Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mai 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 11. mai 2012 2 VIKUSKIFTI Sjálvt um summi potentiell ferðafólk velja Føroyar frá sum ferðamál orsakað av eini sending sum til dømis Whale Wars, skulu vit ikki stúra fyri ferða­vinnuni. Eftir mínum tykki hava vit tað, sum skal til fyri at fáa eina sterka ferðavinnu. Guðrið Højgaard, nýggjur stjóri fyri Ferðaráðið Mammudagur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Einaferð um árið verður mammudagurin hildin. Ikki tí, mammurnar eru alt annað – og nógv meira – enn dagur um árið, men sunnudagin er aftur mammudagur – soleiðis alment onkursvegna. Traditiónin at halda mammudag er aldargomul. Dagurin, sum hann nú verður hildin, varð uppfunnin í USA í 1872, tá ið amerikanski rithøvundin Julia Ward Howe tók stig til dagin. Upp­runaliga skuldi dagurin markera frið, men Anna Jarvis royndi at breiða dagin út um landið fyri at minnast sína egnu mammu, og við tíðini gjørdist dag­urin ein mammudagur. Í USA hevur dagurin verið ein almennur heiligdagur síðani 1914. Blómur og gávur Mammudagurin er eisini komin hendan vegin – sum aðrir líkandi dagar, og her á okkara leiðum verður dagurin hildin annan sunnudag í mai. Tá senda synir og døtur mammu sínari ein tanka – stundum sum eina lítla gávu – og serliga hava blómuhandlarnir góðar dagar mammudagin. Onkur porselensverksmiðja hevur eisini gjørt serliga plattar, sum verða gjørdir til árliga mammudagin. Tyngjandi vetur Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Henrik Old / Mynd: Heinesen Myndir klumman Eyðun Klakstein Blómuhandlar hava góðar dagar, tá ið mammudagurin verður hildin. Sunnudagin er aftur mammudagur Aldargamal mammudagur Tað er ikki løgið, um føroyingar eru tyngdir av vetrartygd, tí meira tyngjandi vetur enn tann í Føroyum skal mann leita leingi eftir. Og hetta hevur verið ein strævin tíð – hetta umfarið av myrku tíðini. Veturin tørnaði til í november mánaði í fjør, og nú sjey mánaðir seinni hava vit framvegis ikki ryst treiska veturin av okkum. Hesir seinastu dagarnar hava verið heldur frægari, sólin hevur kagað fram, og onkra løtu hava vit møguliga verið nánd av tveysiffraðum hitastigum, sigst. Men tað hevur eisini verið kavi í luftini. Flykrur, heglingur og kavi langt oman í fjøllini er lítið hugaligt at uppliva, tá ið vit eru komin væl út í mai. Danskarar syngja Kom, maj, du søde milde! og Tummas Napoelon Djurhuus skrivað um undurfagra mai. Og ja, tað er framvegis møguleiki fyri góðum veðri og hita í hesum mánaðinum, men tað var lítið hugaligt at byrja mai – sum fram um alt annað skuldi umboða deiligu vártíðina – við kavaroki og kuldastigum. Men er veturin treiskur, kunnu vit bert gera eitt. Og tað er at svara aftur við meira treiskni, halda út, síggja sólina aftanfyri skýggini og merkja hitan í kuldanum – ella hvussu vit skulu siga tað. Tað verður betri – alt, sum ikki verður verri, verður betri. Nýggi stjórin á Ferðaráði Føroya segði í samrøðu við Sosialin í vikuni, at føroyska ferðavinnan skal leggja nógv fyri í royndini at longja ferðavinnusesongina – tað vil siga at fáa ferðafólk til Føroya uttan fyri summartíðina. Og tað skuldi í grundini ikki verið nakar trupulleiki. Veðrið er so at siga tað sama í desember, sum tað er í mai, og tað kemur neyvan nakað ferðafólk til Føroya fyri at njóta veðrið. So lat okkum endiliga lokka ferðafólk til Føroya í september og oktober, tí tá sleppa vit undan at umbera okkum fyri veðrið, soleiðis sum vit næstan noyðast her í mai. So segði hon... Sunnudagin er aftur mammudagur – dagurin stavar úr USA og hevur meira enn eina øld á baki