mikudagur 2. mai 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mai 2012 · Nr. 50
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hjá Brüssels Airlines, og eisini her
vóru tríggir flogskiparar, sum
áður høvdu flogið við Atlantic
Airways.
– Har fleyg eg so frá sep
tember 2010 til oktober 2011, tá eg
aftur misti starvið har. So beint
nú gangi eg arbeiðsleys, sigur
Kára Dam.
Hon hevur tó fingið starv sum
avloysari hjá Atlantic Airways í
summar, men út yvir tað dugir
hon ikki beint nú at siga, hvussu
framtíðin sær út.
– Nú taki eg summarið fyrst,
og so mugu vit síggja, hvat fram
tíðin hevur at bjóða. Tað týdn
ingarmiklasta er ikki hvar eg fái
arbeiði, men meiri um talan kann
gerast um fast arbeiði, sigur Kára
Dam.
Hon hevur heilt frá byrjan
flogið sama flogslag, British Aero
space, og tí er tað umráðandi, at
sleppa fram at flúgva hetta slagið
av flogfari.
– Einaferð verður sjálvandi
neyðugt at umskúla meg til ann
að slag av flogfari, men vónandi
kann tað blíva, tá eg havi fingið
fast starv. Hetta bæði tí at tað er
dýrt at umskúla seg, men havi
fast starv rindar felagið fyri um
skúlingina, sigur Kára Dam.
Orsøkin til, at neyðugt verður
við umskúling einaferð fyrr ella
seinni er, at British Aerospace
flogførini ikki verða bygd longur,
og av tí sama slúsa flogfeløgini
hesar flogtypurnar út.
– Tað gerst truppari og trupl
ari at fáa eykalutir til hesi sløg av
flogførum, og tí velja flogfeløgini
at selja til lond í Afrika ella har
tað slepst av við British Aero
space
flogførini,
sigur
Kára
Dam.
Heldur smærri flogfør
Tað er kortini ikki tí, at flogførini
eru ótíðarhóskandi ella avoldað,
at tey verða skift út.
– Hetta eru framvegis frálík
flogfør, og British Aerospace var
í mong ár størsta flogfarið við
London City góðkenning*. Land
ingarstellið er gjørt til 80 tons
tung flogfør, men British Aero
space flogførini viga bara helvt
ina, so talan er um ein luftsins
bulldozara, sigur Kára Dam.
Men at flogfeløgini í alt størri
mun skifta British Aerospace
flogtypurnar út – í stóran mun til
brasilianska flogfarið Embraer –
merkir samstundis, at møguleik
arnir hjá Káru Dam at fáa arbeið
uttan umskúling gerast færri og
færri.
– Enn eru flogfeløg eftir, sum
flúgva við BA flogførunum –
umframt Atlantic Airways eisini
Malmø Aviation – men eg má
síggja í eyguni, at umskúling
einaferð verður neyðug, sigur
Kára Dam.
Og tá tað hendir, er tað ikki
endiliga ein ambitión at sleppa
at flúgva teir heilt stóru jumbo-
jettarnar.
– Eg haldi í veruleikanum, at
tað er stuttligari at flúgva tey
smærru flogførini fram um teir
stóru jumbo-jettarnar. Talan er
um styttri túrar og meiri action
við at fara á flog og lenda. Við
teimum stóru flogførunum er
tímavís við einki at gera, tí tú
flýgur so langar teinar, sigur
Kára Dam.
Lutfalsliga stuttu túrarnir
hava eisini higartil ført unga
flogskiparan runt í Europa.
– Eg havi flogið upp á Norðan
lond, Týskland Belgia, Italia,
Spania, Frakland, stutt sagt kring
alt Europa, sigur Kára Dam.
Ræstur roykur í Madrid
Líka síðani Faroe Jet gavst at
flúgva í desember 2006, hevur
Kára Dam búð uttanlands, tó at
hon altíð hevur vitjað trúliga
heim til Føroya.
Fyri hana er tað tí ikki so av
gerandi, at hon fær starv hjá
heimliga
flogfelagnum,
ella
hjá onkrum øðrum flogfelag í
Europa.
– Eg havi ongantíð hugsað
um USA. Har tykist alt so stórt,
og so má eg eisini taka suppler
andi útbúgving, tí mín lisensur
ikki uttan víðari verður góðtikin
í USA, sigur Kára Dam.
Hon hevur sum nevnt bert
flogið British Aerospace RJ flog
førini, og møguleikarnir har
fækkast so líðandi.
