mikudagur 2. mai 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í morgin fara kona og maður
av húsi fyri at minka um talið
á kommununum í Føroyum.
Tað halda vit øllum førum.
Men júst greiða endamálið
við hesi fólkaatkvøður er ilt
at fáa eyga á – uttan tað, at
talið á kommununum skal
fækka.
Og tá kommunurnar verða
færri, so verða kommunu
stýrini eisini færri og harvið
eisini borgarstjóralønirnar.
Sambært reglunum er løn
in hjá borgarstjórum treytað
av íbúgvatalinum, og verður
roknað sambært lønartalvur
millum Fíggjarmálaráðið og
Tænastumannafelag Lands
ins – og kann í mesta lagi
vera (um mánaðin):
• 0-499 íbúgvar: 32. lønar
flokkur = 31.758 krónur
•500-999 íbúgvar: 35. lønar
flokkur = 35.475 krónur
•1.000-1.499 íbúgvar: 36. løn
arflokkur = 38.473 krónur
•1.500-4.999 íbúgvar: 37. løn
arflokkur = 40.796 krónur
•5.000-9.999 íbúgvar: 38. løn
arflokkur = 45.219 krónur
•10.000 íbúgvar ella fleiri:
39. lønarflokkur = 49.191
krónur
Borgarstjórar, sum í minsta
lagi eru í starvi hálva tíð, fáa
harumframt 15 prosent í pen
sjón.
Hvussu úrslitið av fólka
atkvøðuni verður og ikki, so
fara at hava færri borgar
stjórar í framtíðini, tí komm
unurnar verða færri í tali. Á
hugavert hevði verið at vitað,
hvussu nógv vit tilsamans
kundu spart í óneyðugum
umsitingarútreiðslum,
um
kommunustýrini vórðu eini
25 færri...
Partur av parlamentariska grundar
lagnum undir landsstýrissamgong
uni hjá Jørgen Niclasen og Kaj Leo
Johannesen stendur upp á spæl, nú
Jenis av Rana hóttir við at fara úr
samgonguni í morgin, um ikki løg
tingið broytir tilmælið hjá stýrinum
fyri ALS um at gera viðurskiftini
hjá arbeiðsleysum nógv verri.
Hetta eru ikki nýggir tónar frá
Jenisi av Rana, og hóast vit gita, at
hann treyðugt fer úr samgonguni,
so skilja vit væl støðu hansara.
Hann kunngjørdi júst hesa støðuna
í Sosialinum 4. apríl og segði tá, at
komandi mánaðin fór vísa, hvussu
leikur fór. Enn er tó lítið, sum bend
ir á, at Jenis av Rana fær viðhald
í løgtinginum fyri at taka stýrið
í ALS av ræði til tess ikki at gera
viðurskiftini hjá arbeiðsleysum so
ring, sum stýrið fyri ALS mælir til.
Og krøvini frá Jenisi av Rana eru
eitt nú, at útgjaldið úr ALS ikki skal
lækka, at karensdagar ikki skulu
setast í gildi fyri arbeiðsleys, at inn
gjaldið ikki skal hækka – men at tað
skal hækka munandi hjá teimum,
sum tjena mest – hann nevndi tey,
sum hava fingið stóran skattalætta
av flatskattinum.
Jenis av Rana segði í stuttum, at
hann vil ikki góðtaka, at samgong
an letur teimum, sum eru væl fyri,
stórar gávur og fer til tey, sum einki
hava við rokningini.
Hetta er eitt ikki sørt naivt sjón
armið hjá einum tingmanni, sum
hevur stuðlað júst hesum politikki.
Endamálið hjá samgonguni er, at øll
skulu gjalda líka, einki við at breið
astu herðarnar skulu bera lutvíst
meira. Hetta hevur løgmaður skorið
út í papp fleiri ferðir, tá hann við
glómum í eygunum hyggur upp á
fólk – og sigur, at sjálvandi fáa tey
við hægru inntøkunum størri skatt
alætta, enn tey við teimum lágu inn
tøkunum...
