fríggjadagur 25. mai 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur25. mai 2012 · Nr. 60
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Tjaldarar á G! Festivalinum skulu í ár
halda til í Norðragøtu – á bønum ímillum
Mortansstovubrekkuna, sum gongur oman
við fótbóltsvøllinum, og kirkjugarðin.
Danski coverbólkurin robbie.dk,
sum spælir sangir hjá Robbie
Williams, verður við á konsert
degnum Voxbotn 30. juni.
Keypa ferðaseðlar gjøgnum
internet og fartelefon
Beinta Simonsen
Tann 23. novembur í fjør varð
skipað fyri almennum fundi í
Virkinum á Sandi, har enda
málið var, at øll sluppu at
siga sína meining viðvíkjandi
Teistanum og allar hansara
manglar. Og hvussu Teistin
kann tæna Sandoynni betur.
Avtalað varð á fundinum,
at allar kommunur í Sandoy
nni skuldu velja eitt umboð,
sum komu í eina nevnd, sum
skal royna at arbeiða fyri, at
Teistin verður betri gagn
nýttur, enn hann er í dag.
Sama nevnd skal hava tætt
samstarv við Strandferðsl
una.
Avtalað varð eisini á fund
inum, at hendan nevndin
skuldi hava sín fyrsta fund
tann 15. desembur, har tey
skuldu millum annað siga
sandoyingum
frá
sínum
fyrstu ætlanum. Men tann
fundurin hevur ikki verið
enn, tí Húsavíkar kommuna
hevði ikki havt fund. Men
í kvøld hevur Húsavíkar
kommuna valt sítt umboð.
Tey, ið sita í
nevndini eru hesi:
• Sands kommuna:
Poul Klementsen
• Skopunar kommuna:
Bjørk Hentze (varafólk
Heiðrún Hansen)
• Skálavíkar kommuna:
Dánjal Jákup Jacobsen
• Húsavíkar kommuna:
Bødvar Hjartvarsson
Í gjárkvøldið hevði Teista
nevndin sín fyrsta fund, og
hóast avbera gott veður, so
leitaðu fólk sær eystur til
Skálavíkar á fund.
Poul
Klementsen,
for
maður í nevndini, legði fyri
bils niðurstøður fram. Millum
annað eru ynski frammi við
víkjandi ferðaseðlum. Sand
oyingar vilja, at tað gerst
møguligt at keypa ferða
seðlar við fartelefon ella
internetinum. Eisini er ynski
um, at ferðaseðlaprísurin fer
niður, tí verandi ferðaseðla
kostnaður er alt ov høgur, og
kvøldtúrarnir hjá Teistanum
kl 21 og 23 skulu halda fram.
Poul Klementsen segði
fundarfólkinum
frá,
at
nevndin hevur havt fund
við Strandferðsluna, og stjór
in, Bogi Mortensen, segði, at
nøkur mál fingu teir loyst,
og málini viðvíkjandi ferða
seðlakostnaði og kvøldtúrum
fingu teir ikki loyst, tí tey eru
politisk.
Síðan tók Jóhan Dahl orð
ið, og hann segði, at Teistin
hevði verið trupul hetta sein
asta tíðarskeiðið vegna brek,
og hann segði seg skilja, at
tað gongur út yvir arbeiði
hjá fólki, flutning, vinnu o.
a. Hann fegnast tó um, at
loksins er pengingur fingin
til vega til at umvæla Teistan
fyri. Teistin skal til umvæl
ingar í september mánaði,
og 17 milliónir krónur eru
játtaðar til umvælingar og
fýra milliónir krónur eru játt
aðar til sleipistøð.
Teistin verður úr sigling í
níggju vikur, og hetta tíðar
skeiðið røkir Ternan Sandoy
arleiðina.
Jóhan Dahl lovaði fundar
fólkinum, at hann vil gera alt,
hann er mentur, fyri at finna
eina loysn upp á skerjingar hjá
Strandferðsluni, og at Teistin
siglir
seinastu
túrarnar,
ístaðin fyri at missa teir.