– Drongur mín er italienari og
eisini flogskipari, og eg haldi ikki,
at hann hevði havt hug at flutt
til Føroya, skuldi tað verið, sigur
Kára Dam.
Tey búgva í løtuni í Madrid í
einum størri bústaðarkompleksi,
og sjálvt um Kára stundum kann
leingjast eftir føroyska matinum,
kann hon ikki kæra seg um
veðrið.
– Nú, tá eg eri arbeiðsleys eru
vitjanirnar heima longri. Meðan
eg arbeiddi gjørdist tað sjáldan til
meira enn eina viku heima, men
á jólum var eg heima ein heilan
mánað, sigur Kára Dam.
Hon hevur onkurtíð roynt
at havt føroyskan mat niður til
Europa við sær, men tað gagnast
ikki tað sama.
– Tað er ikki tað sama at kóka
ræst kjøt mitt inni í Madrid. Eina
ferð eg royndi hetta, helt ein vin
kona mín úr Marokko upp á, at
skula smakka. Eg royndi at mæla
henni frá, men einki nyttaði. Tá
hon so kom inn, var hon um at
venda í hurðini, og tá hon skuldi
smakka helt hon, at hon skuldi
halda seg til eplini, men tað gekk
jú heldur ikki, sigur Kára Dam.
Hugsar um trygdina
Hon var bert 21 ár tá hon fór
undir útbúgvingina sum flog
skipari, og hennara flokkur var
ein ungur flokkur.
– Tann yngsti næmingurin var
júst fyltur 18 og tann elsti var 25,
og fleiri okkara vóru rættiliga
ung, tá vit høvdu fingið prógvið,
sigur Kára Dam.
Hon heldur ikki, at tað er
nakar munur á kvinnuligum og
mannligum flogskiparum.
– Bæði kynini er líka góð og
minni góð til starvið, heldur
hon.
Hon fær mest positivar reak
tiónir frá ferðafólki, tá tey síggja
hesa ungu kvinnuna, sum tey
so trygt mugu leggja teirra lív í
hendurnar á.
– Er tað nakað, eru tað serliga
konufólk, ið kunnu tykjast eitt
sindur ótrygg við at hava meg
at stýra flogfarinum, sigur Kára
Dam.
Ikki tí. Hon hugsar eisini sjálv
um trygdina, og hvat er at gera,
skuldi okkurt gingið galið.
– Vit venja javnan at takla
allar hugsandi støður. Vit skulu
til venjingar í simulatori tvær
ferðir um árið, og tá venja vit
ymiskar vandastøður. Vit hava
brandvenjingar, og bara nakað so
banalt sum at rópa, tá okkurt er
áfatt, venja vit, sigur Kára Dam.
Sum fyrsti føroyski kvinnu
ligi flogskiparin er hon ein slóð
brótari innan føroyska flogsøgu,
og kann harvið á sín hátt kallast
tann føroyska Amelia Erhart.
Men fyribils bíðar hon eftir rætta
møguleikanum at tryggja sær
eitt fast starv hjá einum flogfelag
sum enn nýtir British Aerospace
RJ-flogtypuna.
í meldrinum
* London City góðkenning er serlig
góðkenning til flogfør, sum sleppa
at flúgva til serliga flogvøllin.
Áður var British Aerospace størsta
flogfarið við hesari góðkenning, men
nú hava eisini Embraer og Airbus
flogfør hesa serligu góðkenning.
Í tíðini hjá Faroe Jet skifti Kára Dam millum stýrhúsið
og kabinuna, har hon arbeiddi sum flogterna
Eginmynd
Amelia Mary Earhart
Fødd 24. juli 1897, var ein viðurkendur
amerikanskur slóðbrótari innan flúgving.
Hon var fyrsti kvinnuligi flogskipari
heiðrað við US Distinguished Flying Cross,
sum hon fekk fyri at flúgva einsamøll
tvørtur um Atlantshavið. Hon setti mong
onnur met, skrivaði mest seldar bøkur og
var við at stovna The Ninety-Nines, ein
felagsskapur fyri kvinnuligar flogskiparar.
Í einari roynd at flúgva kring jørðina í
1937, hvarv Amelia Earhart yvir mið
Stillahavinum, nærhendis Howland
Island. Tað er enn í dag ikki greitt,
hvat veruliga hendi Earhart.
Innflúgvingin til London
City flogvøllin. Hann
hellir fimm stig, og tað eru
langt frá øll flogfør, ið fáa
London City góðkenning
Eginmynd