Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað segði Annika Mittún Jac­o­b­sen, frá­far­andi stjóri í Kring­varp­inum, tá hon var gestur hjá for­kvinn­uni í fak­fel­ag­num hjá fjøl­miðl­ a­fólk­um, Ingr­id Bjarnastein í morg­un­send­ing­ini hjá Út­ varp­i­num í morgun. Annika Mittún Jacobsen fer úr Kringvarpinum í starv hjá SDC í Danmark, har hon skal leiða 75 programmørar. Og tað var í hesum sambandi, at orð­ini fullu: – Eg skal leiða 75 pro­ gramm­ør­ar, og tað eru eisini fólk, sum eru prim­a­donn­ur og kunnu verða ring at leiða, segði Ann­ika Mit­tún Jac­ob­ sen. Og so spurdi fak­fel­ags­for­ kvinn­an hjá journ­a­listu­num tann sjálv­sagda spurn­ing­in, um journ­al­ist­ar eru prim­ a­donn­ur, sum eru ring at leiða: – Jú, tað eru teir. Tað er jú ein partur av tí at vera jour­ n­al­ist­ur og seta spurnartekin við makt­hav­ararnar. Tað var væntandi, at úrslitið av fólka­at­kvøð­uni hós­dag­in fór at vera tann kata­strofa, sum tað varð, og øll tann komm­un­ala ný­skipan­in hev­ur fing­ið eitt skot fyri bógvin. Tá tú velur at hava eina fólka­at­ kvøðu, bara fyri at hava eina fólka­ at­kvøð­u, so verður úrslitið hareftir. Fólk­ið varð ikki upplýst um, hvat fólk­a­atkvøð­an snúði seg um, og als eing­in pol­it­isk semja var um málið. Eitt ser­deilis illa úr hondum greitt ar­beiði frá landsstýrismanni og sam­gongu. Tað er so sjálvsagt, at vit skulu hava størri kommunalar eind­ir. Einki hald­gott argu­ment er í­móti hes­um, men úrs­lit­ið av fólka­at­ kvøð­uni vís­ir, at vit ikki skulu hava færri komm­un­ur – í hvussu so er ikki meira enn tríggjar færri. Tað ger so púra ong­an mun, tí skuldi tað veru­liga mun­að, so skuldu vit hava sjey ella fimm – ella kanska tríggjar komm­unur. So kann onkur siga, at fólkið hev­ur talað. Men so er ikki. Tí fólk­ ið hev­ur ikki tal­að. Tí tey flestu – tveir trið­ing­ar – valdu als ikki at tala, tí at fólka­at­kvøð­an var so einki­sig­andi fyri tey flestu, at har var í veru­leik­a­num einki skila­gott at taka støðu til. Undir hvørjum treytum ætl­aði lands­stý­r­ið til døm­is at leggja eldra­ øki­ð og skúla­øk­ið út til komm­un­ur­ nar? Hvussu skuldi hetta fíggj­ast – og skuldi tað kanska verið so, at ein út­javn­inga­rs­kip­an varð gjørd, so øll í veru­leik­a­num rindaðu í ein og sama komm­un­u­kassa? Hví skuldi so til døm­is Tórs­havn­ar komm­una vaksa so nógv norðureftir? Hetta minnir eitt sindur um fólka­at­kvøð­una, sum verða skuldi um full­veldi 26. mai í 2000, sum løg­ mað­ur av­lýsti í tøk­um tíma, tí Fólk­ a­flokk­ur­in var bang­in fyri, at um fólkið ikki tók und­ir við lands­stýr­i­ num, so fór fólka­at­kvøð­an at binda okk­um føst í ríkisfelagsskapin. Úrslitið av hesari fólkaatkøvðuni –  um lands­stýrið vel­ur at lurta eftir fólki­num, er, at einki hendir, at alt bara verð­ur sum tað er, og at onkrar komm­un­ur, sum fáa hug, fara at leggja sam­an. Hin­veg­in nýt­ ist lands­stýri­num ikki at lurta eftir fólka­at­kvøð­uni kortini, tí hon var bara veg­leiðandi. Tað er nú ein jánkasligur poli­ tikk­ur at biðja fólkið vegleiða á eini fólka­at­kvøðu. Fólkið er altíð yvir poli­tik­aru­n­um, so tá teir spyrja fólk­ ið, so eigur tað sjálvandi at verða bind­andi. Ann­ars kundu lands­stýr­ ið bara gjørt eina velj­ar­a­kann­ing, tað hevði verið nógv bíligari. Og tá tey nú eru so fegin um fólka­at­køvð­ur í lands­stýr­i­num, so kundu tey spurt fólk­ið – bind­andi – um pen­sjóns­skatt­urin skal hækka, um flatskattaskipan skal set­ast í verk, og um pen­sjón­ir skulu skatt­ ast við inn­gjald. Tað høvdu verið virði­lig­ir spurn­ing­ar at sett fólki. Fólkið talaði ikki á fólka­ atkvøðuni á krossmessu Edmund Joensen, fólka­ tings­mað­ur fyri Sam­bands­ flokk­in, heitir nú á donsku stjórn­ina um at útvega týð­andi upp­lýs­ing­ar um um­sit­ing­ina av før­oysk­um loft­rúmi. – Í løtuni liggja bert git­ ing­ar og leys­ar met­ing­ar til grund fyri ætlaðu yv­ir­tøk­ una av loftrúminum, sigur hann. Flutningsmálaráðharrin, Hen­rik Dam Kristensen, fær nú fleiri spurningar um umsitingina av før­oysk­um loftrúmi. – Spurningarnar hevur Sam­bands­flokkurin á Christ­i­ans­borg sett, eftir at Løg­ting­ið hev­ur sam­ tykt eitt rætt­i­liga iva­samt upp­skot til sam­tykt­ar, sum í sein­asta enda skal bera í sær yv­ir­tøku av um­sit­ing­ ini av loft­rúmi­num yvir Føroyar, sigur hann. Flutn­ings­mál­a­ráð­harr­ in verð­ur m. a. biðin um at út­vega upp­lýs­ing­ar um, hvussu mong flog­før flúgva í før­oysk­um loftr­úmi, hvørji gjøld verða á­sett, hvørj­ar inn­tøk­ur og út­reiðsl­ur eru tengdar at um­sit­ing­ini, og hvussu mong ar­beiðs­pláss eru knýtt at loft­rúms­um­ sit­ingini. – Sum er hevur Løgtingið tí­verri tikið støðu út frá leys­um met­ingum og git­ing­ um frá Fram­sókn, ið er upp­ skots­still­ari. Onki haldgott fíggj­ar­ligt grund­a­r­lag er at taka støðu út frá. Kortini legg­ur upp­skots­still­ar­in til grund, at yv­ir­tøk­an fer at hava pos­i­tivar fíggj­ar­lig­ar av­l­eið­ing­ar, ein  umsetning á 50-100 mió. kr. árliga, og 50 upp til 100 nýggj vit­an­ ar­tung arbeiðspláss, sigur Edmund Joensen. Hann heldur tað ikki vera nóg gott at taka stór­ar av­gerð­ir utt­an at týð­andi fakta og fíggj­ar­liga grund­ ar­lag­ið eru til sta­ð­ar – Talan er í veruleikanum um eitt víð­ fevnt mál, ið má við­ger­ast við varni og umhugsni, sigur hann. Edmund Joensen vil hava fakta Einkisigandi fólkaatkvøða Journalistar eru primadonnur Re­vol­ v­ar­a­pol­i­ tikkur? Óluvá í gong kjak á síðu 12 Mugu varðveita gomlu Havnina Levi Mørk kjak á síðu 24 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000