Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. apríl 2012 · Nr. 49 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Umsíðir samtykti um­boðs­ráð­ ið hjá Ognarfelag Trygg­ing­ ar­tak­ar­anna – sum er evsta valdið í Tryggingarfelagnum Føroyar – at opinleiki skal valda í felagnum, tá tað ræður um at velja fólk í umboðsráðið. Higartil hevur tað verið so­leið­is, at trygg­ing­ar­tak­ ar­ar hava ver­ið noydd­ir at bið­ið um at­kvøð­u­seð­il fyri at sleppa at velja. Og ikki les­ ar­um at siga, trygg­ing­ar­tak­ ar­ar­nir hjá Trygg­ingar­fel­ag­ num Fø­royum eru nógvir, tí tað er ein og hvør, sum bara hev­ur onkra trygg­ing har. Trygg­ing­ar­tak­ar­ar­nir eiga fel­ag­ið, so tað var ikki annað enn nát­úr­ligt, at teir fáa at­ kvøð­u­seð­il send­andi, so tað er lag­að manni hjá øllum at at­kvøða. Men soleiðis verður tað næstu ferð. Á aðalfundinum fríggj­a­dag­in samtykti um­ boðs­ráð­ið uppskot frá Jan Müll­er, um­b­oðs­ráðs­limi, sum broytir hetta. 33 av 35 um­ boðs­ráðs­l­im­um tóku undir við Jan Müll­er. Á krossmessu skulu vit á eina ikki sørt margháttliga fólkaatkvøðu um komm­un­u­samanlegging. Fáur veit, hvat hann í veruleikanum verður bið­in um at taka støðu til  og enn minni, hvørja ávirkan, ella um hetta yv­ir­høvur fær nakra ávirkan. Politiski viljin er, at vit skulu hava færri kommunur. Og um tað er neyv­ an tann stóra tvístøðan, tí at standa spjadd og draga hvør sína línu, tað hava føroyingar dugað alt ov væl gjøgn­um tíðirnar. Tað hevur sjáld­ an verið hugsað um heildina, held­ ur um, hvussu eg og vit kunnu sæta okkum sum frægast. Men hvussu ber tað so til, at sam­ gong­an hevur sett sær fyri hesa fólk­a­at­kvøð­una, kunnu vit av røtt­ um spyrja. Hevði tað verið so, at pol­ it­iska skipanin stóð saman, men tað ger hon als ikki. So seint sum í gjár sendi Tjóðveldi út yvirlýsing, har flokk­ur­in »staðfestir, at komandi fólka­at­kvøð­an als ikki hevur fingið nakra pol­i­t­iska viðgerð, og tískil er enda­málið við fólkaatkvøðuni ikki greitt, hvørki fyri okkara fólkavaldu ella lands­ins borgarar.« Og her hevur Tjóðveldi fatur á rætta end­anum. Tí tað er als ikki greitt fyri fólki, hvat hetta gongur út upp­á. Hinvegin hevur hetta um kom­m­un­u­samanleggingar verið á pol­it­isku dagsskránni í eini 20 ár, utt­an at nakað sum helst hendir. Komm­unur leggja saman, men tað hev­ur einki við yvirskipaðu ætl­an­ir­ nar hjá løgtingi og landsstýri at gera – men tað verður gjørt av prakt­isk­ um ávum. At leggja kommunur saman er ein sjálvfylgja. Um tað nýtist eing­in fólkaatkvøða. Tórshavnar komm­una hevur lagt saman við fimm øðrum kommunum seinasta mans­ald­ur­ in – uttan eina tað ein­astu fólka­at­ kvøðu. Men nú skulu havn­ar­borg­ arar spyrja, um teir vilja hava hin­ar báðar kommunurnar, sum eft­ir eru í Streymoynni, við eisini. Hetta eru burturspiltir pengar, sum høvdu gagnað nógv betur á onk­r­um øðrum øki – serliga um hetta bara verður ein víðkað gall­up­ kann­ing, sum heldur ikki fer at verða brúkt til annað, enn ein velj­ar­a­kann­ ing, tí »fólkaatkvøðan er bara veg­ leið­andi«, hvat tað so enn merk­ir. Men tá nú hugurin er so góð­ur at spyrja fólkið, so kundi sam­gong­an eitt nú spurt