mikudagur 9. mai 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Ruðul og eingin kós …?
Óli Jacobsen
Argir
Á einum fundi um fiskivinnu
fyrisiting fyrst í nítiárunum
– tað var á tí sokallaða Peder
Andersen fundinum í Lær
araskúlahøllini – greiddi tann
hittinorðaði Leivur Eides
gaard, sáli, nakað soleiðis frá:
”Fyrr kundi eg bara fara at
fiska, tá ið eg vildi, eg skuldi
bara siga konuni frá. Nú
skal eg hava eitt loyvi fyri
at kunna fiska. Eg minnist
fyrstu ferð, eg skuldi út í
Tinganes eftir hesum góða
pappíri: Innan fyri skivuna
stóð eitt konufólk, hon var í
so stuttum, at tað fjaldi nóg
illa skommina. Eg hugsaði
við mær sjálvum: ’Tað er
nógv broytt í føroyskari
fiskivinnu …!’”
Hendan søgan sigur á sín
skemtiliga hátt frá einum
veruleika, sum hevur verið
galdandi í hvussu er síðani
fiskimørkini vórðu flutt út
á 200 fjórðingar: Landsins
myndugleikar – ’staturin’
– hevur ræði á øllum fiska
tilfeingi, og politiska skip
anin býtir út atgongdina
til fiskatilfeingi: Ger av,
hvør skal sleppa upp í part,
hvussu nógv hvør skal hava,
við hvørjum treytum, um og í
hvønn mun rættindini kunnu
umsetast o.s.frv.
Fyritreytin fyri rakstri
num av einum og hvørjum
fiskifari eru tvinnar, fyrra
er atgongd til fiskatilfeingi:
Eingi fiskirættindi, eingin
íløga. Hin avgerandi fortreyt
in fyri rakstrinum snýr seg
um reglurnar fyri umsetn
ingi av fiski. Líta vit nærri
at
føroysku
fiskivinnuni
úr
hesum
sjónarhornum
– atgongd til fiskatilfeingi
og reglur fyri umsetningi
av fiski – so framkemur ein
áhugaverd mynd. Tað seinna
fyrst.
Marknaðartilknýti
Reglurnar fyri umsetningi av
fiski snúgva seg um, hvussu
ymisku skipabólkarnir eru
tengdir at marknaðinum.
Reint handilsligar treytir
merkja, at fiskurin verður
boðin út á einum marknaði,
har keyparar og seljarar eru
óheftir, og útboð, herundir
góðska, og eftirspurningur
avgera prísin. Tað er tó
bert í undantaksførum, at
veruleikin fylgir bókini, tí
í flestu førum spæla ytri
viðurskifti
inn.
Eitt
nú
kann myndugleikin – við
atliti til onnur viðurskifti,
t.d. arbeiði uppi á landi –
ynskja at stýra rávøruni.
Av royndum vita vit, at ov
nógv og/ella illa umhugsað
stýring kann hava við sær, at
marknaðarmekanismurnar
viknað so mikið, at onnur við
urskifti enn góðska, útboð og
eftirspurningur eru stýrandi.
Í hesum ljósi kunna vit siga
at føroyski fiskiflotin kann
skiftast sundur í tríggjar
bólkar.
1. Skipini, sum virka und
ir reint handilsligum treyt
um, t.d. flakatrolarar og
rækjuskip. Her eru ong-ar
forðingar ella myndugleika-
av-markingar. Góðska, útboð
og eftirspurningur avgera
prísin.
2. Uppisjóvarskipini, sum
er ein kombinatión, ið part
vís virka eftir vanligum
marknaðartreytum.
Fyri
makrelin er tó galdandi nú,
at hann so ella so skal um
føroyskan
bryggjukant.
Felags fyri henda bólkin er
tó, at góðskan á veiðuni er
altavgerandi fyri, hvør prísur
verður latin, og góðskan
verður staðfest beinanvegin
við landing.
Skerdur marknaður
3. Fyri føroyska feskfiskaflot
an eru aðrar treytir galdandi.
