Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað var ein stórur dagur, tá Sjón­varp Føroy­a sendi á fyrsta sinni hin 1. apr­ íl í 1984. Ser­liga stórt var tað at fáa fø­r­oysk tíð­indi bor­in á før­oysk­um í før­oysk­um sjón­varpi. Og líka síð­ani tá hava tíð­ind­ini – Dagur og Vika – ver­ið leg­i­ti­mi­tet­ur­in fyri før­oysk­um sjón­varpi. Hev­ur sjón­varp­ið ikki tíð­ indi, so hava vit einki før­oyskt sjón­ varp. Tí utt­an tíð­ind­ini er sjón­varp fyri tað mesta kop­i­til­far av øðr­um rás­um, sum størsti part­ur­in av Før­ oya fólki longu hev­ur sæð. Tí var tað skelkandi og ikki sørt arr­og­ant at hoyra, at tíð­inda­leið­ar­in í Kring­varp­i­num hevu­r gjørt av, at Kring­varp­ið ikki hev­ur ráð at hava tíð­indi í sjón­varp­i­num í summ­ar, og tí skal Dagur og vika í summ­ar­frí í sjey vikur – frá 25. juni til 13. august. Tíðindaleiðarin segði í út­varp­i­ num í gjár­kvøld­ið, at tíðindadeildin er fíggj­ar­liga sperd, og at um tey ikki spara nú, so fer tað at ganga út yv­ ir tíð­inda­send­ing­ar­nar seinni í ár – »og vit fara ikki at hava ráð at dekka komm­unu­val­ið í vet­ur, um eg skal hava Deg og Viku koyrandi«, segði tíð­inda­leiðarin. Um tíðindaleiðarin av sínum ein­ ting­um hev­ur tik­ið hesa av­gerð, so er hetta ein av­gerð, sum onk­ur, ið sit­ur om­an fyri hana, eig­ur at broyta. Eitt er, at Kring­varp­ið við slík­ari av­gerð tek­ur grund­ar­lag­ið und­an før­oysk­ u­m sjón­varpi. Ann­að er, at hetta vís­ir ein al­menn­an stovn, sum held­ur, at hann er eitt pri­vat vinnu­v­irki, sum skal kapp­ast á markn­að­i­num við hin­ar priv­atu fjøl­miðl­ar­nar. Her er tað, at kring­varps­leiðsl­an og rygg­ leysu pol­i­tik­ar­ar­nir taka stórliga feil. Kringvarpið eigur at vera ein pub­lic ser­vice stovn­ur, sum merk­ir, at tal­an er um stovn, sum skal tæna fólk­i­num. Tað er ikki mein­ing­in, at Kring­varp­ið skal leggja sekt­in á tyngra sjón­varps­p­art­in fyri at kunna kapp­ast við priv­atu miðl­ar­nar um lýs­ing­ar­nar til út­v­arp­ið. Sam­bært kring­varps­stjór­a­num eru inn­tøk­ur­ nar av lýs­ing­um og spæli ein trið­ing­ ur av fíggj­ar­liga grund­ar­lag­num hjá stovn­i­num. Sterk­ir ak­t­ør­ar í vinnu­ lív­i­num spons­or­era send­ing­ar – ja enn­tá tann alt­dom­i­ner­andi trygg­ ing­ar­ri­s­in hev­ur spon­so­r­er­að veðr­ið í fleiri ár – og fólk kunnu gita, at tað er or­søk­in til, at Kring­varp­ið ong­ar krit­isk­ar søg­ur hev­ur um TF Hold­ ing og tess virksemi. Kósin hjá Kringvarpinum er púra skeiv. Tí tal­an er ikki um ein stovn, sum skal pri­v­at­i­ser­ast. Tal­an er um ein al­menn­an tæn­ast­u­stovn. Vón­ andi kann ein nýggj­ur stjóri fáa stovn­in á røttu kós­ina – tí hví skulu før­oy­ing­ar trúgva upp á før­oyskt sjón­varp, tá kring­varps­leiðsl­an ikki ger tað? Trýr kringvarpsleiðslan ikki upp á føroyskt sjónvarp? Bjarni Djurholm Sera á­hug­ a­verd, men døpur tøl, sum H. P. Strøm varp­ar les­ar­ u­num. Sann­i­liga verd at geva gæt­ur, og sum eiga at or­saka, at stig verða tik­in fyri at fáa vend í. Kort­ini er tað spell, at enda­mál­ið hjá HPS er pol­it­ iskt og ikki fak­ligt, tá hann sig­ur (um sam­gonguna), at ”skerj­ing­ar­kós­in skump­ar und­ir frá­fly­ting­ina”. HPS sat sjálvur á tingi í fjør, tá hann í makr­el­sam­ gong­uni sam­tykti 135 mio kr MEIRA í skerj­ing­um á al­manna-, skúla- og heilsu­ øki­num fram til 2016, enn henda samgongan sam­tykti fyri tveim­um vik­um síð­ani. Fekk HPS og makrel­sam­ gong­an sín vilja, so vóru bleytu økini 135 mio kr VERRI fyri enn