fríggjadagur 18. mai 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer næstu
dagarnar undir eitt átak til tess at
fáa fólk at taka fótin av spitaranum.
Tað er eitt faktum, at ferðin drepur.
Ferðslutrygd hevur latið gjørt
kanning, sum vísir, at triðingurin
av okkum heldur tað vera í lagi at
koyra ov skjótt.
Tað er sum vera man lítið huga
ligt, at slík líkasæla valdar millum
fólk, at tey halda tað vera í lagi at
koyra ov skjótt, og tað er henda
hugburð, sum Ferðslutrygd vil
broyta.
Fyri nøkrum árum síðani setti
Ferðslutrygd sær ta ferðslupolitisku
stevnu, at eingin skal láta lív ella
vera álvarsliga skaddur í ferðsluni.
Henda stevna endaði sum eitt pol
itisk mál í løgtinginum, nevnt null-
hugsjónin.
At tað hjálpur at seta sær slík
mál, tað vita vit av royndum. Eitt
gott dømi er tilvitskan um at koyra
við trygdarbelti. Tá lógin varð broytt
í Føroyum í 1986 vóru fleiri sum
mótmæltu. Fólk argumenteraðu
beinleiðis ímóti trygdarbeltum,
tí tey skuldu vera vandamikil og
kundu kosta mannalív.
Somuleiðis við rúsdrekkakoyr
ing. Eingin heldur tað vera í lagi at
koyra við kenning. Og tá promillu
markið herfyri varð broytt úr 0,8
niður í 0,2, so var tað kortini eingin
trupulleiki, hinvegin fegnast fólk
um, at nú vita tey, at tey als ikki
skulu koyra, hava tey drukkið.
Tí fer tað eisini at bera til at
broyta hugburð um ferðina. Tað
er tó ikki so langt síðani, at ein løg
tingsmaður legði uppskot fram á
ting um at hækka hámarksferðina
á landsvegunum í Føroyum. Eitt
slíkt uppskot er í besta lagi tápuligt.
Tað kann ikki koma upp á tal at
hækka hámarksferðina á okkara
krókutu landavegum. Høvdu vit
havt tvísporaðar motorvegir, so
var tað nakað annað. Men tað hava
vit ikki og tað fáa vit valla. Vert er
eisini at hava í huga, at tú vinnur
so ómetaliga lítið við at seta ferðina
upp á 90 heldur enn 80 km/t á
strekkinum millum Havnina og
Klaksvík, so vinnur tú bara 90 sek
und!
Vísindini siga, at koyrir tú oman
fyri 90 km/t heldur enn niðanfyri,
so økist talið av deyðsvanlukkum
við 21 prosentum. Koyrir tú 80 km/t,
tá skaði hendir, so er møguleikin
fyri at verða skaddur 50 prosent.
Koyrir tú 100 km/t, tá skaðin hendir,
so er møguleikin fyri at verða
skaddur 100 prosent.
Tí eiga vit at hava størstu re
spekt fyri ferðini. Tað eigur øll
ferðsluundirvísing eisini at byggja
á – og fáast bilførarar ikki at skilja
tað, so er undirvísingin ikki nóg
dygg. Øll ferðslulóggáva eigur eisini
at virða hetta. Tá ferðin drepur, og
eingin skal doyggja, so má ferðin
sjálvandi niður.
Ferðin drepur – tí skulu
vit lyfta fótin av spitaranum!
Vitjanin hjá Jens Stolten
berg í Føroyum seinastu
dagarnar er onnur vitjan
hansara í Føroyum, tó at
hetta var fysta vitjanin sum
forsætisráðharri.
Í 1986 var Jens Stolt
enberg í Føroyum sum
formaður fyri AUF, sum
er ungmannafelagið hjá
norska Arbeiðaraflokkin
um. Hann vitjaði tá Sosi
alistiskt Ungmannafelag í
Føroyum, sum var vertur
fyri norðurlendskum fundi
hjá norðurlendska felags
skapinum fyri javnaðar
ungmannafeløg, FNSU.
Við á ferðini tá vóru eis
ini umboð úr hinum norð
urlondunum. Forkvinnan
í svenska ungmannafel
agnum var Anna Lindh,
sum varð myrd í 2003 og
formaðurin í danska ung
mannafelagnum,
Henrik
Sørensen, sum doyði fyri
nøkrum árum síðani. For
maður
í
Sosialistiskum
Ungmannafelag í Føroyum
tá var Eyðólv Dimon, sum
man vera tann føroyingurin,
ið Jens Stoltenberg kennir
best.
Fyrru ferð í
Føroyum í 1986
Ferðin er størsti dreparin
84 ára gamla Ruth Kjeld í
Havn hevði ein serligan dag
í gjár, norska tjóðardagin, 17.
mai. Tá vóru júst liðin 61 ár
síðani hon flutti úr Noreg
til Føroya – og hendan dagin
kundi hon hátíðarhalda í
Norðurlandahúsinum,
har
hon hitti sjálvan forsætis
ráðharra Noregs, Jens Stolt
enberg.
Ruth Kjeld er ættað úr
Nord Trondelag í Noreg. Or
søkin til, at hon kom til Før
oya var, at hon í 1950 hitti
Viggo Kjeld til eitt jóansøku
hald í norsku sjómanskirkj
uni í Edinburg. Hon var har
við abba sínum, sum var
hóvmeistari við norskum
skipi. Viggo var í Edinburg
við føroyskum trolara.
Árið eftir flutti hon til
Føroya – sjálvan tjóðardag
Noregs, 17. mai.
Ruth og Viggo Kjeld, sum
er ættaður úr Funningsfirði,
búsettust í Klaksvík, men
fluttu seinni til Havnar. Tey
fingu synirnar Edvard og
John Kjeld.
Viggo Kjeld andaðist í 1997,
81 ára gamal.
Ruth Kjeld verið 61 ár í Føroyum
Tá skans
arnir falla
er trygdin í
vanda
Hergeir nielsen
Tíðargrein á síðu 15
Neyðugt
at vinna
onkuntíð
Magnus tausen
Eygamálið síðu 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
84 ára gamla Ruth Kjeld heilsaði upp á norska forsætisráðharran júst 61 ár eftir at hon
flutti úr Noreg til Føroyar 17. mai í 1951. Hon er ættað úr Nord Trondelag í Noreg
Fremst á myndini stendur
26 ára gamli Jens Stolten
berg uttan fyri løgtingið
ein junidag í 1986. Kvinn
an, vit síggja í bakið á, er
Anna Lindh, sum á myndini
vinstrumegin heldur
røðu á Hotel Hafnia