mikudagur 23. mai 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eingin skal
noyðast av
landinum
– Hetta var ikki mítt dreymastarv, men eg brenni fyri at hjálpa fólki, sum eru
komin illa fyri, sigur nýggja forkvinnan í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum.
Hennara visjón er, at ongin skal noyðast at fara av landinum fyri at fáa hjálp
Rannvá G. Fossaberg
Fyri góðari viku síðani var nýggj
forkvinna vald í MBF. Valið fall á
Caritu Björklund, sum er útbúgvin
námsfrøðingur, og sum í nógv ár
var forkvinna í Pedagogfelagnum.
Nýggja forkvinnan í MBF sær
nógvar avbjóðingar og spenn
andi uppgávur liggja fyri framm
an, men fyrst og fremst vil hon
virka fyri, at fólk, ið bera brek,
fáa somu møguleikar, sum øll
onnur. Harafturat hevur hon sum
aðalmál, at hesin samfelagsbólk
urin skal fáa so mikið góð kor at
liva undir í Føroyum, at familjur
hjá børnum, ið bera brek, ikki fara
av landinum fyri at fáa neyðuga
hjálpina.
– Fyri at arbeiða fyri MBF er
umráðandi at vera treisk og tolin,
tí ting henda ikki her og nú, sigur
Carita Björklund.
Brennur fyri at hjálpa
Hóast Carita Björklund fegnast
um at hava fingið heitið forkvinna
í MBF, er tað ikki nakað, hon hev
ur gingið og droymt um.
– Hetta er ótrúliga spennandi,
og eg gleði meg at fara í gongd. Eg
kann tó ikki siga, at hetta er mítt
dreymastarv, tí eg havi ikki gingið
við tankum at gerast forkvinna í
felagnum, sigur Carita Björklund,
sum er 60 ára gomul og býr í
Sørvági. Men tað, at kunna hjálpa
øðrum fólkum, sum ikki sjálvi
hava møguleika til tess, er nakað,
sum altíð hevur havt áhuga hjá
Caritu Björklund. Eitt nú hevur
hon verið virkin í Astma- og
Allergifelagnum, Felagnum fyri
Hoyribrekað og Giktafelagnum.
– Eg havi ein almennan áhuga
fyri, at tingini rigga, og so dugi eg
eisini at síggja, at tað eru nógv
fólk, sum veruliga hava brúk fyri
hjálp, sigur Carita Björklund.
Tað er serliga frá tíðini, hon ar
beiddi á Hjálpartólamiðstøðini,
at hon hevur upplivað, at korini
hjá fólki, ið bera brek ella hava
verandi sjúku, ikki eru nóg góð
í Føroyum. Tó leggur hon dent
á, at bíðitíðin er stytt munandi
hjá Hjálpartólamiðstøðini sum
so aftur merkir, at fólk skjótt fáa
tey hjálpartól, sum tey hava fyri
neyðini.
– Áhugan fyri at vera við til
at bøta um viðurskiftini hjá
fólki, sum hava hjálp fyri neyð
ini, fekk eg veruliga, tá eg ar
beiddi á Hjálpartólamiðstøðini í
80 árunum, har eg sá ymisk brek
og gjørdist varug við, júst hvussu
stórur tørvurin á hjálp er, greiðir
Carita Björklund frá. Hon hevur
eisini starvast sum námsfrøð
ingur, og ta tíðina hevur hon sæð,
at skipanin ikki riggar optimalt.
– Sum námsfrøðingur havi eg
ofta sæð manglandi lóggávu. Børn
og ung, sum eru sálarliga veik,
standa á langum bíðilistum fyri at
fáa ta hjálpina, tey hava brúk fyri,
og tað er als ikki nøktandi, sigur
Carita Björklund, sum leggur stór
an dent á týdningin av at fólk fáa
hjálp skjótast gjørligt.
– Líka mikið um talan er um
fólk við gikt, børn, ið hava tørv á
hjálp frá sálarfrøðingi, ella onkur,
sum skal til uppvenjing aftan á
ein blóðtøpp, so er tað av alstórum
týdningi, at tað verður sett inn við
hjálp so tíðliga sum møguligt.
