Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stjóri til Kringvarp Føroya Starvið Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya, sum er skipað eftir løgtingslóg nr. 61 um kringvarp frá 16. mai 2006. Umsøkjarin Sum stjóri ert tú savnandi, myndandi og gongur á odda fyri stovninum. Tú hevur viðkomandi førleikar og leiðsluroyndir. Royndir innan fjølmiðlar og innlit í føroyska mentan og samfelags- viðurskifti, er ein fyrimunur. Tú megnar at leiða og skapa eldhuga hjá starvsfólkunum, at fylgja settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum. Tú ert álitisvekjandi og hevur góð evni at samstarva og samskifta. Setanarviðurskifti Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, verður sett sambært avtalu. Umsókn Tú kanst fáa meir at vita um starvið við at venda tær til Rúna Heinesen, formann í kringvarps- stýrinum á tlf. 214407 ella á teldupostadressuni: runih@tsk.fo. Umsóknir við CV, prógvum, o.t. skulu stílast til: Kringvarp Føroya Postboks 1299 FO-110 Tórshavn Att. Kringvarpsstýrið Ella sum teldupostur til runih@tsk.fo. Brot úr hugsjónarliga grundvøllinum hjá Kringvarpi Føroya: ”Málið hjá KVF er at vera støðið undir felags fatan føroyinga, so vit eru betur før fyri at skilja okkum sjálv, okkara tíð og okkara umheim og virka eftir tí. KVF skal áhaldandi tryggja og menna trúvirði, óheftni, sakliga upplýsing, talufrælsi, fjølbroytni og margfeldni í sínum innihaldi” Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, og sum verður stjórnaður av einum stýri við sjey limum. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá lýsingum og spæli. Fíggjar- ætlanin er umleið 60 mió.kr. og umleið 80 fólk starvast í Kringvarpinum. Umsóknarfreistin er fríggjadagin, 25. mai 2012. Søtur seljari søkist Dugir tú væl við fólki og ert opin og fyri komandi av lyndi? Trívist tú væl á ferð og við at røkja sambandið við tínar kundar? So er tað kanska júst tær vit hava brúk fyri at styrkja okkara sølutoymi. Damfar selir eitt breitt úrval av góðgæti og umboðar kend merki sum t.d. Cadbury, Mars, Tunnock’s, Jakob’s, Aquador og Haribo. Arbeiðs­ uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú sleppur bæði at arbeiða sjálvstøðugt við kundavitjanum og kundarøkt og í tøttum samstarvi við restina av sølutoyminum. Umsóknir Umsóknir við viðkomandi prógvum og viðmælum skulu sendast til thd@damfar.fo. Umsóknarfreistin er 20. mai 2012. Hjá Damfar starvast 12 fólk, harav trý sølufólk og ein søluleiðari. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur við komandi útbúgving og arbeiðs royndir innan søluarbeiði og kundarøkt. Um tú hevur spurningar um starvið kanst tú venda tær til Tummas H. Dam, stjóra, á thd@damfar.fo ella á tel. 22 05 50.