mikudagur 9. mai 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 9. mai 2012 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Undangóðkenning
Nýggjur skúli á Giljanesi
Vága Kommuna bjóðar áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undan-
góðkenning at bjóða uppá høvuðsarbeiðstøkuna í sambandi við bygging
av nýggjum skúla á Giljanesi.
Fleiri upplýsingar um verkætlanina og treytir fyri luttøku í undan-
góðkenning eru á heimasíðuni hjá Vága Kommunu.
www.vaga.fo
Skrivstovufólk
til Umhvørvisstovuna
Traðagøta 38, Argir, tel 342400, us@us.fo
Umhvørvisstovan søkir eftir einum skriv-
stovufólki til Tinglýsingina. Arbeiðið
fevnir um málsviðgerð av tinglýsingar-
málum og vegleiðing í hesum sambandi.
Vit bjóða
eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði, sam-
starvi, har tú hevur møguleika at menna
tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða í tøttum
samstarvi við deildarleiðaran og hini starvs-
fólkini á Tinglýsingini.
Vit vænta
at tú hevur skrivstovuútbúgving, banka-
útbúgving, advokatskrivaraútbúgving ella
aðra líknandi útbúgving. Tað er ein fyri-
munur at hava viðkomandi arbeiðsroyndir.
Dentur verður lagdur á, at tú ert fyrikom-
andi, dugnalig/ur og nærløgd/lagdur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna-
felagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skal sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048
165 Argir
ella sum teldupostur til: us@us.fo.
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni
í hendi í seinasta lagi tann 23. mai 2012.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda
sær til Gunnvá á Lofti á telefon 342400.
Umhvørvisstovan er stovnur undir Innlendis-
málaráðnum, sum fevnir um virkisøkini Vernd,
Matrikul, Kort og Skráir, Gransking, Skógrøkt,
Tinglýsing, Landsfólkayvirlit og Stjórnardeild.
Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari
samfelagsmenning við at verja vistskipanir,
røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar
staðfestingar. Umhvørvisstovan hevur matrikul
og verndarfyrisiting, samskipar kort og skrá-
setingar, veitir tænastur og granskar innan virki
stovnsins.
Laborantur til Fróðskaparsetrið
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Søkt verður e%ir laboranti til starvsstovuna á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi
á Fróðskaparsetrinum við setan frá 1. september 2012.
Starvsøki
Starvið fevnir m.a. um:
• Starvsstovuarbeiði, so sum kemiskar, fysiskar og
biologiskar analysur
• Viðlíkahald av starvsstovutólum
• Heintan og fyrireiking av sýnum til kanningar
• Luttøku í granskingarverkætlanum
• Stuðulsvirksemi í samband við starvsstovuskeið og
vegleiðing av studentum og øðrum starsstovunýtarum.
Førleikar
Vit vænta at tú:
• er laboratoriuteknikari ella laborantur við starvsroyndum
• er opin fyri førleikamenning
• megnar at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samski@isevni
• ert røkin
• hevur kunnleika til vanlig telduforrit
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avit av prógvum, ævisøgu
(curriculum vitae) og møguligum viðmælum.
Umsóknarfreistiner 1. juni 2012.
Setan og løn
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri
størv á Fróðskaparsetri Føroya og er lønt
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið 5. lønarflokk.
Umsóknin skal sendast til
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovuna
J. C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar fáast hjá dekani á Megindeild-
ini fyri náttúru- og heilsuvísindi Hans Paula
Joensen, hanspj@setur.fo og Svein-Ole Mikalsen,
professara, á tel. 352556 ella teldupostadressu
sveinom@setur.fo.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at
finna á www.setur.fo.
Strandfaraskip Landsins søkir eftir einum fólki til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy.
Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 18. mai 2012 kl. 12:00. Sí lýsingina á heimasíðu
okkara www.ssl.fo
Farmaavgreiðsla í Svínoy
Slaktari til Krás
Søkt verður eftir slaktara - ella einum fólki við
royndum sum slaktari - til Krás í Hósvík at byrja
sum skjótast
Arbeiðstíðin er mánadag frá kl. 6.00 til kl. 15.00, hinar
dagarnar frá kl. 7.00 til kl. 15.00.
Áhugað fáa meira at vita við at ringja og spyrja eftir
Alberg Gaardlykke, telefon 235360
Krás er eitt matvøruvirki,
ið framleiðir viðskera
og døgurðamat.
12 fólk arbeiða hjá Krás,
ið heldur til í Hósvík.
www.sosialurin.fo