Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Hósdagur 3. mai 2012 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Kunngerð um garðar og hegn Hegn- og garðsýni fer fram í allari kommununi. Nú seyðurin fer av bønum skulu allir garðar og hegn vera í seyðahøgum standi í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík, á Hvítanesi, í Kaldbak, í Kollafirði, í Kirkjubø, á Velbastað, í Hesti og í Nólsoy í seinata lagi 14. mai. Hegn- og Vatnsýnisnevndin í Tórshavnar kommunu. tórshavnar kommuna Barnaansingin í Tórshavnar Kommunu www.torshavn.fo PEDAGOGUR TIL VØGGUSTOVU Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið inni á Gøtu eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 13. august 2012 ella eftir nærri avtalu. setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Býlingshúsið inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. mai 2012. meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara tlf. 30 22 20 ella á 21 77 01. tórshavnar kommuna Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Verkfrøðingur til deildina fyri Infrakervi á Landsverki Av tí at ein av okkara starvsfeløgum er farin í annað starv á stovninum, søkja vit eftir einum verkfrøðingi at byrja skjótast gjørligt. Planeindin er partur av deildini fyri infrakervi á Landsverki og tekur sær av planlegging, prosjektering, ferðslu, ferðslutrygd, ferðsluhagtølum og tilbúgving á øllum infrakervinum hjá landinum. Deildin varðar av landsvegum, tunlum, havnum og tyrlupallum. Arbeiðsuppgávur Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, ið gevur tær møguleika at mynda og menna planleggingararbeiðið hjá Landsverki. Høvðusuppgávurnar eru til dømis at: . gera kravfestingar og hava fakliga ábyrgd av verkætlanum . granska størri verkætlanir . prosjektera og leiða smáar verkætlanir . planleggja ferðslutrygdartiltøk . savna inn og viðgera ferðsluhagtøl Tú kemur at arbeiða í einum toymi við tilsamans 7 øðrum verkfrøðingum/ teknikarum. Førleikakrøv Tú hevur eina hægri tekniska útbúgving, til dømis verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi. Royndir innan planlegging og prosjektering eru ein fyrimunur, tó eingin treyt. Tú hevur hollan teldu­ førleika, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur vitan um og áhuga fyri samferðslu í breiðum týdningi. Mest umráðandi er tó, at tú hevur hug og evni alla tíðina at seta teg inn í nýggj øki. Fyri at røkja hetta starvið mást tú duga at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini evna at samstarva og samskifta við nógv ymisk fólk. Uppgávurnar eru ofta nógvar og ymiskar, og tí er neyðugt at hava nógvar bóltar í luftini í senn. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Arbeitt verður skiftitíð. Umsóknir Tú kanst søkja starvið umvegis okkara heimasíðu. Umsóknarfreistin er 9. mai, 2012 kl. 08.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Armgarð Steinhólm, leiðara fyri planeindina, á tlf. 290 891. STARVSLÝSING Vilt tú vera við til at menna og tryggja føroyska infrakervið? Landsverk er ein stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega-, byggi- og havna- myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar.