Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-05-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mai 2012 · Nr. 59 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagin letur ein fram­sýning við verkum hjá Bárði Jákupsson upp í Galerie Focus í Lamb­a­gerði 1 í Havn. Málningalist hans­ ara kenst av einum hug­burð­i til litir, ið er knýt­t­ur at vøkstri og grøði í teirri sans­aðu náttúruni, og fríð­ari og rytmiskt liv­andi pensilsskrift, sum - stílistiskt og gra­f­o­lo­g­ iskt - eyðkennir bæði list­a­mans­ins mensku megi og fína mus­i­ kal­i­tet. At kalla Bárð Ják­ups­son abstraktan hevði ver­ið tað sama sum at av­dúk­að tørv­ andi kunn­leika til teir nátt­úr­u­runnu formar og liti­r, ið umgeva hann í ger­and­is­degnum, og sum stað­i­liga geva hon­ um í­blást­ur, sjálvt tá ið hann hev­ur teir ikki fyri eygu­num í mála­ra­ verk­s­tað­num, framm­ an fyri myndafótinum. Og at rópt hann mod­ er­n­ist hevði verið at skúgv­að til viks hans­ara sam­skifti við máln­ings­ins á­støð­i­ligu fram­burðs­møg­u­leik­ar. Bárð­ur Ják­ups­son er eks­press­i­oni­stu­r efti­r nátt­úr­u­nnar treytum, og hann kennir sum fáur møg­u­leikan hjá pen­sils­strok­u­num til at tala við kall­i­graf­ isk­um máli, til bæði at sleppa tí gamla heiminum og av­dúka ein nýggjan. Tvey sløg av náttúru møt­ ast í listini hjá Bárði Jákupssyni: mál­n­ings­ ins náttúra - og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støð­ug­ari broyting. Pet­er Michael Hornung úr bókini Myndlist í Før­oy­um, 2000 Framsýningin verð­ ur opin til 7. jjuni, týs­ dag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Tær næstu vikurnar fer Krabba­meins­felagið undir átak at fáa fleiri limir til fel­ agið Krabbameinsfelagið, sum hev­ur nógv virksemi, fær ong­an almennan stuðul. Inn­tøk­ur­nar eru limagjald og pen­ing­a­gávur. Tað er umráðandi fyri okk­ara felag at vera meira fram­asøkið. Tí er neyðugt við nógv­um limum. Soleiðis fær fel­agið betur hjálpt og stuðl­ að fólki við krabbameini og teirra avvarðandi, stuðlað gransk­ing og arbeitt við upp­ lýs­ing og fyribyrging. Tær næstu vikurnar fer Krabba­meins­felagið undir átak at fáa fleiri limir til fel­ ag­ið. Tað verður millum ann­ að gjørt við, at ringt verður heim til fólk, ið verða spurd, um tey vilja verða limir í fel­ ag­num. Felagið vónar at fólk fara at taka væl undir við á­tak­i­ num. Lim­a­gjaldið er 200 krónur um árið fyri einstaklingar og 500 krón­ur fyri feløg. Krabbameinsfelagið vil hava fleiri limir Teknað og projekterað í 10 ár Bárður í Gallerie Focus Nú er WIFI hotspot ísett í Bussleiðina Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f hevur teknað og pro­ jek­t­erað í 10 ár. Tað var í nov­ember 2001 at Selm­ar Nielsen stovnaði ark­i­te­ ktavirkið, sum eisini hevur stytta navnið SNA. Í sambandi við 10 ára dag­ in bjóðar felagið kundum, sam­starv­s­partn­ar­um, mynd­ug­leik­um og vinum til eina mót­tøku fríggj­a­ dag­in 25. mai 2012 kl. 15-17 í hølu­m sín­um á Landa­vegi 9 í Havn. Á móttøkuni verður eis­ ini greitt frá nýggja sam­ leik­a­num hjá fyritøkuni. Tórshavnar kommuna hevur nú sett ó­keypis tráð­leyst int­er­net – sokalllað »WIFI hot­s­pots« í fleiri bussar hjá Bussleiðini. Í løtuni verður skipanin roynd­ ar­koyrd, og tað verður optimalt samband um einar 2 til 3 vikur í øllum bussum. – Hesi boð havi eg frá umsitingini hjá Tórs­havn­ar komm­unu, sigur Levi Mørk, bý­ráðs­limur. – Hetta eri eg sjálvsagt sera feg­ in um, tí tað hev­ur ver­ið ein long og drúgv prosess. Men nú er so komið á mál. Sjálvsagt verð­ur skip­an­in betri og betri. Seinni verður eisni SMS og telji-skip­an sett í Bussleiðina, sigur Levi Mørk. – Nú er tað so upp til tann ein­staka at brúka hesa skip­an, men hon er so har, sigur Levi Mørk. Á myndini síggjast frá vinstru: Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, nevndarformaður, Sólrun Jacobsen, nevndarlimur og Aibritt á Plógv, næstforkvinna. 62Noður ger mat til flogførini Tá vit í blaðnum mánadagin skrivaðu, at matstovan á flogvøllinum skal lata mat flogførini hjá Atlantsflog, so var tað ikki heilt rætt, Tað er 62 N Airport Hotel, sum letur matin til flogførini. Hotel Føroyar hevur tikið yvir matstovuna á flogvøllinum, sum Baresso hevur rikið seianstu árini. Selmar Nielsen, arkitektur