nú! H e s i n ver­u­leik­in hev­ur ong­ an á­huga í miðl­a­ verð­ini. Nú verð­ur so peik­að eft­ir hesi sam­ g o n g ­u n i sum rót­ in til frá­ flyt­ing og alt ónt, hóast gongdin í frá­flyt­ing­ini er júst hin sama, sum hon hevur verið sein­astu mongu árini. Í so máta er einki nýtt undir sól­i­ni, hóast bæði leik og lærd mis­brúka gongd­ina til egn­an politiskan fyrimun. Tað er spell. Sjónvarp á gravarbakka Sum víst á í oddagreinini om­ an­fyri, so er Kringvarpið á púra skeiv­ari leið, nú leiðslan er far­in und­ir at av­mont­ era før­oyskt sjón­varp við at strika Deg og viku í sjey vik­ur í summar. Hetta vísir best, at leiðslan í Kring­varp­i­num ikki trýr upp á før­oyskt sjón­varp og held­ur vil leggja doyðin á at kapp­ ast við privatu miðl­ar­nar. Tað merkir, at Kring­var­p­ið fer heldur at nýta kreft­ir­nar at flyta lýsingar frá Rás2, úr Dimmalætting, Viku­Blað­num og Sos­i­al­i­num í útv­arpið. Tað hevur kring­varps­leiðsl­ an sín fulla rætt til, tí tað er pol­i­tisk­ur vilji, at Kring­varp­ið – sum skal lát­ast at vera eitt pub­lic ser­vice kring­varp, skal fíggj­ast við lýs­ing­ar­inn­tøk­um og spon­so­rat­um frá vinnu­ lív­i­num. So­leið­is fáa priv­atu miðl­ar­nir eina ó­virð­i­liga og ór­ætt­vísa kapp­ing frá Kring­ varp­i­num, sum hev­ur rætt til at krevja inn skatt frá fólki – með­an priv­atu miðl­ar­nir bara liva av tí, sum teir kunnu selja. Fyri nøkr­um árum síðani varð gjørd ein pol­it­isk semja um, at lýs­ing­ar­nar í Kring­ varp­i­num skuldu nið­ur­lag­ast eft­ir fimm árum. Einki hendi. Fyrst í øldini var tað Tjóð­ veldi, sum hevði ment­a­mála­ ráð­arr­an. Men einki varð gjørt. Síð­ani var tað Fólka­flokk­ur­in – sum letst ikki at dáma so væl tung­ar al­menn­ar stovn­ar. Men einki hendi. So var tað Javnað­ ar­flokk­ur­in, men einki hendi, uttan at ein súlt­ing­ar­nevnd varð sett – og einki hendi. Nú situr Bjørn Kalsø úr Sam­bands­flokk­i­num í Ment­ a­mál­a­ráð­num. Vit kunnu siga, at allur bati bøt­ir. Hann kann í øllum før­um ikki verða verri enn und­an­fólk­ini. – Vælsignaði Bjørn Kals­ø vís nú, at tú ert mað­ur fyri tín sess. Fá skil á Kring­varp­ ið. Tryggja fíggjar­liga grund­ ar­lag­ið undir stovn­inum sum ein pub­lic ser­vice stovn. Lat privatu miðlarnar um lýs­ing­ar­markn­að­in, með­a­n Kring­varp­ið eig­ur kring­varps­ skatt­in – ella tú koyr­ir stovn­in á fíggj­ar­lógina. Privatu miðlarnir ynskja eitt gott og eitt sterkt kring­ varp, sum kann ganga á odda og vera fak­liga og ment­an­ar­ liga fyr­i­myndin. Um tú á slíkan hátt fekk tryggj­að grund­ar­lagið und­ir øll­um teim­um før­oysku fjøl­ miðlu­num, so kanst tú stolt­ur reis­ast úr sessi tín­um – eft­ir at hava loyst ta ná­túr­ligu upp­ gávu, sum øll und­an­fólkin hava runn­ið undan. Nú má bjørnin vakna! Jørgen undirgrevur vinnuna jens Meinhard RAsmussen kjak á síðu 17 Mið­ bý­arlund ella sopp­a­ skrímsl Eyðun á Borg kjak á síðu 19 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Skaale viðmerkti grein hjá løgmanni: »..eg eri sannførdur um, at Fróð­skap­ar­setr­ið fer at menn­ast enn meira, hóast játt­anin er avmarkað«. Mann kundi eisini skert strand­ferðsl­una og ver­ið »sann­førd­ur um« at túr­ a­tal­ið fór at hækka. Ella skert Lands­verk og »ver­ið sann­ førd­ur um«, at veg­ir­nir blivu betri. Ella skert Tjóð­ pall­in og ver­ ið »sann­førd­ur um«, at leik­ir­nir blivu fleiri... Lisið á 2002-03 2003-03 2004-08 2008-08 2008-11 2012... Torben Rein – ein av pionerunum innan Sjónvarpsfelagið í Havn áðrenn 1984