Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2012 · Nr. 55 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lag: »Hví« Hann hevur gingið her altíð hann býarmynd er so hópur av fólki eru samd við mær her hann ímyndin er fyri tónleikalív í Føroyum sum heild og í Tórshavnar bý Hví .......... Tí Simme hann fyllir nú áttati ár tað sæst næstan ikki, tí hann hevur øll hár hann gongur, hann svimur , ei byrsan fær frið og Connie er alíð við hansara lið. Hví.......... Tí tónleikalívið tað krevur sín mann við freistingum sínum tú drukna skjótt kann tá gott er at hava ein vin undir lið sum stuðlar , og sum tú kanst tosa væl við. Hví........... Ja , hví tosa øll nú um íbirtarar og nevna ei Simma og hansar guitar tann tónleikamenning vit síggja í dag er grundað á birting sum hann fekk í lag. Hví........ Men tónleikur er ei tað einasta her eitt navn kemur fram: "Byrsumúli" tað er her syngjast kann leingi , tí søgan er long so stutt sagt: "Hann Simme er still going strong!" Hví....... Ein Føroyamynd fyllir nú áttati ár tá vit sungu "Rasmus" tað var sum í gjár tillukku vit ynskja og takk fyri tað tú gav okkum øllum heilt til henda dag. Hví....... RoMBi mai 2012 Nøvn Simme áttati Kjak Fiskivinnustørv eru annað enn manningar Sjúrður Skaale Kravt verður, at føroyingar skulu manna skip, sum eru undir føroyskum flaggi. Men hvussu við øllum hinum størvunum í fiskivinnuni? Eitt uppskot liggur í ting­inum skal tryggja, at mann­ingar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar samsvarandi teim­um sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska ar­ beiðsmarknaðinum. Tankin við uppskotinum er fínur, tí, sum sagt verður, so er vandi fyri, at støðugt størri partur av manningunum ikki verður løntur sambært føroyskum sáttmála. Sonevnd "sosial dumping" er ein vaksandi trupulleiki í vesturheiminum, og tí eiga eisini vit at ansa eftir. Men í fiskivinnuni starv­ ast onnur enn tey, sum eru dekkarar umborð á skip­un­ um. Útlendingar við føroyingum Tað serliga eitt ávíst felag - Thor - sum er komið í and­ glettin farnu vikurnar fyri at hava útlendingar umborð. Men kjakið er dømi um, at bert ein partur (og kanska ikki tann týdningarmesti) verður tikin fram. Tí tað, at útlendingar lutvíst manna skipini, er altso ikki øll myndin. Eg kenni ikki alt til hetta felag, men eg tosi ofta við menn sum sum starvast hjá Thor, tá eg flúgvi millum Føroyar og Danmark. Og tað eg veit, er Thor føroysk ogn. Leiðslan er føroysk. Fíggingin er føroysk. Grannskoðanin er før­ oysk. Yvirskotið er føroyskt. Skatturin er føroyskur. Felagið keypir ógvuliga nógvar vørur og tænastur frá føroyskum veitarum. Hóast felagið - sum arbeiðir um allan heimin - hevur nógvar útlendingar í starvi, so fáa altso eisini einir 200 føroyingar sína løn frá felagnum. Og teir eru bæði á sjógvi og landi. Um eingir útlendingar sigldu við skipunum hjá Thor, so høvdu føroyingarnir helst eisini verið fáir. Felagið telist ikki mill­um tey, sum hava verið mest lívgað av politiska mynd­ug­ leikanum, tá tað snýr seg um at fáa atgongd til "ogn Føroya fólks" - men felagið hevur sjálvt vunnið Føroyum nýggj fiskirættindi á fjarskotnum leiðum. Og manningin, sum ikki fær "føroyska" løn, fær altso kortini góða løn sæð í mun til lønarstøðið í teimum lond­ um, haðani hon er. Føroyingar við útlendingum Viðvíkjandi onkrum av teim­ um feløgum, har manningin verður lønt sambært før­oysk­ um sáttmálum, ber kanska til at spyrja, um feløgini sjálv eru føroysk. Eru tey "vitanartungu" størvini føroysk? Hvussu við leiðsluni? Hvussu við fíggingini? Grannskoðanini? Hvar endar yvirskotið? Og skatturin? Um dekkararnir verða løntir sambært føroyskum sáttmála, er ikki tað einasta, sum hevur týdning. Kjakið sum hevur tikið seg upp er neyðugt - men kanska tað er í so avmarkað. Vitanartung størv Tá vit seta feløgum, sum virka í Føroyum, treytir, so mugu vit ansa eftir, hvønn tað er, sum vit avmarka. Vit skulu helst ikki skerja møguleikarnar hjá føroyskum feløgum, samstundis sum vit verja feløg, sum kanska í veru­leikanum eru útlendsk. Skulu vit hava fleiri "vitanar­tung" størv í Før­ oy­um mugu vit ikki smíða lóg­irnar soleiðis, at vit enda sum veitarar av starvsfólki til útlendsk feløg.