Leila gevur íblástur
Carita Björklund tekur við starv
inum sum forkvinna í MBF eftir
eldsálina Leilu Solmunde, sum
andaðist fyri stuttum. Fyrrverandi
forkvinnan gjørdi eitt megnar
arbeiði í felagnum og saman við
umsitingini og starvsnevndini var
hon við til at bøta um støðuna hjá
fólki, ið bera brek, í Føroyum. Og
tí hevur Carita Björklund stóra
virðing fyri.
– Tær broytingarnar og fram
stigini, sum eru farin fram øll hesi
árini, eru Leilu og hinum í MBF
at takka. Sum nýggj forkvinna
fari eg at hyggja eftir, hvar Leila
slepti og so arbeiða víðari harfrá.
Eg havi stóra virðing fyri øllum
tí, hon hevur gjørt, sigur Carita
Björklund. Hon kennir tó einki
trýst á sær, nú hon skal taka við
starvinum eftir Leilu Solmunde.
– Tað er ein stórur missur fyri
felagið, at Leila ikki er her meira.
Eg haldi ikki, at eg kenni nakað
trýst á mær sum nýggj forkvinna,
tí eg kann ikki gera annað enn
mítt besta, og tað ætli eg mær
eisini, greiðir Carita Björklund
frá. Hon heldur seg hava lært
nógv frá Leilu Solmundi og fer
eisini at brúka onkrar av arbeiðs
hættunum, sum fyrrverandi for
kvinnan brúkti.
– Eg fari at leggja meg eftir
at hava gott samband við lands
stýrisfólkini og ætli so avgjørt
áhaldandi at kunna tey um MBF
og um hvørja hjálp, summir føroy
ingar hava tørv á, sigur Carita
Björklund.
Øll skulu trívast í Føroyum
Nýggja forkvinnan í MBF hevur
fleiri ting, ið liggja henni á sinni
sum forkvinna í felagnum.
– Visjónin er, at limatalið í MBF
skal minka, tí tá vita vit, at tað eru
færri fólk, ið hava tørv á okkum,
av tí at tey klára seg á líka fót sum
øll onnur í samfelagnum – hóast
tey bera brek ella hava varandi
sjúku, sigur Carita Björklund, og
leggur afturat:
– Leila plagdi at taka til, at
øll skulu hava somu rættindi til
alt, og tí útsøgnini kundi eg ikki
verið meira samd í, sigur Carita
Björklund. Fyri hana er tað
umráðandi at fólk, sum bera brek,
fáa betri bústaðarviðurskifti, tí
sum støðan er nú, eru bústaðar
viðurskiftini ikki nóg góð.
– Bústaðarmøguleikarnir eru í
fer við at batna, men tað er langur
veður enn, og er tað nakað, eg havi
lært øll árini, meðan eg havi sitið
í nevndini hjá MBF, so er tað at
tingini henda ikki beinanveg, og
at hvør broyting tekur drúgva tíð,
sigur Carita Björklund. Eitt ann
að, sum liggur henni á sinni sum
forkvinna í felagnum, er at arbeiða
fyri familjum, ið onkursvegna eru
ávirkaðar av sjúku ella breki.
– Vit hava mist nógvar fam
iljur til eitt nú Danmarkar av tí at
møguleikarnir og tilboðini til fólk,
ið bera brek, ikki eru nøktandi
í Føroyum. Frá mínum arbeiðs
royndum veit eg, hvussu eitt brek
ávirkar eina heila familju, og tí
veit eg eisini hvussu umráðandi
tað er, at ein familja fær hjálp
skjótast gjørligt, soleiðis at tað
ikki verður so, at øll familjan
fer at bera brekið, greiðir Carita
Björklund frá. Fyri hana er sam
starv og samskifti vegurin fram.
– Eg ynski at hava gott sam
starv við feløgini undir MBF,
umsitingina og starvsnevndina,
soleiðis at MBF framhaldandi
kann vera eitt gott móðirfelag
hjá øllum. Við einum positivum
samskifti kunnu vit klára nógv,
sigur Carita Björklund.
rannva@sosialurin.fo
í meldrinum