mikudagur 9. mai 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Politiska orðaskiftið í sjónvarpinum
í gjárkvøldið vísti enn sum áður,
hvussu frustrerað politiska skipanin
í Føroyum er.
Løgmaður legði út við at siga, at
politisk semja er um, at pensjónsald
urin ikki skal hækka tey fyrstu trý til
fimm árini. Tað ljóðaði sum um hetta
er ein avgerð, sum er tikin í breiðari
semju í samgongu so væl sum í and
støðu. Men tað vita øll, at tað passar
ikki.
Síðani Jørgen Niclasen fríggja
morgunin 30. mars á hátíðarligum
tíðindafundi í glashúsinum á Argj
um kunngjørdi, at pensjónsaldur
in skuldi hækka til minst 68 ár frá
1. januar 2013, hava aðrir felagar hjá
honum kapprópt um, at so skal ikki
verða. Talan er bara um eina ætlan,
sum støða als ikki varð tikin til.
Niðurstøðan er nú, at hetta eru
bara karmarnir, sum eru bornir í
tingið. Pensjónsbólkurin og løgtingið
skulu taka støðu til, um pensjónsald
urin skal hækka.
Men faktum er, at Jørgen Niclasen
boðaði frá hesum 30. mars. Landið
skal spara, og við hesum uppskot
inum frá samgonguni kundu tær
fyrstu 40 milliónirnar finnast við at
nokta teimum nú 66 ára gomlu sína
fyrstu árs pensjón.
At hetta er ein himmalróðandi
asosialur politikkur, er runnið sam
gongufeløgunum hjá Jørgeni Nicl
asen til hugs, og tí royna teir hvør í
sínum lagi at eftirrationalisera – og
tað vóru tí júst slíkar eftirrationali
seringar, sum eyðkendu kjakið í gjár
kvøldið.
Vit hava fyrr sæð, at Jørgen Nicl
asen er komin við kontroversiellum
uppskotum – eitt nú flatskattin og
skatting av pensjónum við inngjaldi,
sum hann kortini so ella so fær sín
ar samgongufelagar at hoppa uppá.
Løgmaður hevur helst møtt stórari
mótstøðu í baklandinum hjá sær, og
tí roynir hann at seta seg uppímóti
Jørgeni Niclasen hesaferð. Og tá
Jenis av Rana heldur seg til andstøð
uleiklutin í samgonguni, so er lítið
sum bendir á, at nakað sum helst
kemur burtur pensjónsnýskipanini.
Tað mest hugsandi er, at andstøðan
fer at taka seg úr pensjónsbólkinum
– og at nýskipanaruppskotið fullkom
iliga dettur á gólvið eins og kommun
ureformurin, sum fekk mønusting
in á margháttligu fólkaatkvøðuni
hósdagin.
Í kjakinum um skúlaøki gjørdist
hyggjarin ikki stórt klókari. Sam
gonga og andstøða draga hvør sína
línu – og fullkomiliga miseydnaða
fólkaaktvøðan um kommunusaman
legging hevur í øllum førum fingið
løgmann til at gloyma alt um størri
kommunalar eindir, men heldur at
tosað um samstarvseindir.
Politiska skipanin er frustrerað.
Ongar breiðar semjur eru í ljósmála.
Tvær av ætlaðu nýskipanunum tykj
ast farnar fyri bakka. Samgongan
stendur sterk og stinn og samd sam
an um reaktioneru broytingarnar,
hvørs endamál er at flyta pengar frá
teimum fátækaru til tey ríkaru.
Gitt verður, at pensjóns
bólkurin fer í upploysn
Tað vóru boðini, Høgni Hoydal
fekk frá løgmann í orðaskiftinum
í sjónvarpinum í gjárkvøldið, tá
Høgni Hoydal spurdi politikararnar,
hvat teir sjálvir høvdu spart.
– Tit tosa um, at øll skulu
lyfta í felag, øll skulu verða
við til sparingarnar. Kann
eg spyrja tykkum, hvat tit
sjálvir hava spart, spurdi
Høgni Hoydal.
Speiska
viðmerkingin
frá løgmanni var stutt og
kontant:
– Far og arbeið í sjón
varpinum vissi tú skalt
spyrja okkum!
Far og arbeið í sjón
varpinum Høgni!
Frustrerað politisk skipan
Lyftið, sum Jenis av Rana
hevur fingið frá sínum sam
gongufeløgum um, at viður
skiftini í ALS skulu broytast,
er eitt lyfti, sum als einki er
vert. Samgongan kann ikki
geva eitt slíkt lyfti, tí tað er
stýrið, sum ger av, hvussu
viðurskiftini hjá arbeiðsleys
um skulu vera, og løgtingið
skal bara virka sum atkvøðu
neyt hjá stýrinum. Soleiðis er
støðan, og um løgtingið ikki
virðir ta støðuna, so leggur
stýrið í ALS frá sær.
Sostætt er tað eitt tómt
lyfti, sum Jenis av Rana
sigur seg hava fingið
frá sínum samgongu
feløgum.
Sambært Jenisi av
Rana er tað best, at
hann verður verandi í
samgonguni. Ávaringin
frá honum um at rýma
hevur
hjálpt.
Hann
hevur fingið samgong
una meira sosiala,
sigur hann.
T a ð
kann vera, at Jenis av Rana
sjálvur trýr tí, hann sigur.
Men tey flestu munnu síggja,
at Jenis av Rana enn einaferð
hevur bluffað, og tað gert tú
ikki fleiri ferðir. Heldur ikki í
politikki.
Tað var annars ikki við
mýkindum, sum feðgarnir
báðir, Jenis av Rana, formað
ur Miðfloksins, og sonurin,
Hallur av Rana, formaður í
u n g
mannafelagnum hjá Mið
flokkinum, fóru við sam
gonguni. Sonurin rópti tað
himmalrópandi arrogansu,
meðan Jenis av Rana stóð
fram sum tann góði maðurin,
ið ikki hevði hjarta til poli
tikkin hjá samgonguni.
Vit halda, at hetta spæl
fyri gallarínum.
Spurningurin er, um sam
gongufelagarnir lurta eftir
Jenisi. Tað nýtist teimum ikki,
tí Miðflokkurin hevur sum so
ongan týdning í samgonguni.
Sjálvandi er tað stuttligari hjá
løgmanni at hava eina breið
ari samgongu, men politikkin
hjá samgonguni ávirkar tað
ikki, tað er sjón fyri søgn, tí
endamálið hjá samgonguni
er enn sum áður at taka frá
teimum á niðastu rókunum,
og geva teimum á ovastu rók
um samfelagsins – fólki sum
Jenis við fleiri feitum lønum
og fleiri almennum trygg
um pensjónum – pensjónum,
sum ikki verða broytt
ar, ikki ein gong
bleyta hjartað
hjá Jenisi av
Rana.
Jenis hevur tað best
í samgonguhitanum
Løg
frøðiligt
sirkus
Helgi Abrahamsen
kjak á síðu 12
Ein túr
yvir við
Strond
Halla samuelsen
kjak á síðu 13
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lisið á