fríggjadagur 11. mai 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. mai 2012 · Nr. 54
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.torshavn.fo
Útbjóðing at listprýða Boðanesheimið
Tórshavnar kommuna hevur samtykt, at
1,5% av byggikostnaðinum skulu brúkast
til at listprýða nýggjar bygningar hjá
kommununi.
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur avgjørt,
at øll listafólk hava møguleika at koma við uppskoti at
listprýða nýggja Boðanesheimið.
Listabólkurin hevur tikið avgerð um at bjóða arbeiðið
at listprýða Boðanesheimið út alment, býtt í hesar
arbeiðstøkur:
1. Gongsarealið í ovaru hædd.
2. Gongsarealið í niðaru hædd.
3. Seturstova, samkomuhøll og móttøka í einum.
4. Deildin fyri minnisveik.
Tey, ið bjóða, kunnu bjóða upp á eina, fleiri ella allar
arbeiðstøkurnar.
Til tær ymisku arbeiðstøkurnar er peningur avsettur
soleiðis:
Gongsarealið í ovaru hædd
kr. 150.000,00
Gongsarealið í niðaru hædd
kr. 150.000,00
Seturstova, samkomuhøll
og móttøka í einum
kr. 400.000,00
Deildin fyri minnisveik
kr. 100.000,00
útbjóðing
Leisturin fyri útbjóðingina verður soleiðis:
• Listafólk lata skitsuuppskot inn við frágreiðing um
listaverkini. Í uppskotinum skal upplýsast, hvørja
ella hvørjar arbeiðstøkur, boðið verður uppá, og
hvør kostnaðurin verður fyri hvørja arbeiðstøku,
íroknað uppseting og møguliga innramman
av listaverkunum. Afturat hesum skal neyvt
útgreinast, hvat tilfar verður nýtt til listaverkini.
• Upplýsast skal, at listaverkini skulu vera liðug og
uppsett í seinasta lagi 20. oktober 2012.
• Listabólkurin skilar sær rætt til frítt at velja
millum innkomnu uppskotini ella einki at taka.
Listabólkurin skilar sær eisini rætt til at lata sama
listafólk fáa eina, fleiri ella allar arbeiðstøkurnar,
sum samlaða arbeiðið er býtt upp í.
• Tá ið Listabólkurin hevur tikið avgerð um, hvør
verður biðin at gera ymisku arbeiðstøkurnar, verða
sáttmálar gjørdir við viðkomandi listafólk, har m.a.
treytir fyri avhending, uppseting, kostnað og aðrar
treytir verða ásettar.
• Uppskotini skulu vera Listabólkinum í hendi í
seinasta lagi 25. juni 2012. Um uppskot koma inn
eftir ásettu freistina, verður sæð burtur frá teimum.
kunning
Bjóðað verður til kunningarfund á Boðanesheiminum
týsdagin 15. mai 2012 kl. 11, har Listabólkurin saman
við arkitektunum fer at greiða frá verkætlanini.
Tekningar yvir Boðanesheimið fáast á
Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, ber til at
venda sær til Jákup Simonsen, mentamálaleiðara,
tlf. 214 023 ella Mikael Viderø, býararkitekt,
tlf. 302 010.
tórshavnar
kommuna