Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mai 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mai 2012 · Nr. 58 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er eitt áhugavert kjak, sum hev­ ur tik­ið seg upp um, hvønn politiskan lit við­merkj­arar hjá Kringvarpinum hava. Vit hava merkt seinastu tíðina, at á­vísir pol­i­tik­ar­ar – og teir ó­kritisku miðl­ar­nir á net­i­num – hava birt upp­ und­ir, at Kring­varp­ið vel­ur sær við­ merkj­ar­ar,­ sum hava eina ávísa miss­ i­ón; at fella sitandi landsstýri. Spinndoktarin hjá Edmund Jo­en­ sen, fólka­tings­manni, Per Højgaard, sum í fleiri ár ar­beiddi sum ó­heft­ ur journ­a­list­ur í Kring­varp­i­num, birt­ir eis­ini upp und­ir kjak­ið á sín­ um face­book­pro­fil­i, har hann vís­ir til við­merk­ing hjá Sám­a­li Mat­r­as Krist­i­an­sen, sam­fel­ags­frøð­ingi, sum á Vága­port­al­i­num – ein mið­il, sum púra ó­krit­isk ber alt víð­ari, sum ser­ liga pol­it­ik­ar­ar senda inn – vís­ir til við­merk­ing frá Bjarna Djur­holm, løg­ tings­manni, um tað sama. Sámal Matras Kristiansen ví­sir á, at tað er pro­blem­at­i­skt, at Kring­varp­ ið ikki í størri mun megn­ar at finna kjak­ar­ar, ið um­boða hvør sína síðu av ein­um máli, ikki minst, tí at hetta er ein góð­ur hátt­ur at lýsa fjøl­broytni í mál­inum. – Eg veit, at hetta ikki er lætt og tek­ur tíð, men Kring­varp­ið hev­ur skyldu at re­sear­cha og ikki ein­ans at halda mikro­fon­ir upp fyri teim­um, ið rek­ast oft­ast nið­an í Sortu­dýki og har­við eru lætt­ast at fáa fat­ur á, sig­ ur sam­fel­ags­frøð­ing­ur­in við til­sip­an til grein hjá Bjarna Djurholm um tað sama. Bjarni Djurholm hevur serliga ilt av kjak­torg­i­num hjá Kring­varp­i­num, har Kári Mikkelsen og Uni Arge fleiri ferð­ir hava sagt sín­ar hugs­an­i­r um lands­stýr­ið, sum Bjarni Djurholm er part­ur av. Sambært Vágaportalinum, so met­ir Sám­al Matr­as Krist­i­an­sen, at Kring­varp­ið ris­ikera­r av álv­ara sín stat­us sum óheft við sínum fram­ferð­ ar­hátti. Hann heldur, at tað má vera eitt minsta mát fyri, hvat ein alment fíggj­að­ur public service miðil kann. Løgmaður kallar eisini 1. mai­dags­ til­tøk og annað fyri niðurgerðing av lands­stýr­i­num. Vit hava eisini merkt her á red­ak­ ti­ón­ini, at pol­it­ik­ar­ar úr sam­gong­uni leggja trýst á okk­um um tað sama – eis­ini við skuld­set­ing­um um, at Sos­i­ al­ur­in, Dimm­a­lætt­ing og Kring­varp­ið verða stýrd av Tjóð­veldi og Javn­að­ ar­flokki. Sjálvandi kunnu politikarar hava sín­ar hugs­an­ir og sín­ar kon­spir­a­ tións­te­o­ri­ir. Men dem­o­krat­iskt er tað sera vand­a­mik­ið, at valds­harr­ar leggja trýst á fjøl­miðl­ar. Um støð­an ver­u­liga er so, at allir miðlar og øll fjøl­miðl­a­fólk eru krit­isk mót­veg­is lands­stýr­i­num, so er tó ikki vist, at tað eru miðl­ar og miðl­a­fólk, sum eru á skeiv­ari leið – ella kann tað slett ikki hugs­ast, at lands­stýr­ið er á skeiv­ari leið? Um spinndoktarar og politiskir valds­harrar skulu stýra miðlu­num, so er fólka­ræð­ið í øllum førum á vanda­ kós. Kringvarpið: Slakið ikki fyri politiskum trýsti Bee Gees beiggin, sum hev­ ur verið sjúkur av krabba­ meini, doyði fyrr í dag 62 ára gamal. Robin Gibb hevur í longri tíð stríðst í­móti krabba­ meini, og hann hevur fleiri ferð­ir ver­ið heilt illa fyri. Í apr­íl lá hann í koma í 12 dag­ ar, men kom púra óvæntað eitt sindur fyri seg aftur og hevði enn tá samband við fam­ilju sína. Seinastu dagarnar hev­ur hann aftur verið heilt illa fyri, og í dag doyði hann. Konan Dwina og børn­ini Robin-John, Spencer og Melissa vóru við sjúkra­leg­ una­, tá ið hann andaðist. Robin Gibb var saman við beiggj­um sínum partur av popp­bólkinum Bee Gees, sum hevur selt meira enn 200 mill­i­ónir plátur kring heim­in. Robin Gibb hevði fram­førslu í Føroyum í 2009. Robin Gibb deyður Politiskt spinn og miðlar Tá uppskot hava verið frammi um at hækka há­ marks­ferð upp í 90 km/t á summ­um vega­strekkj­um, hava sam­bært Lands­verki hesi vega­strekki verið nevnd: við Áir (4,5 km), í Kolla­fjarðar­ dali (3,5 km), við Leitisvatn (3 km), Mill­um Fjarða (5 km), í Gøtu­dali-Kambsdali (3 km) og Kald­baks­fjar­ð­ar­veg­ur­in (7,5 km). Um hetta skal gerast, skulu vega­strekkini broytast so mik­ið nógv  eitt nú autoerja set­ast millum vegabreytirnar og veg­ir breiðkast  at hetta fer ­at kosta fimm milliónir krón­ur fyri hvønn kilometur, upp­lýsir Armgarð Steinhólm, leið­ari á Ferðsludeplinum hjá Lands­verki í ársfrágreiðingini fryi 2008. Hon staðfestir tí, at tað fer at kosta 150 milliónir krón­ ur at broyta nevndi vega­ strekki. Hon vísir eisini á, at mun­ ur­in millum at koyra 80 og 90 km/t kann vera ein spurn­ing­ ur um lív ella deyða. Koyr­ir tú 80 er vandin fyri at doyggja 30%, um tú ert í front­al­ um samastoyti. Koyr­ir tú harafturímóti 90 er vand­in fyri at doyggja 70%. So­leiðis meira enn tvífaldast vand­in fyri at doyggja, um ferð­mark­ ið verður hækkað. Um vit rokna út, hvussu nógva tíð tú sparir á vega­ strekk­i­num mill­um Klaks­vík og Havn­ina –  um há­mark­ ferð­in verð­ur broytt á om­ an­fyri­nevndu vega­strekkj­ um – so spar­ir tú 90 sek­und –  ella hálv­an­ann­an minutt. So er spurn­ing­urin, um tað er 150 mill­i­ónir krón­ur – og 40 pro­sent størri vanda fyri at doyggja – vert...? 90 sekund skjótari millum Havnina og Klaksvík Fis­ki­ mað­ur­in seldur fyri eina krónu Høgni Hoydal kjak á síðu 26 Ung­ dóms­hús á Argjum Levi mørk kjak á síðu 21 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000