Sambært formanninum í ALS
stýrinum, so er lítið sum bendir á, at
stýrið kemur við nýggjum tilmæli.
Sambært
landsstýrismanninum
í vinnumálum og formanninum
í vinnunevndini, so er lítið, sum
bendir ár, at teir fara at taka ALS av
ræði. Vinnumálaráðharrin segði við
útvarpið, at hann væntaði
at finna skilagóðu loysnirnar við
fornuftigum práti... Men tað ljóðar
lættari sagt enn gjørt.
Jenis av Rana segði her í blað
num 4. apríl, at næsta stigið hjá
honum verður ikki, at hann fer at
atkvøða ímóti samgonguni. Næsta
stigið verður at biðja farvæl og fara
úr samgonguni.
Eitt er í øllum førum vist. Jensi
av Rana hevur spælt síðsta trumfin.
Bluffar hann hesaferð, so fær trú
virðið hjá honum og Miðflokkinum
eitt álvarsamt skot fyri bógvin.
Jenis hevur sett trúðvirðið
hjá sær og Miðflokkinum í veð
– So var aftur ein útspilling
arherferð á Vaglinum í dag,
og hesi somu fólk sum halda
røður, undrast hví færri og
færri fólk møta at hoyra
hetta tvætlið, við persónlig
ari útspilling sum høvuðs
boðskapi, hvar politikarar
valdir av fólkinum verða
kallaðir apur, og annað sum
er so ljótt, at ein ikki tímur
at taka tað uppaftur.
Orðini eigur Kaj Leo Jo
hannesen, løgmaður, sum
á Facebook í gjárkvøldið
gav ilt av sær, eftir at hava
hoyrt 1. maidagsrøðurnar á
Vaglinum í Havn.
Víðari sigur løgmaður á
Faceook:
– Hesi somu fólk biðja
um virðing, virðing er nakað
man fær fyri at uppføra seg
ordiliga móti øðrum menn
iskjum og ikki við persónlig
ari niðurgerðing í røðum á
Vaglinum við lítlum og ong
um substansi.
– Vit halda tað kortini
vera løgið, at løgmaður skal
taka sær tykni av hesum. Tú
skuldi ikki trúð, at maðurin
hevði 10 ára royndir sum
politikari, tí hesar ákoyring
ar eru lítið av miklum – og
hvat skuldi løgmaður ann
að hildið, nú hann og sam
gongan soleiðis hava tikið
hvørkratak um tey lægst
løntu fyri at geva teimum
hæstløntu frægari kor?
Um Kaj Leo Johannesen
og samgongan ikki fáa fak
feløgini at fylkjast og argast,
so hava vit av sonnum ikki
brúk fyri fakfeløgunum, so
einfalt er tað.
Løgmaður:
Fakfeløgini tvætla
Feit borgarstjórabein
hvørva í morgin
Ongan
fløva til
tey arbeiðs
leysu
Bjørt samuelsen
kjak á síðu 18
Eiga
at banna
píkum
í Havn
Heðin Mortensen
kjak á síðu 16
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Happing
gjørdi Rúna
til kempara
Páskabl. s4-5
260 túsund
til semings
fólk s4
Ósá Café
í Etiopia
Páskabl. s8-9
Mikudagur 4. apríl 2012 Nr. 41 86. árg. kr. 25,00
2. páskadag
faroelaw.fo
advokatar
ALPHA 2
sirkulatiónspumpa
www.auto.fo
Jenis av Rana heldur ikki, at tað longur er pláss
fyri honum í samgonguni. Hann vil ikki góðtaka, at
samgongan letur teimum, sum eru væl fyri, stórar gávur,
og fer til tey, sum onki hava, við rokningini s6
Jenis
úr sam
gonguni
Páskablaðið
samvitskubit
Bluff ella spinn Jenis?
Onkrir av hesum borgarstjórum missa sessin – og eisini lønina, tá kommunurnar verða færri...