Flest øll, sum ikki kenna
so nógv til fiskivinnuna,
ganga helst í teirri trúgv, at
marknaðartreytir eru gald
andi, t.v.s., at øll feskfiska-
veiða skal bjóðast út á Fiska-
marknaði Føroya (FMF) og at
góðska, útboð og eftirspurn
ingur stýra prísunum. Men
so er ikki!
Stórur partur av veiðuni
undan Føroyum verður ong
antíð boðin út á FMF, men
verður handlað beinleiðis
millum keyparar og seljarar.
Tá ið aktørarnir á landi har
umframt hava atgongd til
fisk uttanifrá, so er tað í
mongum førum ein mettaður
marknaður, sum skip og
bátar av myndugleikunum
eru noydd at selja á. Prísurin
er eisini hareftir, ikki minst
tí tað fyri summar keyparar
er líka mikið, um fiskurin er
daggamal ella 10 dagar gamal.
FMF er ikki ein avgerandi
fyritreyt fyri virkseminum
hjá nevndu keyparum, men
er bert til at taka, eitt ’add on’,
og virkar sostatt í stóran bert
sum buffari í eini fløktari
skipan.
Sostatt er langt ímillum
reglurnar fyri umsetningi
av feskfiski í Føroyum og
so fyrstu síðu í lærubókini
um marknaðarbúskap. At
marknaðurin
ikki
virkar,
sæst best aftur í trimum fyri
brigdum: a) samanborið við
líknandi sølur uttanlands,
so eru at kalla eingi sveiggj
í prísunum frá einum degi
til annan b) allur fiskur –
daggamal ella 10-14 dagar
gamal – verður seldur hvørt
um annað og c) eingin prís
munur er at kalla á gomlum
og nýggjum fiski.
Ymisk tilskundan
Karmarnir fyri hvønn bólkin
sær avgera, hvat loysir seg
best, og tískil hvat man
skal leggja seg eftir. Við
øðrum orðum: Tað stýrir
bæði motivatión og atburði.
Fyri bólk 1 er eyðgivið, at
hann til eina og hvørja tíð
tillagar skip, hagreiðing og
framleiðslu til tað, sum kast
ar mest av sær, annahvørt
tað er at leggja loyvir saman,
taka nýggja tøkni í brúk ella
annað. Sama ger seg galdandi
fyri bólk 2. Eftirsum góðska
er altavgerandi fyri keypar
arnar av fiskinum hjá hesum
bólki, so sæst tað eisini aftur
í tillagingini, har evnini at
hagreiða – herundir at køla
veiðuna skjótast gjørligt –
hevur hægsta prioritet.
Bólkur 3. Feskfiskaflotin
kann ikki skerast yvir ein
kamb, tí bólkurin er so
ymiskt
samansettur
við
skipa-
og
veiðuhættum.
Treyðugt so, atlit verða tikin
til góðskuna, tá ið nýggj skip
verða bygd ella keypt í flotan.
Tað tykist kortini sum um
evnini at veiða hava størsta
prioritet. Og hví ikki? Tá ið
góðska ikki verður lønt við
einum hægri prísi, so kann
veiðunøgd leggja upp fyri
lágum kiloprísi.
Tá ið tað verður sagt, at
feskfiskaflotin ikki hevur
tillagað seg, so er tað ikki
rætt. Hann hevur – eins og
virkini á landi – júst lagað
seg til skipanina: Levarar
tað, sum skipanin hevur
eftirspurt og vil gjalda fyri.
Meir og minni skeklaður úr
marknaðarmekanismunum,
so hava allar royndir at fáa
meira burturúr verið sum
hjá bili at koma burturúr
kavaspori: Best sum man er
komin uppá ryggin, so glíður
man niðuraftur …
Hvør er leiðreglan
fyri býtinum?
Makrelmálið er dømi um,
at myndugleikin skal býta
út rættindi til eitt nýtt til
feingi, og fyrisitingin í Fiski
málastýrinum
hevur
nú
smíðað uppskotið til lógar
verkið, sum saman við kunn
gerðini skal vera grundarlagið
fyri
makrelfiskiskapinum.
Fyrisitingin ger – má man
ganga út frá – bert tað, hon
verður biðin um. Hinvegin,
so er fakkunnleikin í fyri
sitingin trygdin hjá politiska
myndugleikanum og borg
arum fyri, at regulverkið
stendur á tryggari grund.
