mánadagur 7. mai 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. mai 2012 · Nr. 52
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Einaferð var tað ein
maður, sum segði eina
lygn nóg ofta, soleiðis at
øll til endans trúðu hesi
lygn. Er hetta støðan
í Føroyum í dag? Vit
hava í øllum førum eina
samgongu,
sum
ferð
eftir ferð hevur boðað
frá, at eingin fær minni
í eftirløn eftir at nýggja
skattingin av eftirlønum
varð sett í verk. Er hetta
rætt og verður hetta
eisini rætt um nøkur
ár?
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
hevur javnan víst á, at við
gomlu skattaskipanini,
har egna eftirlønin hjá
okkara
limum
varð
skattað sum A-inntøka, lá
skattaprosentið um 27%.
Samgongan við Fíggar
málaráðharranum
á
odda hevur nú broytt
hetta til 40% - av hvørj
ari krónu. Kann Fíggjar
málaráðharrin vinarliga
greiða okkum frá, hvussu
hann fær roknað seg
fram til, at eingin munur
er á, um ávíkavist 27%
ella 40% verða trektar
frá eini upphædd?
Vit vita væl, at sam
gongan dregur fólka
pensjónina inn í rokni
stykkið fyri at fáa tingini
at passa - fyri at fáa rætt.
Fígg jarmálaráharrin
hevur
millum
annað
víst á, at mótrokningin í
fólkapensjónini framyvir
verður minni, soleiðis at
hetta vigar upp ímóti
hægru skattingini í egn
ari pensjón. Hetta er
áhugavert, tí við hesum
sigur
Fíggjarmálaráð
harrin samstundis, at
minni verður í egnari
eftirløn. Her er eisini
vert at leggja aftrat,
at ávísir samgongufe
lagir longu hava luftað
tankan um at lækka
fólkapensjónina. Niður
støðan er greitt tann,
at okkara egnu eftir
løn kann eingin taka
frá okkum hóast teir
kunnu revsa okkum við
at hækka skattin mun
andi. Hinvegin kunnu
politikararnir,
sum
teimum lystir, broyta
viðurskiftini við fólka
pensjónini, og tað hava
teir so sanniliga gjørt.
Við øðrum orðum kann
Fíggjarmálaráðharrin als
ikki, bert fyri at fáa rætt,
taka fólkapensjónina í
roknistykkið, tá hann vil
vísa, at eingin fær minni
burturúr, hóast skatt
ingin av egnari eftirløn
nú er hækkað munandi.
Umframt alt hetta, er
eisini sera viðkomandi
fyri limirnir í okkara fe
lag, at gera vart við, at
avtalurnar í starvssátt
málunum um at gjalda
til egna eftirløn nú eru
broyttar fullkomuliga.
Nýggja skattingin ger,
at tað als ikki loysir seg
at spara upp til eftirløn
meira, orskað av øktu
skattingini.
Kortini
hevur politiski mynd
ugleikin syrgt fyri við
lóg, at øll í Føroyum nú
verða noydd til at spara
upp til egna eftirløn
samstundis sum sami
myndugleiki hevur gjørt
treytirnar fyri uppspar
ingini munandi verri.
Er hetta ikki revolvara
politikkur?
Revolvara
politikkur?
Óluva í Gong
Vegna Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Lógarbrot – og ein ævigheits
maskina til øktan stættamun
Høgni Hoydal
Tað finnast neyvan orð, ið
kunnu lýsa framferðina hjá
landsstýrinum. Ella tøgnina
hjá samgongutinglimum í
Miðflokkinum, Sjálvstýris
flokkinum, Sambandsflokk
inum og Fólkaflokkinum.
Meðan
tað
stendur
um
grundvallarbrot í føroyska
samfelagnum.
Gerðirnar siga nógv meira
enn orð, so eg fari bara turris
liga at staðfesta: Seinasta
dømið í eini langari røð av
ófyrireikaðum og gjøgnum
skrumblaðum
málum
á
tingi, sum hava djúptøknar
avleiðingar fyri grundvøllin
undir
samfelagnum,
er
hetta:
Ólógligt uppskot...
Fíggjarmálaráðharrin hev
ur lagt lógaruppskot á ting,
sum skal geva honum heim
ild til einsamallur at broyta
skattastigan. Ongar avleið
ingar eru lýstar. Ongar fíggj
arligar útrokningar eru lagd
ar við. Ongar grundgevingar
eru givnar.
Løgtingsumsitingin
og
formansskapurin
á
tingi
mæla til at burturvísa málin
um, tí tað er klokkureint
brot á stýrisskipanina. Tí
í henni stendur sjálvsagt –
sum í øllum fólkaræðisligum
londum – at tað er bara ting
ið, sum við lóg kann áleggja
og broyta skattingina av
borgaranum. Annars eru vit
jú afturi í einaveldinum, har
kongur og hansara embætis
menn ásettu skatt á sínar
tegnar.
...sigur lógardeildin hjá
landsstýrinum sjálvum
Men samgongufólk atkvøða
kortini fyri, at málið skal
viðgerast. Nakrar minuttir
undan 1. viðgerð av málinum,
kemur fíggjarmálaráðharrin
í tingið. Hann sigur við sam
gongufólk, at hann hevur í
síðstu løtu funnið onkran
hægstarættardóm
í
Dan
mark, sum skal brúkast sum
grundgeving.
Undir nevndarviðgerðini
kemur greitt fram, at eis
ini løgfrøðingarnar á lógar
deildini hjá landsstýrinum
sjálvum siga, at hetta er greitt
brot á Stýrisskipanarlógina.
