Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Fróði & The Pink Slips hava lagt ein sokallaðan brellbita fyri nýggju fløgu teirra á YouTube. Talan er um forkunnugt sjónbandabrot, har lista­ mað­urin Bárður Dal Christiansen sæst arbeiða Tónleikur Wacken Metal Battle Føroyar er av og X Factor tað sama, men í kvøld verður enn ein tónleikakapping. Henda verður í Eydnuni á Oyrarbakka Kappast í tónleiki í Eydnuni Rólant Waag Dam Talan er um sjey ein­stak­ lingar og bólkar, sum eru mill­um 16 og 23 ár. Hesir kapp­ast allir hvør móti øðr­ um, har dómarar og sms- atkvøður koma at gera av, hvør vinnur tónleikakapp­ ingina. Luttakandi tón­leik­ar­ arnir eru einstak­ling­arnir Markus Olsen, Eilif H. Slættalíð, Rebekka Trúgva­ dóttir Kallsoy, Tummas Larsen og Fía Kristiansen, men bólkarnir eru Fróði og Benjamin og Búgvi Hanusarson og Gunnar Feilberg Petersen. Dómarar vera royndu tónleikararnir Arnfríð Lützen, Jens Marni Hansen og Árni Joensen. Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri tón­leikakapping í Eydnuni á Oyrarbakka. Fyrstu kapp­ingina vann Annika Vang og nú verður bíða við spenn­ingi eftir, hvør vinnur næstu tón­leikakappingina. Tónleikakappingin verð­ ur í kvøld klokkan 23.00 í Eydnuni á Oyrarbakka. Í steðg­inum og aftan á kapp­ing­ina diskar DJ End Banshees. Annika Vang av Oyrarbakka vann fyrstu tónleikakappingina, sum var í Eydnuni í fjør Tummas Larsen er við í kappingini annað árið á rað Sum 12 ára gamal flutti Remi Thomsen til Dan­ markar við foreldrum sín­um, Nick Thomsen og Lena Simonsen. Beiggin, ið er eldri, eitur Rúni og syst­urin, ið er yngri eitur Rakul. Eftir lokið students­ prógv og HH, gekk leiðin á Copenhagen Business School, har Remi fyrst gjørd­ist bachelor og síðani kandidatur í fíggjarstýring, cand. merc., í 2007. Tað var undir lestrartíðini, at Remi Thomsen søkti og fekk lestrarstarvið á 20 tímar um vikuna í Danske Bank. Hetta røkti hann so mik­ið væl, at Remi fáar dagar eftir, at kandidat­ út­búgvingin varð lokin, fekk bjóðað fast starv sum Group controller. Síðani hevur Remi Thomsen arbeitt seg upp eftir í stig­ anum hjá Danske Bank. Fyri trimum árum síðani fekk hann fyrsta deildar­ leiðarastarvið sum Senior group controller, og í 2010 tók hann næsta fetið upp­ eftir og gjørdist Chief group controller. – Fyrimunurin við at vera sama stað, er, at tú kanst koma í annað og hægri starv, tí tú kennir fyri­tøkuna og kanst menna teg til at verða ein lykla­persón. Men tú skalt ikki speku­lera í, hvussu tú kemur longst sum skjótast. Ger tað besta, har tú ert heldur. Tá eg kom her sum les­andi, var tað ikki mítt mál, at eg skuldi koma her til, eg eri nú. Men eg treivst væl og upplivdi menning. Tað snýr seg eisini um at vera á rætta staðnum røttu løtuna, tí tá koma nakrir møguleikar, greiðir Remi frá og leggur aftrat. – Tá tað kemur til leið­ ara­størv, so veit eg heldur ikki um nakran, ið hevur fingið sítt fyrsta leiðara­ starv í eini fyritøku, við­ komandi ikki arbeiddi í frammanundan. rolant@sosialurin.fo Eitt fet í senn TALENT SKAL BRÚKAST Talent er eisini evnini at brúka talentið, heldur Remi Thomsen. – Tað vil siga gera okkurt við talentið. Tú vilja tað, tú gert øgiliga nógv og brúka talentið, sigur hann Myndir: Rólant Waag Dam