fríggjadagur 18. mai 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mai 2012 · Nr. 57
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Effo-deildin 9. umfar upptakt
1. deild
Eftir fyrstu átta umførini hev
ur AB einki stig mist. 07 Vestur
hevur ikki tapt, men vágamenn
mistu fyri viku síðani tvey stig
á Skála, har úrslitið var 1-1.
8. umfar var mikukvøldið.
AB vann 4-0 í Klaksvík. Argja
menn høvdu roknað við stór
ari mótstøðu, men serliga í
1. hálvleiki, tá ið AB skoraði
tríggjar ferðir, var stórur mun
ur á liðunum. Politikkurin í
Klaksvík tykist vera, at teir,
sum venja við besta liðnum,
ikki skulu hjálpa næstbesta
liðnum, hóast teir fyri tað
mesta sita á beinkinum í bestu
deildini. Tí mundu AB kenna
mótstøðuna minni, enn teir á
Argjum høvdu roknað við.
07 Vestur hevði vitjan av
EB/Streymi, og úrslitið var 4-1,
eftir at EB/Streymur legði seg
á odda, og støðan var 1-1 í hálv
leikinum.
9. umfar leygardagin 19.
mai: Skála-HB, AB-07 Vestur,
NSÍ-Víkingur, B71-KÍ og EB/
Streymur-B68.
joannes@sosialurin.fo
8. umfar, mikudagin 16. mai
07 Vestur - EB/Streymur 4-1 (1-1)
0-1: Poul G. Olsen 26.
1-1: Holgar Durhuus 42.
2-1: Hørður H. Johansen 46.
3-1: Rógvi E. Nielsen 57.
4-1: Ásmund Hansen 90.
B68 - NSÍ 5-2 (0-0)
1-0: Óli H. Olsen 57.
2-0: Búi í Hjøllum 62.
2-1: Kristian í Lon Olsen 65.
2-2: Sonni L. Petersen 84.
3-2: Fróði Johannesen 85.
4-2: Trúgvi Kjeld 90.
5-2: Fróði Johannesen 90.+2.
KÍ - AB 0-4 (0-3)
0-1: Jobin Drangastein 14.
0-2: Jobin Drangastein 23.
0-3: Alex Mellemgaard 37.
0-4: Bjartur Kjærbo 71.
Reytt kort: Askbjørn Tungá, KÍ, 90. (2 gul)
Víkingur - Skála 11-1 (1-0)
1-0: Per Gregersen 35.
1-1: Jákup Jacobsen 48.
Toppdystur
á Argjum
Fótbóltur Í morgin verður
toppdystur í næstbestu deildini.
07 Vestur fer út á Argir
Mynd: Álvur Haraldsen
Fótbóltslagið á Tvøroyri er ógvuliga
gott. Eftir 120 ára føðingardagshaldið
síðsta vikuskifti er tað framvegis
ein veruleiki, at TB ikki hevur tapt
á nýggja heimavøllinum við Stórá.
Milan Kuljic hevur megnað at
skipa liðið væl, og rætti hugburðurin
og íblásturin sæst og kennist á
liðnum, sum er góð blanding av
veteranum og ungum monnum.
Higartil hevur talan verið um
fulla úrtøku í Trongisvági. Triðja av
bjóðingin á nýggja vøllinum verður
í morgin, og sambært støðutalvuni
og hagtølunum verður hon upp
aftur størri, enn tær báðar undan
farnu hava verið.
HB vitjar, og talan verður sostatt
um sannan klassikara, sum fyri
fyrstu ferð verður í Trongisvági.
Klassikarin hevur ikki verið so ofta
á skránni nógvu tey síðstu árini.
TB hevur ikki verið í bestu deildini
síðani 2005. Tað árið vann HB 2-1 á
Sevmýri, og í Gundadali vann HB
3-1 og 4-1.
Um tað eydnast TB í morgin
enn eina ferð at vinna fulla úrtøku
í Trongisvági, so verður tað fyrsti
sigurin á HB í 21 ár. Nógvu tey
seinnu árini hevur TB lagt rygg
til nógv tap og ofta stór tap ímóti
HB. Síðstu TB sigrarnir á HB vóru í
1991. Í fyrsta umfari – 7. apríl – vann
TB 2-1 í Gundadali, og 11. august – í
10. umfari vann TB 4-1 á Sevmýri.
Síðsta ferðin, at TB hevur megnað
at fingið stig ímóti HB, var 13.
August í 1995, tá ið tað endaði mál
leyst á Sevmýri.
Ímóti ÍF á heimavølli fyri viku
síðani tóktist tað sum um, at allir
í HB høvdu fingið skeiva beinið
fyrri út av seingini. 4-1 tapið var
tað fyrsta í ár, og nú er takið hjá
Sigfríði Clementsen at fáa liðið
aftur á beint.
TB - HB: Petur Reinert
leygardagin kl. 15.00
TB hevur ikki
vunnið á HB í 21 ár
Fótbóltur HB plagar at standa seg væl á Sevmýri, men
TB hevur staðið seg væl á nýggja heimavøllinum
EB/Streymur hevur meiri enn ann
að beinið í steypafinaluni. Seinna
hálvfinalan ímóti HB verður á
heimavølli mikukvøldið, tá ið teir í
Sundalagnum skulu verja 4-1 leiðsl
una frá fyrru hálvfinaluni.
Í morgin verður fokus á Svanga
skarði. Har tapti EB/Streymur báðar
dystirnar í fjør við einum máli – 1-0
og 3-2. Síðstu árini hevu tað ligið
væl fyri hjá B68 á heimavølli ímóti
EB/Streymi, sum ikki er farið av
Toftum við øllum síðani í 2008.
Eftir skinklandi fyrstu umførini
hevur EB/Streymur rættuliga fing
ið vind í seglini. Serliga hevur tað
verið á heimavølli, at úrtøkan ikki
hevur verið góð. Kortini er EB/
Streymur nú – saman við HB –
næstfremst.
Í 1-0 heimasigrinum á NSÍ var
Gert Hansen uttanfyri. Hann er
tøkur aftur. Pauli G. Hansen hevur
leingi verið skaddur. Tað gongur
rætta vegin, men fyrr í vikuni
roknaðu teir ikki við, at hann
verður tøkur í morgin.
Hjá B68 hevur tað verið upp
og niður. Eftir rimmar 2-1 sigurin
í Gundadali á B36 hevur árstals
felagið tapt bæði ímóti KÍ og TB.
Einasta úrtøkan burtur úr trim
um royndum á heimavølli er 3-2
sigurin á NSÍ. Tølini siga, at tað
lekur illa í verjuni. Sekstan mál eru
farin ígjøgnum higartil. Tað er bara
hjá botnliðnum FC Suðuroy, at tað
eisini eru farin so nógv mál ígjøgn
um hjá.
Einar Hansen er tøkur aftur
eftir leikbann. Hesa ferð er mið
verjin Jóhan Dávur Højgaard leik
bannaður.
B68 - EB/Str.: Eiler Rasmussen
leygardagin kl. 17.00
Dýrir javnleikir hjá
Sundalagnum
Aldursforsetarnir í føroyskum fótbólti, bresta aftur saman,
hesaferð á nýggja vøllinum hjá tvøramonnum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen