Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Leygardagin er ársins fyrsta báta­stevna, og hetta er eis­ini tíðin, tá Rás2 eisini byrj­ar at senda beinleiðis frá ymsu stevninum. Aftur í ár fer Rás2 at senda bein­leiðis bátafestivalradio av Toft­um, sum er legardagin. Tað verða Vilmund Jac­ ob­sen og Heri Simonsen, sum fara at stýrar sendingini frá klokk­an 11 til 17.00 Teir siga, at konseptið verð­ur sum seinast, at Heri tek­ur stevn­u­gest­ir í stu­dio, sum er í bygn­ingi­num hjá KBH, og Vil­mund verð­ur um­borð onkr­um báti, sum sigl­ir tein­in úr Skála­botni út á Toftir. Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað eru áhugaverdar visjónir, sum stjór­in í Hús­a­láns­grunninum, Andr­as Ró­in, leggur fram í blað­num í dag: at Hús­a­lánsgrunnurin fer at byggja hundr­að­tals leig­u­í­búð­ ir, sum við sera lagaligari fígging gjøgn­um Húsa­láns­grunn­in kann tryggja fólki eina húsaleigu, sum ligg­ur um 4.000 - 4.500 krónur um mán­að­in. Føroyingar hava ongantíð megn­ að at skapt ein virðiligan bú­stað­ar­ markn­að. Koyrt hevur ver­ið fram eftir fumm­um – og priv­at­i­r pen­ing­ a­stovn­ar hava alt valdið. Kapping mill­um bank­ar er ein býur í Kina, tí har ræður du­o­pol, sum mangan er verri enn mon­o­pol – ser­liga tá pen­ ing­a­stovn­ar lát­ast at hava kapp­ing, men kortini tryggja hvønn ann­an við at gera júst tað sama. Lækk­ar ein rent­una, so lækk­ar hin eisini. Tá koma eisini væl skrivað tíð­inda­b­røv til miðl­ar­nar um, at rentan lækk­ar – við út­rokn­ing­um um, hvussu nógv­ ar tús­und krón­ur ein set­húsa­eig­ar­i við so og so stórari skuld sparir. Tá teir so aftur hækka rentuna, so kem­ur kanska eitt tíðindabræv, men tá verð­ur »rent­an til­lag­að« – ein undarlig formulering, sum onk­ ur banka-spinn­dokt­ari man hava funn­ið uppá. Tá so peningastovnarnir fóru at veita donsk real­kre­ditt­lán, so kundi tú væntað, at støðið fór at verða, sum í Danmark. Men nei. Eitt »bi­ drag« hoyr­ir við til pakk­an, og tað er eitt bidrag, sum einki hevur við ta kon­trakt, tú sum lænari hevur gjørt, men eitt bidrag, sum bankin hækkar, tá honum tørvar meira peng­ar. Soleiðis verður húsaeigarin på her­rens mark, fullkomiliga gyrdur í brøk­ur. Bústaðarviðurskiftini hava stór­ an týdn­ing, tá vit tosa um fólka­ frá­flyt­ing. Vit sóu tað í seinastu krepp­uni, at fólk flýddu um háls og herð­ar av landinum undan ar­beiðs­ loysi og sethúsaskuld. Flytur tú sum nýútbúgvin til Før­oyar, so hevur tú onga ar­beiðs­ loys­is­trygd og so slett onga bú­ stað­ar­trygd. Tú mást út at leiga á priv­ata og ó­skip­aða markn­að­i­num, ella mást tú seta teg í skuld upp um bæði oyru – og tað ber ikki til, tá tú ert ný­út­búgv­in við ong­um ar­beiði. Tí er tað kærkomið, um Húsa­ láns­grun­n­ur­in kann verða við til at broyta bú­stað­ar­fígg­ingi­na mun­ andi. Tað er gott við sterkum bankum. Men tað er uppaftur betur, um bank­ar­nir fáa tað mótspælið sum ger, at fólk­ið og sam­fel­ag­ið eisini fær part av vinn­inginum. Vónandi liggur fíggjar­mála­ráð­ harr­in ikki á boðunum. Gott um leiguíbúðir kunnu gerast eitt veruligt alternativ Ein lesari okkara hevur gjørt okk­um varug við, at vit vóru ov skjót her á síð­uni at rósa Ogn­ar­fel­ ag Trygg­ing­ar­tak­ar­anna fyri »op­in­leika«, bara tí at trygg­ing­in í fram­tíðini fer at senda út at­kvøð­u­seðl­ar til all­ar trygg­ing­ar­tak­arar. Lesarin sigur soleiðs: – Hvat í ver­ð­ini hevur tað við op­in­leika at gera, at trygg­ing­ar­tak­ar­ar her­eft­ir all­ir fáa ein at­kvøð­u­seð­il­in send­andi utt­an um­bøn o. a. – TF-hold­ing verð­ur akk­u­rát líka aft­ur­lat­ið eft­ir hetta. Op­inleiki hevur ein heilt ann­an týdning í einum org­ an­isa­tor­i­skum høpi – ein kann spyrja, hvat verð­ ur nú op­in­leiki um? Fel­agið er ong­an­tíð so nógv aft­ur­lat­ið sum við stóra um­ boðs­ráð­num – og hetta við at­kvøð­u­seðl­u­num at senda út til øll er rein sminka og ein liður í at av­leiða upp­ merk­semi. Hetta eru SEV- me­tod­ur um­aft­ur – fupp. At senda atkvøðuseðlar út er ikki ein­gang gen­i­ alt (hesta­vogn­ur) – hvat við at at­kvøða el­ek­tron­ iskt á ein­ari heim­a­síðu – vit liva í 2012. Men tað hevur heldur onki við op­ in­leika at gera – meira ein mann­a­gongd og tøkniliga brúk­ar­a­vin­ar­lig loysn. Op­in­leiki er ikki ein­gang part­ur av orð­aðu kjarn­u­ vir­ð­unum hjá hold­ing­ fel­ag­num! Ev­n­ið verð­ur við­gjørt púra ó­krit­ iskt. Atkvøðuseðlar einki við opinleika at gera Alternativ bústaðarfígging Tá løgtingsfólk nú fara í summ­ar­frí – og ting­set­an 2011 end­ar, er tað eitt nógv broytt sam­felag, har Mið­ flokk­ur­in, Sjálv­stýr­i­s­flokk­ ur­in, Fólka­flokk­ur­in og Sam­ bands­flokk­ur­in nú hava rátt fyri borg­um í eitt hálvt ár. Ongantíð fyrr eru so koll­ velt­andi broyt­ing­ar gjørd­ar eft­ir so stutt­ari tíð. Broyt­ing­ ar, sum eru góðar og gagna fleiri fólk­um. Ser­liga pol­i­tik­ ar­um sjálv­um, og teim­um, sum eru ríkari enn teir. Broytingar, sum gera við­ ur­skift­ini hjá teim­um lág­ løntu mun­andi verri. Broyt­ ing­ar, sum til døm­is hækka skatt­ing­ina av pen­sjón­um hjá lær­ar­um og sjúkr­a­systr­ um eini 13 prosent. – Men so skal sigast, at ein­asti bólkur, sum ikki fær hesa skatta­hækk­ing í síni pensjón eru pol­it­ik­ar­arnir sjálv­ir. Men hví skulu teir tað? Teir eru so van­ir at kradda sær ser­sømd­ir –  og teir blúgv­ast held­ur ikki við at kradda sær enn eini ser­ rætt­indi við, at teirra pensjón ikki verð­ur skatt­að, fyrr enn hon verð­ur út­gold­in. So­leið­ is er mur­an bara í før­oysk­um pol­it­ik­arum­... Vit síggja broyt­ing­ar, sum geva ar­beiðs­leys­um kar­ens­ dag­ar, sum lækka útgjaldið til ar­beiðs­leys og sum hækkar inn­gjald til ALS. Broytingar sum gera, at tey sum nærk­ast pen­sjóns­ aldri mugu fyr­i­reika seg til eitt longri arbeiðslív. Jú, vit kundu hildið á at reksa upp avrik, sum gagna nøkr­um, men sum gera um­ støð­ur­nar hjá nógv­ar ferð­ir fleiri so nógv verri. Tað tyk­ ist sum um tal­an er um eina dulda ætl­an at laða niður væl­ferð­ar­tæn­ast­ur – við fíggjarkreppuni sum skálka­ skjól. – Er tað løgið, at vit fáa eina trú­virð­is­gjógv mill­um pol­it­ik­ar­ar og fólk­ið, sum skrivað stendur í »Eyga­máli­ num« á síðu 18? – Og so segði onkur, at tað er fólksins vilji... Flott politisk avrik – serliga fyri summi Credi­ bility Gap Eyðfinnur Jacobsen Eygamálið á síðu 18 Hvat er før­oyski tón­leik­ urin í KVF? Steintór Rasmussen Kjak á síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rás2 sendir beinleiðis av Toftum