okkum, um vit góð­taka, at pensjónsaldurin skal hækka. Hon kundi eisini spurt okk­um, um vit góðtaka »progressivu flat­skatta­skip­ an­ina«, um vit góð­taka, at pen­sjón­ ir­nar verða skatt­að­ar við inngjaldi, ella um vit góð­taka at seta í gildi brúkaragjøld á heils­u­øki­num. Ein fólkaatkvøða um slík evni hevði givið meining. Fekk sam­gong­ an undirtøku fyri sínum politikki, so sluppu vit undan øllum grenjinum frá and­støðu og fakfeløgunum. Ella úrs­lit­ið varð øvugt. Í øllum førum hetta givið meining. Ein fólkaatkvøða um pen­ sjónsaldur hevði verið frægari Ein stórhøll, marghøll ella ein Grand Arena í Havn. Borgarstjórin heitir nú á býráðið um at gera kann­ ingar um innihald og fígging av eini stórhøll. Málið kem­ ur fyri á býráðsfundi mik­u­ dagin. Býráðið arbeiddi í 2004 og 2005 við eini ætlan um at gera fótbóltshøll niðan móti Vill­ing­ardali­. Ætlanin var tó fyribils slept, m.a. tí at fleiri líkn­andi verkætlanir vóru í um­búna kring landið. Heðin Mortensen ynskir nú, at býráðið tekur støðu til at gera eina størri høll við fleiri brúksmøguleikum held­ur enn bert vanliga fót­ bólts­høll­. – Henda verður bygd á sama stað, sum ætlanin var at byggja fótbóltshøllina, sig­ur hann. Heðin Mortensen er sann­førdur um, at bæði høv­uðs­staðurin og landið mangl­ar eina slíka stórhøll – eina inn­an­dura multiarena – til al­skyns tiltøk við nógv­ um áskoðaraplássum. – Tórshavnar kommuna eig­ur tí at ganga á odda at út­vega Føroyum eina slíka stór­høll. – Stórhøllin skal hava fót­bólts­vøll bæði til kapp­ ing­ar­dyst­ir, lands­d­yst­ir og venj­ing. Stór­høll­in skal har­um­framt kunna veita um­støð­ur til aðrar ítrótta­ greinir, til finalur og til størri altjóða kappingar. Málið kemur fyri á bý­ ráðs­fundi nú mikudagin 2. mai. Stórhøll skal byggjast í Havn Eitt løgið krossmessuval Rakstrarúrslitið hjá IRF fyri 2011 er 2,07 mió. kr. betri enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 0,32 mió. kr. lægri enn í 2010, meðan út­reiðsl­u­rnar eru 0,16 mió. kr. lægri. at inn­tøkurnar eru lægri enn í 2010 kemst m.a. av, at IRF gavst við gomlu gjalds­eðl­as­kipanini, og kund­ ar­nir fingu kreditnotu, so hvørt gjaldseðlarnir komu innaftur. Samlaðu íløgurnar í 2011 vóru 7,56 mió. kr. av hesum vóru 1,05 mió. kr. gjørdar í Brenni­støð og ymiska útgerð, 0,52 mió. kr. vóru gjørdar í ruskpláss og endur - nýtslu­ skip­an, 1,37 mió. kr. vóru gjørd­ar í rottangaskipan og verk­stað, meðan íløgur fyri 4,62 mió. kr. vóru gjørdar í nýtt spill­oljuverk og høll til serliga dálkandi burturkast. Samlaða lánsskuldin er 3,96 mió. kr. hægri enn í 2010, með­an rentuútreiðslurnar eru 0,27 mió. kr. hægri. Rakstrarúrslitið fyri 2011 er 2,07 mió. kr. betri enn mett framm­anundan. Inntøkurnar eru 0,32 mió. kr. lægri enn í 2010, meðan út­reiðsl­ur­nar eru 0,16 mió. kr. lægri. at inntøkurnar eru lægri enn í 2010 kemst m.a. av, at IRF gavst við gomlu gjald­seðl­a­skip­an­ini, og kundarnir fingu kreditnotu, so hvørt gjaldseðlarnir komu innaftur. Gott ár hjá IRF Gott Jan! Ør­kyml­ andi fólk­a­ atkvøða Jógvan Arge kjak á síðu 23 Busi­ ness as usual Óli Jacobsen Tíðargrein á síðu 25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000