Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Endamálið hjá Bíbliu­felag­ num er at útgeva Bíbliur, at kunna um Bíbliuna og fáa til vega tilfar, sum gevur íblástur til bíbliulesturin. – Ein partur av virk­sem­ inum er at fáa Bíbliuna og tað bíbilska tilfarið út til so mong fólk sum møguligt, bæði heima og úti í heimi, sig­ur bispur við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni. Fyri at gera felagið so breitt sum gjørligt, er ætlanin at allar kirkjur og allar kristnar samkomur verða bodnar við í Tað Føroyska Bíbliufelagið. Eisini einstaklingar kunnu gerast limir. Í næstum verður ein stovn­andi fundur hildin, har ætlanin er at fáa til vega eina reglugerð, ið virksemi felags­ ins verður stjórnað eftir. Til tess at fyrireika ar­ beiðið fram ímóti einum før­ oyskum bíbliufelag, hevur bispur saman við øðrum tikið stig til at seta eina bíbliu­nevnd. Í hesi fyribils nevnd sita umboð fyri fólkakirkjuna og fríkirkjurnar í Føroyum. Tá Bíbliufelagið er stovnað, verður bíbliunevndin sam­ stundis avtikin. tiðindi Í apríl mánaði tók Bergfrost í Fuglafirði ímóti 8000 tonsum av frystum vørum. Her verða tær síðani lagdar inn í fjallahøllirnar, ið goyma frystivørurnar til tær verða avskipaðar aftur. Skopunar kommuna fer í næstum at lata upp eitt undirhús, beint við kommunuskrivstovuna í bygdini, veit Kringvarpið at siga. Fuglafjørður: »Komm­ unan eigur at byggja eina fram­haldsdeild á Kambs­dali«. Soleiðis ljóðar eitt tilmæli frá ein­um arbeiðsbólki sum hev­ur viðgjørt framtíðar skúla­skapin í komm­ ununi. Í einum tilmæli til komm­ununa verður har­aftrat skotið upp, at fara í samráðingar við Eystur­kommunu um eina felags fram­ halds­deild, eins og aðr­ar komm­unur verða kunn­ aðar um ætlanina at skipa ein NámX-líknandi 10. flokk. Á seinasta býráðs­ fundi í Fuglafirði varð sam­tykt at taka undir við til­mælinum frá arbeiðs­bólk­inum og at fara undir samráðingar við granna­kommununa. Ein heildarætlan fyri alla skúlabygging skal verða gjørd, áðrenn ætl­ aða framhaldsdeildin verð­ur bygd. snorri@sosialurin.fo Nevndin í ung­manna­ felagnum Virkið á Sandi hevur skipað seg við Astrid Midjord sum for­ kvinnu. Í nevndini sita annars Bjarki Henriksen, Jón Mikkjal Henriksen, Johan Falkvard og Gudny Warburton. Eyka­ limir eru Heini Jacobsen og Sigvør Djurhuus. Sambært tí sum Sand­oyar­portalurin skriv­ar, fer nevndin nú at gera eina arbeiðsskrá, so tað góða arbeiðið, sum fráfarandi nevndin hev­ur gjørt, verður upp­ fylt. Annars fer Virkið fram­haldandi at vísa við­komandi fótbólts­ dystir á stórskíggja og kafé­kvøldini fara at halda fram.  Eisini fer nevndin at royna at leggja orku í ungdómsarbeiðið. snorri@sosialurin.fo Felags framhalds­ deild fyri alt økið Leggja orku í ungdóms­ arbeiðið Forkvinna Astrid Midjord er nýggja forkvinna í nevndini Mynd: sandportal.fo Fáa nú okkara egna bíbliufelag FELAG Í nógvum londum hava tey sítt egna bíbliufelag. Higartil hava føroyingar ikki havt eitt slíkt, men tað fer at henda í næstum. – Hetta felagið skal virka eftir altjóða leisti, og sum eitt bíbliufelag, ið virkar bæði felagskristiligt og tvørkirkjuligt, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur Henda setta bíbliunevndin skal í fyrstu syftu fyri­ reika stovnanina av felag­ num. Eitt annað týðandi mál verður, at samráðast við danska Bíbliufelagið um at yvirtaka ognarrættin til Bíbliuna – týðingina hjá Dahl og Viderø. Her verður skipanin hon, at Bíbliunevndin kem­ur at hava ognarrættin í eini skiftistíð. Tað før­ oyska bíbliu­felagið fær síð­ani ognar­rættin til hesa Bíbliuna. Og í triðja lagi skal nevndin samvinna við Danska Bíbliufelagið og onn­ur bíbliufeløg. snorri@sosialurin.fo »Yvirtaka« Bíbliuna