fríggjadagur 27. apríl 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 48 · 27. apríl 2012
4
VIKUSKIFTI
Reportasja
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tunnilsdagur, pensjónsaldurin, morð
sniglar og køkuuppskriftir. Hetta eru
nøkur av evnunum, sum tær fimtan
kvinnurnar dúgliga práta um henda
týsmorgunin, tá Sosialurin vitjar í kapp
róðrarneystinum í Vestmanna. Allar
blivu tær uppsagdar, tá fiskavirkið í
bygdini lat aftur, men ístaðin fyri at sita
hendur í favn, avgjørdu tær at møtast
tvær ferðir um vikuna til rørslu, prát
og hugna.
Dagurin bleiv ov langur
Tað var desember 2011, og eins og á
nógvum øðrum arbeiðsplássum var
fiskavirkið í Vestmanna prýtt við
ymiskum jólaprýði. Arbeiðsfólki fekk
tó ikki høvi at njóta jólaliga fiskavirkið,
tí fyrstu vikuna í desember 2011 lat
virkið aftur og øll starvsfólkini blivu
uppsøgd.
– Fyrstu tíðina haldi eg, at øll høvdu
okkurt at takast við heima við hús, tá
einir tveir mánaðir vóru farnir, byrjaði
eg at keða meg og dagarnir gjørd
ust rættiliga langir, greiðir Maibritt
Ingebrigtsen frá. Hon tók tískil stig til,
at kvinnuligu fyrrverandi starvsfelag
arnir kundu hittast javnan til rørslu og
hugna.
– Í februar seinasta ár bjóðaði eg
nakrar av teimum damunum, sum eg
hevði arbeitt saman við á virkinum,
heim til mín til ein drekkamunn, har
eg greiddi teimum frá um mítt hugskot.
Tær tóku undir við hugskotinum um at
møtast í róðrarneystinum beinanvegin,
sigur Maibritt.
Rógva og drekka kaffi
Í meir enn eitt ár hava millum 15 og 25
kvinnur hitst hvønn týsdag og hósdag
fyrrapart í kappróðrarneystinum í Vest
manna. Her rógva tær á rógvimaskinum,
binda, drekka kaffi og eta køku. At hetta
er eitt tilboð, sum fyrrverandi starvs
felagarnir eru glaðar fyri, er eingin ivi
um.
– Vit eru allar blivnar nógv glaðari,
og um so er, at onkur ikki kemur í
neystið onkran dag, so sakna vit við
komandi beinanveg, fortelur Maibritt.
Vanliga plaga damurnar at koma í
neystið um 9-tíðina, og so hugna tær
sær við rógving, binding og einum
kaffimunni.
– Her eru tíggju rógvimaskinur, og
tær flestu av okkum plaga at byrja við
at rógva. Onkur rør í tíggju minuttir,
onkur longri, og so eru eisini tær, sum
ikki rógva men koma inn her til hugna
og prát, sigur Maibritt. Fyri hana er tað
av stórum týdningi, at allar kvinnur
skulu kunna koma í neystið.
– Tað er ikki soleiðis, at mann skal
tíma at rógva fyri at koma her týsdagar
og hósdagar. Onkrar av okkum koma í
neystið fyri at binda og drekka ein kopp
av kaffi, so eg vil siga, at hetta er fyri
øll, ið hava tørv á at koma út millum
onnur og fáa eitt hugnaligt prát, greiðir
Maibritt frá. Henda týsmorgunin, tá
Sosialurin vitjar í neystinum, kemur
ein maður inn til ein køkubita og ein
kaffimunn.
– Menn eru eisini vælkomnir, men
sum oftast eru vit bara konufólk. Her í
Vestmanna plaga menninir at møtast í
undirhúsinum, so tað er nokk tí, at teir
ikki koma her, sigur Maibritt.
Binda til nýggja røktarheimið
Tær flestu, sum koma í neystið, fáast
bæði við at binda og hekla. Tær binda
eitt nú hosur, troyggjur og eisini smærri
fýrkantar.
– Vit plaga at binda fýrkantar úr
onkrum resttógvi, sum vit hava, og tá
vit hava nógvar fýrkantar, verða teir
seymaðir saman til eitt stórt teppi,
sigur Maibritt Ingebrigtsen. Higartil
hava damurnar bundið og seymað
eini átta teppir, sum tær ætla at lata til
nýggja røktarheimið, sum eftir ætlan
skal standa liðugt á Grønanesi í juli
í ár. Ímeðan tær sita við stokkunum,
verður borðreitt við kaffi og nýbakaðari
køku.
– Vit skiftast um at baka onkra køku,
og tað hevur víst seg at rigga væl. Her
hugsa vit ikki so øgiliga nógv um at vera
sunnar, og tá vit eisini rógva, so er pláss
fyri einum køkubita, sigur Maibritt og
flennur. Hóast summarið nærkast og
fólk fer at ferðast og so framvegis, so
ætla kvinnurnar ikki at halda frí frá at
hittast í neystinum.
– Seinasta summar var undirtøkan
góð fyri at møtast í summarmánunum,
so eg vænti, at vit eisini fara at koma í
neystið hetta summarið, sigur Maibritt
og leggur afturat, at tær høvdu sítt egna
jólaborðhald í desember.
– Sjálvandi skuldu vit hava jólaborð
hald, og tað riggaði stak væl. Vit fingu
matin útifrá og høvdu eitt hugnaligt og
stuttligt kvøld saman.
– Undirtøkan hevur verið framúr góð, og eg haldi, at vit allar
eru blivnar nógv glaðari, síðani hetta byrjaði. Tað sigur Maibritt
Ingebrigtsen, sum hvørja viku saman við øðrum kvinnum fer í
kappróðrarneystið í Vestmanna at rógva og drekka kaffi
Hittast til
høgan puls
og hugna
myndir: Álvur Haraldsen
Hæddarpunktið
á degnum
Marjun Klein Olsen er ein av teimum mongu kvinnunum,
sum trúføst kemur í kappróðrarneystið. Henni dámar væl
at koma saman við fyrrverandi starvsfeløgunum í bygdini.
– Hetta er fantastiska gott. Tað er ikki soleiðis, at
eg gangi og keði meg, men hetta gevur mær nakað at
síggja fram til, sigur Marjun. Hon plagar at møta tíðliga,
soleiðis at hon bæði fær stundir til at rógva og at sita við
stokkum.
– Eg plagi at rógva í eina tíggju minuttir. Eg havi funnið
útav tí, at siti eg bara still ein heilan dag, so verði eg illa
fyri, greiðir Marjun frá og leggur afturat.
– Vit verða allar so væl tilpassar av at koma
saman og práta og skemta. At vit eisini kunnu brúka
rógvimaskinurnar, er frálíkt, tí jú minni tú rørir teg í
gerandisdegnum, minni orkar tú, sigur Marjun.