Eingin man vera í iva um
at nótaskipini onkursvegna
eru í serstøðu, tá ið um
makrelbýtið ræður, tí uppi
sjóvarfiskiskapur er teirra
kjarnuvirksemi. Øðrvísi er
hjá øllum hinum bólkunum.
Tað er tó greitt, at myndug
leikin ikki hevur valt at taka
útgangsstøðið í javnstøðu
grundregluni, tá ið hann
hevur skula orðað áseting
arnar. Hvørjar grundreglur,
hann so hevur valt at halda
seg til, er meira enn ógreitt.
Somikið er vist: Bólkabýtið
vísir í hvussu er, at myndug
leikin ætlar at stýra makrel
býtinum niður í minstu
smálutir.
Umframt
nótaskipini,
so eru seks aðrir bólkar
greitt
skilmarkaðir,
allir
við góðum líkindum fyri at
gagnnýta ta kvotu, teimum
er tillutað, antin hon er stór
ella lítil. Seinasti bólkurin er
ein skurvblanding av veiðu
førum, sum einki hava felags,
hvørki tá ið tað kemur til
veiðuhátt ella -evni. Tað er
hvørjum vitandi greitt, at
skipasamanseting,
kvotu
stødd og treytir í hesum
bólki fara at hava við sær,
at húkaflotin sum bólkur í
forhond er krøktur av.
Hvør er visiónin?
Í áravís hevur feskfiskaflotin
verið buffari fyri virksemið
uppi á landi, tí onkursvegna
hevur tjóðarsemja verið um,
at tað hevur tænt heildini.
Hesin flotin hevur trúliga
borið inn á samlibandið
tað, sum framleiðslan á
landi hevur eftirspurt, og
til tann prís, framleiðslan
hevur orkað at goldið, sjálvt
um tað til tíðir hevur tókst
órímiligt og heilt høpisleyst
at
skula
fokusera
uppá
bulk heldur enn business.
Seinnu árini eru fortreytirn
ar í havinum eisini broyttar
munandi til tað verra, og tað
hevur havt við sær, at eingin
– hvørki skip og bátar ella
framleiðlsan á landi – livir
bert av tí, sum nú kemur av
grunni.
Hesaferð hevur politiski
myndugleikin tó – mótsatt
støðuni fyrst í 90’unum –
verið í teirri hepnu støðu, at
samlaða virðið á grunninum
ikki minkar, men heldur
tvørturímóti, og um rætta
politiska handalagið hevði
verið, so var rásarúm fyri
bæði at gera stutt- og lang
tíðartillaðingar,
uttan
at
nakar
misti,
samstundis
sum grunnarnir og Føroyar
vunnu.
Veit ikki um politiski
myndugleikin hevur eina
heildarvisión fyri fiskivinn
una ella bert er umsitari av
nógvum smáum stakvisión
um, sum síðani avspeglar seg
í lógum og reglum, sum verða
smíðaðar sohvørt – seinast í
tí, sum verður lagt fyri tingið
hósdagin at taka støðu til.
Feskfiskavinnan
hevur
agerað buffari fyri politiskt
valdar loysnir í áravís. Við
tí leisti, sum nú er lagdur,
verður
Føroyagrunnurin
í stóran mun gjørdur til
buffara hjá aktørum, sum
hava
sítt
kjarnuvirksemi
uttanfyri Føroyar – kanska
við ’kinesiskum sáttmálum’
áðrenn langt um líður.
Hvat bleiv av visiónini
um heimsins besta fisk úr
heimsins reinasta havi?
Tvey dømi
Spurningurin er, hvussu nógvar pengar, feskfiskaflotin hevur sett til hesi árini, hann
ikki hevur verið undir fullum marknaðartreytum Niðanfyri eru sett upp tvey dømi um
veruligar sølur á FMF (onnur á heysti og hin á vári), sum eru samanbornar við prísirnar
í Hanstholm somu dagar.
Dagf.
Nøgd
FMF
Hanstholm
02.09.11
5.469 kg
120.790 kr.
172.183 kr
10.04.12
8.615 kg
151.029 kr.
327.228 kr