Og at hægstirættardómurin,
sum
fíggjarmálaráðharrin
sipar til, kann als ikki brúkast
at samanbera við.
Tá málið kemur til 2. við
gerð á tingi, er bara and
støðan
í
tingsalinum
at
viðgera málið. Hvørki fíggjar
málaráðharrin,
løgmaður
ella nakar samgongulimur í
fíggjarnevndini, eru til staðar.
Ongir spurningar verða tí
svaraðir. Ongin grundgeving
givin. Tá atkvøðugreiðslan
byrjar, koma samgongufólini
rennandi inn í tingsalin og
atkvøða fyri málinum. Uttan
orð ella eið.
Palleba og Marsanna
gjalda prísin
Og hvør er so avleiðingin av
málinum? Ja, tað er ikki bara
lógarbrot, valdsmisnýtsla og
fullkomin vanvirðing fyri
løgtingsarbeiðinum. Tað er
eisini amboðið til at økja um
stættarmunin og at undir
grava fíggingina av øllum
týðandi samfelagsuppgávum
og samhaldsfesti upp aftur
meira enn grovheitirnar fyri
jól.
Tí fíggjarmálaráðharrin
skal sambært ólógliga upp
skotinum hava heimild til
einsamallur broyta skatta
stigan, tá prísirnir og kostn
aðarstøðið í Føroyum fara
upp.
Tað merkir, at tá oljan
dýrkar. Tá rentan fer upp. Tá
matvøruprísirnir hækka. Ja,
so rakar tað tey lægstløntu
og miðalløntu meint, sum
ongan skattalætta hava fing
ið. Palleba og Marsanna fáa
bara hægri prísir – og enntá
økt gjøld og mista pensjón
frá samgonguni.
Og hvat ger so uppskotið
hjá fíggjarmálaráðharranum
við hendan stóran ójavna?
Jú, hyggjuráðini hjá sam
gonguni eru at gera munin
upp aftur størri! Tey, ið hava
fingið stóran skattalætta
við flatskattinum, skulu fáa
uppaftur størri skattalætta,
tá prístalið fer upp! Tað er
innihaldið í uppskotinum.
Tann, ið hevur,
skal hava meira
Longu nú hækka prísirnir
og kostnaðarstøðið, tí at
flatskatturin elvir til økta
nýtslu hjá teimum, ið fingu
stóran skattalætta. Og tí at
bæði oljuprísur, Sev-prísir
og annað hækka.
Og realinntøkan mikar
hjá teimum mest sperdu, tí
at landsstýrið hækkar brúk
aragjøld, minkar arbeiðs
loysisstuðul og lestrarstuðul
– og noktar fyri at javna
pensjónir og almannaveit
ingar.
Stutt herfyri hækkaði
prístalið við 8%. Og tá upp
skotið hjá Miðflokkinum,
Sjálvstýrisflokkinum, Sam
bandsflokkinum og Fólka
flokkinum er samtykt, verð
ur avleiðingin hendan, um
prístalið hækkar 8%:
Mørkini í skattastiganum
fara tá at verða flutt soleiðis –
uttan nakra løgtingsviðgerð:
- 65.000 upp í 70.200 kr.
- 500.000 upp í 540.000 kr.
- 800.000 upp í 864.000 kr.
Ævigheitsmaskinan
til øktan stættarmun
Tað vil siga, at tey sum onki
hava fingið í skattalætta,
men bara hægri prísir og
minni keypiorku, fáa als
onki burturúr broytingini.
Men tey, sum tjena omanfyri
hálva millión, og tey sum
tjena omanfyri 800.000, fáa
væl burturúr. Teirra mark
fyri, nær tey skulu gjalda
hægri skattaprosent, flytir
seg við uppeftir við millum
40.000 og 64.000 krónum.
Og flatskatturin verður upp
aftur flatari.
Tey hægstløntu fáa altso
beinleiðis vinning burturúr,
tá prísirinar hækka. Og
fáa orku at keypa og brúka
meira, sum fer at fáa prístalið
at hækka uppaftur meira. Og
so fáa tey aftur skattalætta.
Hini fáa bara enn størri
byrðar og skulu bera nógv
meira av kostnaðinum fyri
almennu tænasturnar.
Altso, ein ævigheitsmask
ina til at økja stættarmunin.
Har tey ríkastu automatiskt
fáa meira, og tey vanligu
fólkini fáa alla rokningina.
Lump og lirk
Og hví vil samgongan ikki
koma í Løgtingið, tá tey vilja
geva nýggjar skattalættar
og økja stættarmunin? Tað
hevði verið tann einasta lóg
liga mannagongdin. Men tá
fer tað jú at koma fram í ljósið
og má viðgerast alment.
Við bara at lata ein
landsstýrismann
áseta
skattastigan sjálvur í eini
kunngerð, so kann hesin
skattapolitikkur, ið bara finst
í mest ójøvnu og høgrastýrdu
londum, lumpast og lirkast
ígjøgnum.
Og svarið frá 19 ting
valdum fólkum í samgongu
flokkunum hevur higartil
verið larmandi tøgn.
Klokkureint brot á stýrisskipanina! – sigur lógardeildin hjá landsstýrinum
sjálvum. Og fíggjarmálaráðharrin skal nú hava vald til einsamallur
at geva øllum teimum, sum tjena omanfyri hálva millión, ein stóran
skattalætta afturat, hvørja ferð oljuprísur, renta og vøruprísir fara upp