Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Tey túsundtals fólkini, sum koyra eft­ir Hvíta­nes­veg­num í Havn, skuldu í morg­un merkja, at síðsti skúl­a­dag­ur var í Hoydølum. Av onkrari løgn­ari or­søk halda studenta­skúla­næm­ing­ ar tað vera í ordan at ó­rógva ferðsluna so nógv hend­an dag­in – í teirra ov­fara­kæti – at køin í morg­un var heilt niðan á Sund. Rektarin í Hoydølum hev­ ur fyrr víst vøddar við at burt­ ur­vísa næming, sum park­er­ar ó­lóg­liga, men ó­lát­aða at­burð­ in hjá næm­ing­u­num síðsta skúladag á hvørj­um ári fær hann held­ur ikki bilbukt við. Eftir øllum at døma hevur løgreglan heldur ikki trupulleikar við slíkum atburði, tí bara tveir løg­reglu­ menn vórðu sendir á staðið – men tað gjørdi hvørki til ella frá, og teir vóru meira til grin enn til nyttu. Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Løgmaður hevur fyri at sláa tað upp í glens, tá fólk finnast at hon­um og stýri hans­ara. Hann kall­ar tað »út­ spill­ing­ar­her­ferð­ir«, og at fólk »for­ fylgja hon­um«, tá tey siga sína hjart­ ans hugs­an. Men eisini fólk í samgonguni finn­ ast at. Ein teirra er Jenis av Rana, sum sig­ur seg ikki hava hjarta til pol­i­tikk­ in hjá løg­manni. Kort­ini klár­ar onk­ ur í sam­gong­uni at »lumpa« Jen­is, sum hann sjálv­ur kall­ar tað. Fyri góð­um mán­aði síð­ani gav Jenis fíggj­ ar­nevnd­ini ein mán­að at fáa sos­i­ala ele­ment­ið inn­aft­ur í pol­i­tikk­in. Men í staðin fyri at geva eftir fyri Jen­isi, so valdu sam­gongu­um­boð­ini als ikki at við­gera inn­i­hald­ið í fíggj­ ar­lóg­ar­karm­u­num, og tí­skil verð­ur pín­an út­sett, og Jenis av Rana hongur við. Tá útvarpsmaðurin fyrrakvøldið spurdi Jenis um trúvirði – um in­te­ gri­tet, svar­aði hann, at hann helt seg hava trú­virði – tað kundi hann best meta um, tí hann kendi bak­grund­ ina. Men tað er ikki altíð so, at tú sjálv­ ur kanst def­i­nera tín in­te­gri­tet. Inte­ gri­tet­ur hev­u­r eisini nak­að at gera við kensl­una av er­lig­heit og sann­ leiks­virði í mun til, hvussu tú handl­ ar. Tað mótsætta av integriteti – ella trú­virði er hykl­. Liv­ir tú ikki upp til tey virði, tú hev­ur sett tær – og sum í hes­um føri velj­ar­in eis­ini met­ir sum støð­ið, so er so skjótt, at int­e­gri­tet­ur­ in vend­ir til hykl. Og tá tú gert teg til sjálv­út­nevnd­ an verja hjá teim­um á nið­astu rók­ unum – men í verki fremur ein pol­i­ tikk, sum tek­ur frá teim­um á nið­astu rók­u­num og gev­ur teim­um á ov­a­stu rók­u­num, so kann trú­virði skjótt venda til hykl. Tá tú »over night« kanst geva rík­ um fleiri tú­sund krón­ur í skatt­a­lætta, sum tey fá­tæku skulu gjalda – og tá tú sa­m­stund­is at­kvøð­ur í­móti at taka himm­al­róp­andi ser­rætt­indi frá tær sjálv­um og hin­um pol­it­ik­ar­u­ num – vit hugsa um eitt nú tær 13.500 skatta­frí­u koyri­peng­ar­nar, sum pol­i­ tik­arar fáa og feitu pen­sjón­ina, sum ikki verður skattað við inn­gjaldi, so er so skjótt, at int­egri­tet­ur og trú­virði vend­ir til hykl. Tá tú kanst broyta fíggjarliga grund­ar­lag­ið hjá øllum før­oy­ing­um so nógv, sum sam­gong­an ger og hev­ ur í hyggju at gera, so kanst tú eis­ini í eini handa­vend av­taka bein­leið­is kradd­ara­kend ser­rætt­indi hjá pol­ i­tik­ar­um. Tað hevur sera nógv við trú­virði at gera. Tá samgongan 30. mars kunnger, at pen­sjóns­ald­uri­n hækkar 1. januar 2013 við í minsta lagi ein­um ári – og at eing­in nú vil kenn­ast við hesa út­søgn, so sig­ur tað eis­ini nak­að um saml­aða trú­virði hjá sam­gong­uni. Tað plag­ar at vera Fólkaflokkurin, sum slær tón­an ann. Spurn­ing­ur­in er so, um tann flokk­ur­in um­boð­ar trú­ virðið, með­an hin­ir um­boða hykl­ið? Tað plagar at vera Fólka­ flokkurin sum slær tónan ann Tað er ikki hissini heilsan, sum Teit­ur Vága­dal, val­ evni Sjálv­stýr­is­floks­ins til sein­astu fólk­a­tings- og løg­tings­val, gev­ur floks­for­ manni sín­um í skrivi, hann hevur sent miðl­u­num: » – Vil bera ein síðstu heils­an til Jenis av Rana, og mín egna flokk, Sjálv­stýr­is­ flokkin: Tykkara andstyggiligu dup­ult­mor­alsku hyklarar. Jenis av Rana hevur spýtt í gron­ina á sín­um egnu velj­ar­um. Kári P. Højgaard hev­ur selt tí sosial-liberalu hug­sjón­ina fyri sín egna maga og pen­ sjón. Høvdu hesir menn ver­ ið menn, so høvdu teir lisið skriftina á vegginum og lat­ ið bet­ur (konu)fólk komið til. Eg fái ikki definerað ta pol­it­isku støðuna annað enn: Fy for den lede!« Øll viðmerkingin hjá Teiti Vága­dal kann lesast undir »viðmerkingar« á www.sosialurin.fo »Andstyggiligir dupult­moralskir hyklarar« Stutt frá trúvirði til hykl Køin niðan á Sund Ungu Føroyar bløða Hans Pauli Strøm Tíðargrein á síðu 17 Lang­ tíð­ar­ætl­ an fyri Havnina Annfinn Brekkstein Kjak á síðu 16 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mynd: Álvur Haraldsen