hósdagur 3. mai 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Talið á fulltíðararbeiðsleysum var 1.697
í mars, ið er 111 færri enn í februar
mánaða. Tað svarar til eitt arbeiðsloysið
á 6,2% og er 0,4 stig minni enn í februar.
Í mars mánaði vóru 848 fulltíðar
arbeiðsleys konufólk og 849 mannfólk.
Hjá kvinnum minkaði talið við 49 og hjá
monnum við 62 samanborið við februar.
1. mai ball endaði
í brummuni
1. mai er altjóða arbeiðara
dagur, og tað eru tey, sum
halda henda dagin.
Eitt útlendsk skip lá í
Klaksvík, og týskvøldið fóru
átta av manningini í býin.
Teir fóru inn í Roykstov
una, har teir fingu okkurt at
drekka.
Hvat veruliga hendi utt
an fyri Roykstovuna, eru
ymiskar frágreiðingar um.
Tveir ungir útlendingar,
23 og 24 ára gamlir vórðu
handtiknir og skuldsettir fyri
í felag at hava framt harðskap
móti einum klaksvíkingi, og
teir vórðu sama kvøld fluttir
í brummuna í Havn at sita.
Í gjár vóru teir í rættinum.
Báðir noktaðu teir at hava
framt harðskap. Annar var
komin til at skumpa, varð
hóttur og sló tí frá sær. Nakað
seinni kom hin til hjálpar,
togaði landsmannin burtur,
og tá so ein føroyingur kom
móti honum, hevði hann
sligið út eftir honum fyri
at fáa hann burtur. Tað var
ikki við vilja, at hann hevði
rakt mannin í andlitið, so
hesin fór at bløða næsablóð.
Soleiðis søgdu teir.
Vitnini
hjá
politinum
søgdu nakað annað. Tey
vildu vera við, at hesir báðir
útlendingarnir
av
sínum
eintingum høvdu sligið og
sparkað klaksvíkingin.
Verjarnir hjá teimum báð-
um hildu ikki grundarlag
vera fyri at varðhaldsfongsla
menninar, tí passini vóru
tikin frá teimum, og skipið
var siglt undan teimum.
Annar verjin helt eisini, at
frágreiðingarnar hjá vitnun
um samsvaraðu als ikki um,
hvør sló.
Varðhaldsfongslaðir
Ákærin helt, at um menninir
ikki vórðu varðhaldsfongsl
aðir, kundu eftir finna uppá
at flýggja umborð á okkurt
annað skip úr heimlandi
teirra.
Ákærin fekk sín vilja, og
menninir vórðu varðhalds
fongslaðir, til málið kemur
fyri rættin í næstu viku. Tá
skulu vitnini hoyrast.
Tað varð nevnt á rættar
fundinum, at teir báðir út
lendingarnir høvdu drukkið
nakað hetta kvøldið. Men
tað hevði klaksvíkingurin,
sum segði seg vera álopnan
eisini.
Tann maðurin hevur ikki
brotið nakað, men nøsin hjá
honum skal kannast.
Ì viðmerking á Portalinum
skrivaði hann í gjár, at hann
hevði tað eftir umstøðunum
gott.
Rættarfundurin
í
gjár
var drúgvur, tí neyðugt var
at hava tulk. Alt skuldi um
setast.
Føroya rættur skal í næstu viku taka støðu til, um tveir ungir
útlendingar, sum týskvøldið vóru áfastir við ein mann í Klaksvík,
skulu dømast fyri harðskap og vísast av landinum
Fakfeløg
móti skerjing
unum í ALS
– Vit hava gjørt og gjørdu
greitt, at fleiri av ætlaðu
inntrivunum, kunnu vit
ikki taka undir við. Vit
stuðla okkara umboði
og vit vita, at hann er
samdur við okkum, tó at
hann hevur verið við at
skriva undir ta semjuna,
ið stýrið hevur latið úr
hondum, siga feløgini.
At neyðugt er at tálma
útreiðslum
grunnsins
eru
fakfeløgini
greið
yvir og samd, tó kunnu
tey ikki góðtaka, at tey
arbeiðstøku skulu bera
so stóran kostnað av
broytingunum.
– Vit taka als ikki
undir við, at bíðidag
ar aftur verða ásettir.
Heldur skal lógarbroyt
ing gerast, sum ásetir
treytir, um fólk gerast
arbeiðsleys fleiri ferðir
innan stutt tíðarbil.
Hámarkið
á
kr.
600.000,- skal avtakast,
og inngjaldið í grunnin
kann økjast, at avmarka
tapið í grunninum, siga
feløgini.
Hámarkið á 600.000
krónur skal avtakast
og inngjaldið í grunnin
kann økjast, at avmarka
tapið í grunninum.
At skerja hægsta út
gjaldið við 2.500 krónur
kunnu vit heldur ikki
taka undir við. Hetta er
ein alt ov stór skerjing.
Vit eru fullsamd um,
at tað eru partarnir á
arbeiðsmarknaðinum,
og einans teir, ið varða
av ALS – og Løgtingið
skal ikki taka Stýrið av
ræði.
Vit heita tískil á Stýrið
at endurskoða teirra til
ráðing og skipanina og
at málið verður tikið
aftur úr tinginum.
At seta ferð á bú
skapin, skapa størv og
steðga skerjingum, hetta
kunnu landsins myndug
leikar avgera, so eisini
støðan hjá ALS grunn
inum verður munandi
styrkt, siga feløgini í frá
boðan í morgun.
Fakfeløgini á almenna
arbeiðsmarknaðinum hava
havt fund við umboð sítt
í ALS Stýrinum og fingið
frágreiðing um støðuna, nú
løgtingið skuldi taka støðu til
munandi skerjingar í viður
skiftum hjá arbeiðsleysum