fríggjadagur 18. mai 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 57 · 18. mai 2012
2
VIKUSKIFTI
Um Tutl ikki var, so hevði tað verið
rættiliga rótut, tí so høvdu øll givið
út á egnum forlagi
Kristian Blak, stjóri í Plátufelagnum Tutl,
sum hevur 35 ár á baki
Miðlar
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Kvinnan á myndini eitur Jamie Lynne
Grumet og er mamma at tveimum
børnum. Eitt av teimum er trý ára gamli
sonurin á myndini. Hann fyllir fýra ár í
juni og fær sær enn frá bróstinum nakr
ar ferðir um dagin.
Greinin inni í blaðnum snýr seg um
»attachment parenting«, sum gongur
út upp á, at barnið skal vera so tætt at
foreldrunum sum gjørligt. Men grein
in hevur ikki vakt so stóran ans sum
myndin á forsíðuni hevur.
Jamie Lynne Grumet er ovfarin av,
hvussu fólk reagera, men sigur at hon
sjálv fekk frá mammu síni, til hon var
seks ára gomul, og at fólk mugu skilja,
at hetta er biologiskt natúrligt, men ikki
sosialt góðtikið.
Við myndini vónar hon, at
tað verður meira vanligt at síggja
mammur geva børnum, ið eru eldri
enn pinkubørn.
Spurningurin er bara so, hvat vit
halda – natúrligt ella andstyggiligt?
Eg ein
rættur
føroyingur?
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Jens Stoltenberg / Mynd: Polfoto
klumman
Inna
Törnroos
Seinastu vikuna hevur alt USA verið á gosi um for
síðuna á blaðnum Time Magazine. Anstyggiligt, vemmiligt
og ónt móti soninum, er nakað av tí, sum er sagt
Natúrligt ella
andstyggiligt?
Tá ið eg her í Svøríki sigi, at eg eri úr
Føroyum, fáa flest allir svenskarar nakð
droymandi yvir seg – summi tí tey ána ikki,
hvar Føroyar liggja (ein oyggj í Noregi?)
– onnur tí tey síggja fyri sær eitt vakurt
dreymalandskap úti í Atlantshavinum,
har fólk liva nær at náttúruni og eru so
natúrlig, sum fólk bara kunnu vera í sjón
varpslýsingum fyri umhvørvisvinarligt
vaskipulvur.
Tey seinnu gerast sera vónbrotin, tá
tey læra meg at kenna. Eg eri gott nokk
uppvaksin í einari lítlari bygd (ja, 900 fólk
er faktiskt lítið, sørvingar), men mín longsul
til fjøll og fjøru hevur ongantíð verið nakar
serligur.
Eg var eitt síkt barn, sum foreldrini
blakaðu út, fyri at eg skuldi fáa nakrar
minuttir av frískari luft um dagin. Eg elskaði
mína skrivimaskinu, sjónvarp, spæla við
dukkur og at lurta, tá mamma tosaði í telefon
við vinkonurnar.
Skilja tit, at eg ikki passi serliga væl inn í
myndina av einum FØROYINGI uttanlands?
Tey vilja hava meg at vera eitt náttúru
menniskja, sum var til útróðrar, tá eg var 8,
var í grind tá eg var 10 og fletti mín fyrsta
seyð, tá eg var 12.
Sum ein vinkona segði »Inna, tú er waist
of nature« – og rætt hevur hon. Eg kundi
eins væl verið uppvaksin í einari lítlari íbúð í
Keypmannahavn.
Tí bleiv eg heilt kløkk, tá eg hoyrdi
um nýggjasta slagið av barnagørðum –
»Útibarnagarður«. Eg gjørdi greitt fyri
manninum, at har skuldu okkara børn
so ongantíð ganga, tí við 50 prosent av
genunum frá mær, er stórur vandi fyri, at
tey fóru at hata hvørja løtu í einum slíkum
barnagarði.
Tá børnini komu, vístu teir seg at hava
fingið eitt yvirskot av genum frá manninum
og elska báðir at vera úti. Eg koyrdi teir tó
ikki í útibarnagarð, tí tá hevði eg tikið ov
nógv synd í teimum.
Eftirsum eg eri í konstantum minniluta
í familjuni, verði eg noydd út – í næstan
øllum veðri. Eg havi lært meg at dáma tað
betri, men elski tó, tá tað er so ringt veður, at
ikki er farandi út.
So segði
hann...