðfestir, at fyri hvønn pensjónist er ikki talan um tað stóru upphæddina. Men kortini er tal­ an um hampuliga stór­ar útreiðslur fyri lands­kassan, serliga tá ið hugs­að verður um, hvussu búskapar­liga støð­an er í løtuni. Hvørja ferð pen­ sjón­in hækkar eitt pro­ sent, kostar tað lands­ kassanum 4-5 milliónir í eykaútreiðslum. Og hon staðfesti, at henni varð álagt at spara 10 milliónir í ár og tí gjørdi hon av at taka skipanina heilt av, har pensjónin hækkar automatiskt hvørt ár. Men summi ting­fólk eru ikki samd í, at 38 krónur bara er eitt baga­ tell, tí tað ger stóran mun hjá teim­um, sum hava lítið frammanundan. Annars halda fleiri tingfólk, at tað er óhepp­ ið at tengja pen­sjónir og lønarsam­ráðingar sam­an. Koma vit í eina støðu, har lønin lækkar, hvat gera vit tá, hava tingfólk spurt. Summi tingfólk halda, at pensjónin skal vera óheft av øllum øðr­um viðurskiftum og kanska fylgja prís­ gongdini í samfelagnum, heldur enn lønarsam­ ráð­ingunum. Tríggir røðarar 1. mai Aftur í ár skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri 1. Maidagshaldið á Vaglinum í Havn. Felagið hevur hátíðarhildið altjóða arbeiðaradagin síðani í fimmtiárunum og í ár verða tríggir røðarar á røðarapallinun undir Løgtinghúsinum. Ein av røðarunum verður Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sum var í einum drúgvum verkfalli í vár. Haldið verður klokkan 16 og hinir báðir røðararnir verða Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag og Gerhard Lognberg, løgtingsmaður. Annars hevur verið tosa um, at politiskir flokkar, politisk ungdómsfeløg og fakfeløg eisini skuldi skipa fyri einum felags 1. Maidagshaldi. Men enn er óvist um nakað verður burtur úr tí. Pensjónin hækkar Vit hava boðað pensjónistunum frá, at vit ætla at halda lyftið um at pensjónin skal hækka. Spurningurin er so, hvaðani peningurin skal koma, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum Higartil hevur lands­stýriskvinnan ikki kunna givið eitt greitt svar Hækk­ ingin má vera gald­ andi aftur­ virk­andi frá 1. januar í ár