Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sum nakað nýtt bjóða tvær av stóru bilasølunum, Auto Service og Reyni Service, nú vinnukundum sínum at leasa sínar bilar í staðin fyri at keypa teir. Leasing av bilum er í sær sjálvum ikki nakað nýtt. Í grannalondum okkara er tað at leasa ein vinnubil næstan eins vanligt og at keypa bilin. Í sambandi við leasing av bilum er tað soleiðis, at bila­ sølan eigur bilin, meðan tann sum leasar leigar bilin. Tann sum leasar bilin betalur eitt fast mánaðarligt gjald íroknað trygging, veg­ skatt, viðlíkahald og dekk. Tað einasta kundin skal hugsa um er brennievni. Hóast leasingin er serliga vend ímóti vinnulívinum – fyri­tøkum og stovnum, er eisini møguleiki hjá privat­ fólki at leasa bilar. – Vit hava í longri tíð ar­ beitt við hesum hugskoti, sum nú er veruleiki, siga Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, og Árni Rasmussen, stjóri í Auto Service. Bilasølur bjóða leasing Undir slagorðunum “Reypa uttan at keypa” bjóða tvær av stóru bilasølunum sínum vinnukundum at leasa sínar bilar Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, og Árni Rasmussen, stjóri í Auto Service