fríggjadagur 25. mai 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mai 2012 · Nr. 60
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein framúr kvæðatúrur
Tað man hava verið sjáldan, at ferðafólk hava verið so væl nøgd við eitt tiltak,
sjum kvæðagestirnir hava verið eftir túrin til Seyðisfirðar
Leo Poulsen
Starvsfólk og ikki minst
fyriskiparar eru undirdýkt ó
rósandi orðum frá stak væl
nøgdum kvæðagestum. Og
sigast má, at túrurin gjørdist
framúr.
Eftir ein kunnandi fund
í Saga Café, sum varð hild
in meðan Norröna legði
frá landi, varð farið upp
á gólv – ella kanska dúrk
– beinanvegin. Og síðani
hugnaðu fólk sær óført
aftut við tónum hjá Kim
Hansen ella teimum báðum
harmonikumonnunum,
Regin Jacobsen og Hákun
Andrias Hansen.
Norröna legði at á Seyðis
firði týsmorgunin, og næstan
við tað sama var farið á
útferð. Seks bussar vóru, og
tríggir fóru til Eskifjørðin
og hinir tríggir til Skriðu
klaustur. Dagin eftir býttu
bussarnir so um rutu.
Tveir sera áhugaverdir
fyrilestrar vórðu hildnir hesi
bæði kvøldini. Týskvøldið
var tað Rasmus Joensen,
formaður í Sláið Ring, sum
eisini hevði verið við til at
skipa fyri túrinum, sum
greiddi frá um søguna hjá
Gretti, og tá fyrilsesturin var
liðugur, skipaði Dávur Emil
Samuelsen í Vík Grettis
kvæðið.
Mikudagin var tað so
Hanus Kamban, sum helt
fyrilestur
um
runsivals
stríðið, sum síðani varð
kvøðið. Skipari her var Regin
Eikholm.
Seyðarhøvd og knettir
Smyril Line hevur lagt seg
eftir at betra um matin, og
tað merktist væl á fólki, tí
fleiri høvdu á munni, hvussu
góður hann var. Og miku
kvøldið varð gjørt nakað heilt
serligt burtur úr, tá borðreitt
var í buffet’ini við serligum
føroyskum mati. Har var
bæði seyðarhøvd við kókað
ari rót, knettir og saltkjøt.
Og so fingu fegnu kvæða
gestirnir eisini durasnaps til
buffet’ína øll trý kvøldini.
So tað vóru væl upplagdir
gestir, sum eftir matin settu
seg aftur í kafeina at lurta
eftir fyrilestrunum.
Tey klappaðu
Longu á kunningarfundinum
seinnapartin
mánadagin
varð sagt, at kvæðafólk vóru
góð at fáast við. Og har gekk
sjón fyri søgn, tí seinasta
kvøldið heittu starvsfólkini
á leiðsluna um at sleppa at
klappa fyri gestunum.
Tað sluppu tey sjálvandi,
so tey stóðu loið við lið á
dansigólvinum og klappaðu
at kvæðagestunum.
Fólk kendu eisini á sær, at
starvsfólkini vóru serstakliga
fryntlig og fyrikomandi.
Hetta er ein túrur, sum er
fyriskipaður til UG úr enda
í annan. Alt hevur verið
av allarbesta slag, og fyri
reikararnir og starvsfólkini
eiga stórt rós uppiborið fyri
tað, segði Ingeborg Vinther,
tá vit spurdu hana.
Eg og maðurin ivaðust
onga løtu, tá vit frættu um
túrin, og vit teknaðu okkum
til við tað sama. Og verður
skipað fyri einum líknandi
túri komandi heyst, so melda
vit okkum aftur beinanvegin,
sigur Ingeborg Vinther.
Nógv kvøðið
Tað gjørdust sjálvandi trý
long dansikvøld, og høvuðs
kvæðini vóru sum longu
nevnt
Grettiskvæðið
og
Runsivalsstríðið. Men har
vóru sanniliga nógv onnur
kvæði og vísur havdar á
gólvi.
Sum onkur nevndi tað,
at tað var undrunnarvert,
at so nógv varð havt á gólvi,
og einki varð kvøðið upp í
saman.
Har vóru long kvæði
sum eitt nú Jákup á Møn
og Grindavísan, og har vóru
stuttir tættir sum Føroyingar,
sum her nú koma saman. Og
onkuntíð gekk dansurin so
væl, at fleiri valdu bert at sita
og njóta góða dansin.
Eisini vísti tað seg at rigga
av tí allarbesta at kvøða í
Saga Café, og at plássið ikki
var so ríkiligt, gjørdi bara
ringin og dansin tað betri.
leo@sosialurin.fo
Tað var ein stór og spent áhoyrarafjøld, sum savnaðist á kunningarfundi í Saga Café, tá farið varð av Havnini
Myndir: Leo Poulsen