fríggjadagur 27. apríl 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 48 · 27. apríl 2012
2
VIKUSKIFTI
Tað er týdningarmikið at fólk vita, at tað eru
aðrir seksualitetir enn heteroseksualitetur.
Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur
í felagsskapinum LGBT
Flaggdagur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nógva staðni kring landið savnaðust
fólk til flaggdagshald mikudagin. Røð
ur vórðu hildnar, sangir sungnir og tón
leikur spældur.
Í Vágum helt løgtingskvinnan
Eyðgunn Samuelsen, sum er ættað úr
Sørvági, røðuna hesaferð. Hon segði
millum annað hetta um Merkið:
– Mín vón er, at vit øll somul lata
okkum kveikja av Merkinum til at
standa saman og verja tey virðir og
rættindi, sum okkara samfelag byggir
á, segði Eyðgunn Samuelsen í røðuni
í Vágum.
Í Hvalvík helt landsstýriskvinnan
Annika Olsen røðuna, og hon tosaðu
um flaggið og ítróttarfólk:
– Stríðið fyri Merkinum er ikki av.
Her heima kunnu okkara ítróttarfólk
bera Merkið og skótar kring landið
bera Merkið til slíkar hátíðarløtur sum
hesar. Men úti í heimi mugu okkara
fremstu ítróttarfólk bera tjóðarmerkið
hjá aðrari tjóð. Hetta sker ein í hjartað,
og vit mugu halda áfram at stríðast fyri
rættindinum hjá okkara Merki.
Hvørjum flagga vit fyri?
Karin Kjølbro hevði leitað aftur til
Klaksvíkar at halda flaggdagsrøðu, og
hon segði millum annað:
– Flaggsøga okkara er spennandi
lestur, og vísir, at tey, ið støðugt og
áhaldandi stríðast fyri eini søk, sigra
umsíðir. Eisini er áhugavert, at tað ikki
vóru teir fólkavaldu, ið gingu á odda. Í
flaggstríðnum er mangt, ið bendir á, at
fólkið var minst bátslongd frammanfyri
politikkararnar, segði hon.
Í Havn helt rithøvundin Carl Johan
Jensen røðu, sum hann segði ikki var
flaggdagsrøðu, og hann segði millum
annað soleiðis:
– Hvørjum skal Merkið flagga fyri,
tá politikkararnir hóra saman av fá
fongdini einsamallari í sínum endaleysa
klandri um, hvør ið eigur heiðurin av tí,
sum eingin teirra hevur avrikað.
Hátt virda
útbúgving
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Heiðrik á Heygum / Mynd: Rebekka Rafael
klumman
Inna
Törnroos
Mikudagin vórðu flaggdagsrøður hildnar kring
landið. Landsstýriskvinna segði, at flaggstríðið er
ikki av, og rithøvundur spyr, hvørjum vit flagga fyri
Flaggstríðið
heldur fram
Eg havi útbúgving – frá einum útlendskum
universiteti!
Og ongastaðni er hon so nógv verd sum í
Føroyum!
Tað legði eg til merkis, tá ið eg kom heim
at arbeiða fyri nøkrum árum síðani. At hava
eina útbúgving í Føroyum letur nógv fleiri
dyr upp, enn hon ger her í Stockholm, her
nógv – ja, næstan tey flestu – hava eina uni
versitetsútbúgving.
Eg haldi, at tað er sunt og gott, at ein
útbúgving er nógv vird. Men samstundis
kann eg ikki lata vera við at hugsa um, at
tað kanska eru undirlutakenslur mótvegis
teimum, sum hava verið uttanlanda og lisið,
ið liggja aftan fyri hesa virðing í Føroyum.
Tí eitt skulu tit, sum »bara« hava gingið
í fólkaskúla ella á student vita: Vit, sum hava
nomið okkum útbúgving á universiteti, duga
ikki at arbeiða fyrrenn vit sita á reyvini
og arbeiða. Universitetið lærir okkum eina
rúgvu av teori, men sera sjáldan er høvið at
praktisera tað, vit hava lært okkum. Tað gera
vit, tá vit koma út í arbeiðslívið í Føroyum
ella uttanlands.
Eg minnist einaferð, eg hevði skrivað eina
grein í Sosialinum, og ein kvinna ringði í
øðini og skeldaði meg fyri at hava lagt henni
orð í munnin. Eg bað sjálvandi um orsakað,
men hon helt áfram at geyla um, hvussu
vánalig og óútbúgvin blaðfólk á Sosialinum
vóru. Eg bleiv eitt sinður ørg og segði, at eg
hevði yvir 10 ára royndir og eina útbúgving
sum blaðkvinna! Tá tagnaði hon við eitt og
bað næstan um fyrigeving fyri, at hon hevði
ringt!
Eg minnist hesa samrøðu væl, tí eg bleiv
so illa við av hennara reaktión. Sjálvandi
kunnu vit við útbúgving eisini gera feil –
meir enn so!
Við hesum vil eg sjálvandi ikki siga, at
man ikki skal lesa og fáa sær eina útbúgving,
men eg veit bara, at eg bleiv ikki blaðkvinna
við at ganga trý ár á universitetinum – tað
bleiv eg, tá eg kom út í arbeiðslívið og gjørdi
eina rúgvu av feilum, sum royndir starvs
felagar rættaðu uppá og sum vónandi eru
blivnir færrri.
So segði
hon...