Landstýrismaðurin greiddi
eisini frá, at Strandferðslan
er farin at arbeiða upp á
eina skipan, har tað skal
gerast møguligt at keypa
ferðaseðlar við fartelefon og
interneti. Viðvíkjandi ferða
seðlakostnaði, so er Jóhan
Dahl fyri einari samhalds
fastari skipan, men tað er
politisk ósemja enn um eina
slíka skipan, segði landstýris
maðurin.
At enda fekk fundarfólkið
at vita frá landstýrismann
inum, hvussu nógv Teistin
kostar. 15 milliónir krónur
um árið eru settar av at reka
Teistan fyri, men í 2011, kost
aði Teistin 23 milliónir krón
ur og hevði inntøkur fyri 8,8
milliónir krónur.
Annars var fundurin góður
og siðiligur og fundarfólkini
vóru ófør at taka orðið og
seta spurningar og koma við
góðum hugskotum til bæði
Teistanevnd og landstýris
mannin í samferðslumálum,
Jóhan Dahl.
Í gjárkvøldið skipað Teistanevndin fyri fundi í Skálavík um Teistan.
Á fundinum lovaði Johan Dahl, landsstýrismaður, at gera tað,
hann er mentur fyri at játtanin til Teistan ikki skal skerjast
Beinta Simonsen
Á fyrsta fundinum hjá
Teistanevndini
á
Sand
oynni á Keldu í Skálavík
mikukvøldið fekk Johan
Dahl, landstýrismaður í
vinnumálum
1.073
mót
mælisundirskriftir, sum eru
savnaðar millum sandoy
ingar og suðuroyingar at
mótmæla
skerjingum
í
túratalinum hjá strandfara
skipunum.
Sandoyingar og suður
oyingar hava savnað undir
skriftir inn í eitt styttri
tíðarskeið,
og
tað
var
Annika Joensen úr Skopun,
ið er ein av stigtakarnum til
undirskriftainnsavnanina,
ið handaði Jóhan Dahl tær
1.073 undirskriftir.
Annika Joensen segði
millum annað, at um túra
talið verður skert, so kemur
tað at raka meint, serliga í
Sandoynni, tí at megin
parturin av sandoyggjafólki
arbeiða í Havn, og fleiri ar
beiða í skeivum vaktum.
Jóhan Dahl segði seg
skilja støðuna og takkaði
fyri undirskriftirnar.
Jóhan Dahl
fekk 1073
undirskriftir
MÓTMÆLI Sandoyingar
og suðuroyingar mótmæla
skerjingum hjá Strandferðsluni
Í næstu viku byrjar stór
familju- og mentanarstevna
í Skálavík. Og tað verður ein
drúgv stevna, tí hon varar í
heilar seks dagar.
Poul Jacob Thomsen, sum
er ein av fyriskiparunum, sig
ur, at stevnan byrjar týsdagin
í næstu viku, tað er 28. mai,
og hon endar sunnudagin 3.
juni.
Og tað verður ein stevna,
har skráin er munandi fjøl
broyttari enn vanligt er á
eini bygdarstevnu nógvum
ymsum tiltøkum, bæði til
gamans og álvara.
Týsdagin verður gongu
ferð niðan á Skálhøvda og
kvøldkvirra í kirkjuni. Miku
dagin verður hugnadagur og
veitsla fyri øllum sandoy
ingum yvir 60 ár og har
fara navnframu Nikolina og
Eyðbjørn av kamarinum at
spæla og syngja.
Annars
verður
bæði
harmonikudansur
á
bryggjuni, føroyskur dansur
og enskur dansur á skránni.
Áhugaverdir
fyrilestrar
verða eisini, nevnast kunnu
fyrilestur um føroyska bátin,
fyrilestur um seyðahundar
og fyrilestur um føroyska
rossi.
Í frítíðardeplinum í Skála
vík verða eisini ymisk tiltøk
og har verður eisini tikið
ímóti kampingvognum og á
bryggjuni verður tikið ímóti
bátum.
Síð annars lýsing aðra
staðni í blaðnum við full
fíggjaðari skrá.
aki@sosialurin.fo
Seta Skálavík breddan í eina viku