mánadagur 7. mai 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Fyrst hevði hann drukkið
heima og síðan hevði hann
drukkið nógv í einum føð
ingardegi
leygarkvøldið.
Seinni setti hann seg í
bilin og koyrdi suður eftir í
Suðuroynni við byrsu í bili
num.
Soleiðis
byrjaði
hetta
kvøldið, sum kundi havt
kostað mannalív.
Í rættinum seint sunnu
kvøldið greiddi hann frá,
at áðrenn hann var farin
heimanifrá, fór hann inn á
skrivstovuna hjá pápanum.
Hurðin varð læst, men hann
sparkaði hurðina inn, tí hann
skuldi hava hendur á byrsuni
og patrónbeltinum.
Síðan koyrdi hann suður
yvir, til Vágs, og á eiðinum
hevði hann skotið nøkur
skot upp í luftina.
Hetta fekk politiið boð um
og stevndi móti Vági, men
politistarnir møttu bilinum
og vendu. Teir hildu seg
nakrar hundrað metrar aftan
fyri hann.
Komin til Øravíkar, koyrdi
hann inn til gistingarhúsið.
Har fór hann inn við byrsuni.
Hann hevði skotið út gjøgn
um eitt vindeyga. Tá ið hann
fann eina eskju við svávul-
pinnum, festi hann eld í eina
sofu.
Politiið stóð eitt petti frá
og eygleiddi. Politistarnir
vildu ikki fara nærri, tí teir
vistu ikki, um maðurin fram
vegis var vápnaður.
Maðurin fór aftur í bilin
og koyrdi móti Kramba
tanga.
Koyrdi langt á
trimum hjólum
Politiið
royndi
at
forða
manninum við at seta ein bil
tvørtur um bilin, men mað
urin rendi beint á bilin, sum
fluttist hálvan metur. Í bili
num sat ein politistur, og ein
annar stóð beint við.
Á ferðini misti maðurin
annar forhjólið av bilinum,
men hann ferðina fram. Hjól
ið datt av á Ósavegnum, men
kortini eydnaðist manninum
at koyra heilt til havnalagið á
Tvøroyri.
Men eina ferð slapp hann
ikki longri, og poltistarnir
fóru og tóku mannin, sum
varð lagdur í hondjørn.
Hann
varð
síðan
í
politibili fluttur á støðina.
Sunnudagin varð hann av
hoyrdur og um kvøldið flutt
ur til Havnar við Smyrli.
Sunnukvøldið
var
so
grundlógarhoyrið,
har
maðurin
varð
varðhalds
fongslaður fram til 1. juni.
Hann
skal
mental-
og
persónskannast.
Ta avgerðina kærdi mað
urin ikki.
Eingin umbring
Hvør orsøkin enn var til, at
tað á henda hátt klikkaði hjá
manninum, var tað eingin
umbering fyri atburðinum,
segði ákærin í grundlóg
arhoyrinum í Føroya rætti
sunnukvøldið.
Maðurin varð skuldsettur
fyri drápsroynd, tí hann
hevði skotið móti einum
politibili i Øravík við fólki
í. Sjálvur segði maðurin, at
hann hevði skotið upp í luft
ina.
Tá ið hann hevði sett eld
á sofuna, setti hann eisini
fólk í lívsvanda, tí trý fólk
gistu
á
Gisingarhúsinum
við Á hesa náttina. Tey
vóru í grannahúsinum. Eft
ir røttum skuldu tvey fólk
verið í húsinum, har eldur
var í, men tey vóru ikki møtt,
upplýsti ákærin á rættar
fundinum.
Tað kom fram á rættar
fundinum, at foreldrini og
gentan hjá manninum vóru
komin í bili til Øravíkar, men
politiið hevði forðað teimum
at fara til mannin at tosa við
hann.
Áðrenn maðurin fór av
Gistingarhúsinum,
hevði
hann lagt byrsuna frá sær.
Ringdi sjálvur til 112
Nevnt varð eisini, at á ferðini
hevði maðurin sjálvur fleiri
ferðir ringt 112. Eina ferð
hevði hann spurt, hvørjir
politistar vóru til arbeiðis.
Hann hevði spurt, tí hann
hevði sagt seg ikki vilja
skjóta ein ávísan politist,
sum hann kendi. Hesar upp
lýsingar komu frá politinum.
Maðurin sjálvir mintist einki
til tað.
Sambært politinum hevði
hann eisini ringt 112 úr Vági
og sagt, at missión hansara
var at skjóta 60 fólk, men
hann var ikki byrjaður enn.
Tað mintist maðurin einki til.
- Eg havi ikki havt slíkar
tankar, kom spakliga frá
manninum, sum var sjónliga
rørdur av øllum tí, hann fekk
at vita um gerðir sínar.
Politiið hevur greitt frá, at
meðan maðurin koyrdi móti
Tvøroyri, hevði hann vinstra
arm út gjøgnum rútin. Í
hondini hevði hann eina øks,
sum hann bankaði við niður í
takið á bilinum. Seinni tveitti
hann øksina frá sær.
Tá ið bilurin var steðgaður,
sníktu politistar seg inn á
hann. Tá sat hann sum lív
leysur á setrinum. Hann varð
tikið úr bilinum, var sum lív
leysur, varð lagdur niður og
fekk handjørn á.
Tá vaknaði hann eitt sind
ur við og spurdi, hvar hann
var. Hann fór at tára og var
harmur, hevur politiið skriv
að.
Foreldrini komu framvið,
men hann hevði ikki hug at
tosa við tey.
Gistingarhúsið við Á, sum
hevur fingið stóran skaða,
er sperrað av, og teknikarar
eru á veg til Føroya at kanna
skaðan. Fólk koma eisini at
kanna, hvussu stóran vanda
maðurin hevði sett fólk í.
Í
grundlógarhoyrinum
kom eina ferð frá manninum:
- Tað var okkurt, sum
brast innan í mær. Tað klikk
aði bara.
Maðurin skal
mentalkannast
21 ára gamli maðurin, sum sunnunáttina gjørdi um seg við byrsu og
setti eld á í Suðuroynni, mintist í rættinum bara brot frá náttini
Myndir: Jóan Hendrik Jacobsen