hósdagur 3. mai 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 51 · 3. mai 2012
2
VIKUSKIFTI
Konufólk kunnu tykjast eitt sindur ótrygg
við at hava meg at stýra flogfarinum
29 ára gamla Kára Dam, fyrsti
kvinnuligu føroyski flogskiparin
Matstova
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Teir báðir vinmennirnir Martin Daniali
og Lasse Skjønning Andersen vildu
gera okkurt egið – okkurt, sum ongin
annan hevði gjørt áður.
Á eini ferð í London sóu teir, hvussu
bretar gingu við greyti í koppum, og at
7-Eleven seldi greyt fyri tvey pund.
– Eg spurdi meg sjálvan hví selur
ongin tað greyt í Danmark, tá okkum
eisini dámar væl greyt, sigur Lasse
Skjønning Andersen.
Hann setti seg í samband við gamla
vinmannin Martin Daniali, og í sep
tember í fjør lótu teir matstovuna upp
á Jægersborggade.
Tað einasta
Matarkortið er skrivað á eina svarta
talvu og verður skift út hvørja viku.
Havragreytur og rísingreytur eru altíð
at fáa, men turkiskur desertgreytur,
øllebrød og risotto eru eisini at fáa
viðhvørt.
Teir báðir eru ikki heilt vísir í tí,
men alt bendir á, at »Grød« er einasta
greytmatstovan í heiminum. Í Onglandi
og USA eru tað fleiri matstovur sum
bjóða greyt – ella oatmeal, sum tað
verður nevnt. Men bara í Keypmanna
havn er tað ein matstova, har onki ann
að enn tann reini greytur er at finna.
Meira
aktuell
tíðindi
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Annika Mittún / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Barbara
Holm
Á Nørrebro í Keypmannahavn er ein heldur
óvanlig matstovn latin upp. Tað er »Grød«,
sum selur júst tað – greyt og bara greyt!
Tann reini
vavgreytur
16. apríl í ár doyði danski
reiðarin Mærsk Mc-Kinney
Møller. Tað gjørdi hann á
sjálvum føðingardegnum
hjá Drotningini, og hóast
tað kom hesin dagur at
standa í navninum hjá
Mærsk.
Eg kundi ikki annað enn taka hattin
av fyri donskum miðlum, sum beinan vegin
settu fokus á lívið hjá hesum stóra reiðara,
sum fleiri danir syrgdu.
Sama kvøld var ein tímalong sending
um lív hansara í bestu senditíð, har vinir,
politikarar og samstarvsfelagar hjá Mærsk
prátaðu um hendan serstaka mann, sum
hevur fylt ómetaliga nógv í danska sam
felagnum seinastu mongu árini.
Síðani kom ein sending í tveimum pørtum
um Mærsk, har allar smálutir um hansara lív
komu til sjóndar.
Sama var galdandi, tá ið Helle Thorning
Schmidt gjørdist forsætisráðharri.
Kvøldið eftir valið var ein tímalong
sending um hana at síggja í DR.
Føroyskir miðlar kunnu læra nógv av DR
og TV2.
Hesar báðar sjónvarpsrásir eru altíð
aktuellar, og taka aktuell tíðindi framum tað
skrá, sum tey annars hava lagt sær.
Eftir mínum tykki tykist tað, sum før
oyskir miðlar undirmeta týdningin av
aktuellum tíðindum. Flest allar dokumentar
sendingar, sum eru at síggja í sjónvarpinum,
kunnu sendast til eina og hvørja tíð – í 2012
ella 2015, tí tær eru á ongan hátt aktuellar.
Sendingarnar, sum hava verið í sjónvarp
inum um sjálvmorð, um føroysk listafólk,
um aktiva deyðshjálp og aðrar hava verið
ógvuliga áhugaverdar, men tær kunnu
sendast aftur og aftur, tí tær eru altíð ella
ongantíð aktuellar.
Tað hevði gjørt nógv fyri trúvirðið hjá
sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, um evnini
til tíðir vóru meira aktuell.
Kringvarpið sendi í sínari tíð eina sending
um Marner Jacobsen og EIK, og hendan
sendingin má sigast at vera tann, sum hevur
verið mest aktuell hjá Kringvarpinum, um vit
tosa um sjónvarpið.
Meira av slíkum tilfari hevði betra mun
andi um sendiflatuna hjá Kringvarpinum.
Ein kundi til dømis hugsað sær, at einki
hevði verið meira natúrligt enn at gjørt eina
sending um Kaj Leo Johannesen, tá ið hann
gjørdist løgmaður. Men kortini hevur ongin
slík sending verið at sæð.
Vónandi taka føroyskir miðlar sum heild
hendan lærdómin til sín, tí í veruleikanum
er tað meira áhugavert og kanska eisini
lættari at framleiða tilfari til miðlar, um ein
altíð hugsar um tey aktuellu tíðindini, og
ikki roynir at uppfinna tann djúpa tallerkin
hvørja ferð ein sending skal gerast, við at
finna eitt evnið, sum kann halda í allar ævir.
So segði
hon...
Á matstovuni Grød bjóða tey einans greytrættir