mánadagur 7. mai 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Høgættin er køld, og soleiðis
var eisini leygardagin, tá
Bátafelagið í Nes kommunu
skipaði fyri ársins fyrstu
bátastevnu. Viðhvørt var
kavaælingur, og viðhvørt
skein sólin. Kavin, sum lá
ovarlaga í fjøllunum um
morgunin, snýkti seg, sum
dagurin leið, oman móti bø
garðinum og heilt oman í
fjøruna. Lotið var frískt tað
mesta av degnum, kvøldinum
og náttini við.
Men alt hetta megnaði
ikki at taka tey, sum standa
aftan fyri Bátafelagið, av fót
um.
Um 11-tíðina stevndu bát
arnir inn á Skálafjørð, og av
talað var, at bátafylgið skuldi
byrja at sigla úr Skálafirði
um middagin.
Hann var ikki beinur norð
an í ættini, men var gingin
nakað vesturyvir, kanska í
ein útnyrðing norðan ella so.
Um ikki rættilig lívd var undir
stranda-og skálalandinum, so
var siglingin kortini høgligari
vestari á Skálafjørðinum.
Tað var Thorshavn við
Jóannesi Eidesgaard sum
skipara, ið sigldi fremstur út
eftir Skálafjørðinum. Undan
høgættini úteftir fjørðinum
kendist lotið ikki so frískligt,
og tá sólin í løtum sá, hugsaði
tú ikki um, at hitin kanska
bara lá millum 0-2 stig.
Um gott 14-tíðina var báta
fylgið komið út móti Oyr
unum á Toftum, har havna
meistarin, Hans Óli Viberg,
skipaði fyri, at bátarnir
komu at liggja væl inni í
bátahavnini.
Við
harmonikutónleiki
løgdu bátarnir til bryggju,
og tá allir vóru komnir í
havn, bjóðaði Bátafelagið
út á fiskavirkið á Toftum til
feska, vælsmakkandi suppu.
Búffar og dansur
Høgni Waag Høgnesen, for
maður í Bátafelagnum á
Toftum, sigur, at bátatalið í
ár táttaði í fimmti, og tað eru
tey í felagnum væl nøgd við,
nú líkindini vóru so sum so.
– Vit eru eisini í aðrar
mátar væl nøgd við samlaða
tiltakið. Vit seldu einar 500
bátastevnubúffar, og eini
400 fólk vóru í dansi í tjald
inum. Fólk hugnaðu sær
óført, og vit fara við góðum
huga undir ein nýggjan báta
festival fyrsta vikuskifti í
mai næsta ár.
Høgni Waag Høgnesen
sigur, at hetta er áttanda árið,
at Bátafelagið í Nes komm
unu skipar fyri bátafestivali,
og hann heldur, at tiltakið
nú er vorðið so rótfest, at
hóast dagurin, tá siglingin
fer fram, kann roynast ym
iskur til veður, vísir tað
seg, at tiltøkini við búffum,
dansi og øðrum, sum skipað
verður fyri um kvøldið og út
á náttina, savna nógv fólk.
Tekningin, sum er vorð
in ein fastur táttur á meksi
kanskari
uppboðssølu
á
bátafestivalinum, fór í ár
fyri 8.000 krónur. Tað er
Jens Klæmint Jacobsen, sum
teknar, og hesaferð hevði
hann teknað sitandi bygda
ráð í Nes kommunu.
Bátafestivalur á
frostmarkinum
Einir fimmti bátar luttóku í bátasiglingini
á bátafestivalinum á Toftum hesaferð
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Thorshavn var fremstur í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir hesaferð Mynd: Ian D. Jacobsen